Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 116 - 20. juni 2006 ] tíðindi Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað bátum úr Vágum at vinna allar tríggjar kappingarnar millum kvinnumanningar KVINNURÓÐRARNIR Jóannes Hansen Henda søgan er ikki so long, men kortini var hetta avrikið so mikið framúr, at tað ber ikki til at útinna tað betri. Tað var í fjør, at kvinnu­ kapp­ingarnar vórðu víðk­ aðar frá tveimum og til tríggjar. Inntil 1982 var bara møguleiki hjá kvinnum at kappast í 5-mannaførum. Í 1983 fóru kvinnur at kappast í 6-mannaførum, og í fjør varð gjørt av, at kappingin í 5-mannaførum skuldi býtast í tvey soleiðis, at kvinnurnar skuldu kappast fyri seg og genturnar fyri seg. Í dýrdarveðrinum á Skála­ fjørðinum leygardagin vunnu kvinnubátar úr Vágum allar róðrarnar. Frúgvin úr Miðvági vann kappingina millum gentumanningar, Riddarin úr Miðvági vann kappingina millum 6- mannafør við kvinnum, og Ørnin úr Sandavági vann kappingina millum 6- mannafør við kvinnum. Harvið staðfestu tær vest­ uri í Vágum róðraravrik, sum tað ikki ber til at útinna betri. At tær vunnu allar kappingarnar var ikki púra óvæntað. Á Norðoyastevnu vunnu bátar úr Vágum tvær av trimum kvinnukappingum, og hóast vinnararnir ikki vóru teir somu, so vunnu vága­manningar eisini tveir róðrar í Kollafirði. Frúgvin í tættari kapping Í gentukappingini við 5- manna­førum var tað sera tætt. Fimm bátar lógu mest sum borð um borð stór­an part av teininum á Skálafjørðinum, sum mest sum var sveita átøkur, so stilt var tað. Havfrúgvin fekk stavn­in framum hinar í fyrstu tøkunum, og vets­ mannagentur vóru leingi við í kappingini, men tá ið hálvur teinurin var farin, duttu tær burtur ímillum. Drekin og Blikur høvdu hug at leggja seg framum eitt skifti, men so var tað, at Frúgvin av álvara bland­aði seg uppí. Púra óvæntað var tað Hvassi av Oyri, sum at enda gav Frúnni mestu kappingina. Hvassi var nummar átta og aftast á Norðoyastevnu. Á Sundalagsstevnuni stríddu tær seg fram á fimta plássið, og hesa ferð gekk uppaftur betur hjá Hvassa. Hvassi var kanska fremstur eitt skifti, og avrikið hjá teim­ um kundi bent á, at eyguni skulu haldast við Hvassa næstu ferðirnar. Hesa ferð var Frúgvin drúgvast. Í endaspurtinum var Frúgvin sannførandi, og á málinum vóru tær úr Miðvági skutin frammanfyri Hvassa. Tað var so mikið tætt ímill­ um teir næstu, at tað mugu roknast at vera fleiri, sum hava møguleika at vinna í Vági leygardagin. Drekin, Blikur og Havfrúgvin vóru so væl við og so mikið lítið aftari enn teir báðir fremstu, at tað ivaleyst hevur givið hesum manningum sinniliga yvirskotið, sum er neyðugt hjá teimum, ið kappast um at vera best. Riddarin gjørdi av við Lóm Tær á Argjum og tær úr Miðvági høvdu vunnið hvør sín róður í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum og vóru tískil favorittar. Úrslitini í teimum báðum fyrstu kappingunum bendu ikki frá, at nakar annar bátur skuldi blanda seg í kappingina, og soleiðis var tað. Lómur av Argjum legði bragdliga fyri, og í startspurtinum høvdu tær hug at leggja seg skutin fram­um Riddaran. Men so var tað, at tær úr Miðvági settu alt upp á pláss. Tøkini hjá teimum munaðu væl betri, enn tey gjørdu umborð á Lómi, og stútt og støðugt og ógvuliga sannførandi legði Riddarin upp á síðuna av Lómi, fór framum og dróg frá. Í endaspurtinum var eingin spenningur. Riddarin var hálva aðru bátslongd undan Lómi, sum aftur var leysur av Smyrli. Størsta kappingin var um triðja plássi. Smyril var lítlan skut fyrri á mál enn Jarnbardur, og so var langt aftur til Hvessing. Ørnin spenti sínar veingir Tær úr Sandavági vóru fav­ or­ittar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Tær høvdu vunnið bæði í Klaksvík og Kollafirði, og tað gjørdu tær aftur hesa ferð og tað í stórum stíli. Sílið svam skjótt í start­ spurtinum, men Ørnin hevði Vágarnar skrivaðu søgu Lyngby styrkir seg Danska 1. deildarfelagið Lyngby, har Christian Lamhauge Holst er ein av spælarunum, hevur gjørt avtalur við tveir nýggjar spælarar. Lyngby hevur mist toppskjúttan í hesum kappingarárinum. Mporten Nordstrand, til superligafelagið FC Nordsjælland, men avloysari er funnin í OB. Tað er Anders Jochumsen. Eisini hevur Lyngby fingið nýggjan málmann fyri Mikkel Xrexel, ið gevst í felagnum. Málamaðurin kemur úr HIK og eitur Stephan Campagnolo. Jón Sigurd dømir kvinnufinaluna Fótbóltssambandið hevur gjørt av, at Jón Sigurd Gleðisheygg skal døma steypafinaluna hjá kvinnum, sum verður spæld í Havn tann 1. juli. Finalan verður millum KÍ og AB, sum spældi seg víðari eftir hálvfinalur ímóti ávíkavist GÍ og B36. KÍ hevur verið í nógvum teimum seinastu finalunum, meðan AB er nýtt lið í steypafinalu hjá kvinnum. Finalan millum KÍ og AB verður spæld ein leygardag, og dysturin verður á Tórsvølli.