týsdagur 20. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2006
19
Í fjør gjørdi jóan
søkan sum stevna eitt
stórt lop frameftir.
Frá at hava verið
ein stór ítróttar- og
mentanarstevna í
80 ár, so gjørdist
jóansøkan eisini ein
stór tónleikastevna
við tað, at Jóansøku
festivalurin sá dagsins
ljós
Jóansøku
festivalur
Í hesum tíðum, har alsamt
fleiri tónleikafestivalar eru
í Føroyum, var hetta eitt
neyðugt stig, tí kappingin
um at draga til sín fólk
gerst størri og størri hvørt
ár – og krøvini frá fólki til
tiltøkini vaksa eisini alsamt.
Krøvini til tær tradisjonellu
stevnurnar, har kappróður
fyrr var hæddarpunktið, eru
greið: Tað yngra ættarliðið
krevur endurnýgging og
fleiri og betri tilboð.
Fyri jóansøkuna er Jóan
søkufestivalurin eitt gott og
neyðugt stig rætta vegin.
Hugaligt var eisini at síggja,
at stuðul í fjør á ymsan
hátt kom úr allari oynni
– kommunur og Lions
Club stuðlaðu fíggjarliga,
Suðuroyar Sparikassi og
aðrar fyritøkur sponsorer
aðu festivalin, meðan fólk
og fyritøkur úr allari oynni
hjálptu til við tí praktiska,
tó at tær tyngstu byrðarnar
blivu lyftar á Tvøroyri.
Jóansøkufestivalurin
2005
Jóansøkufestivalurin 2005
eydnaðist framúr væl og
gav eisini íblástur til at
halda áfram og arbeiða
miðvíst við at skapa eitt
stórt afturvendandi tiltak á
jóansøku. Fyri áskoðarar
og áhoyrarar var tað kanska
serliga spennandi at síggja
og
uppliva
rockbólkin
Sweet, men eisini tær før
oysku framførslurnar prógv
aðu, at tónleikurin í Før
oyum er stutt frá altjóða
gjøgnumbroti.
Jóansøkufestivalurin
2006
Í ár er Jóansøkan í Vági,
og byrjaðu fyrireikingarnar
til
Jóansøkufestivalin
2006 longu í vikuni eftir
Jóansøkuna 2005. Leist
urin er hin sami sum til
jóansøkuna í 2005, og er
talan um eitt tiltak, sum
higartil hevur verður skipað
í felag av fólkum úr Vági
og av Tvøroyri, og koma
fólk úr allari oynni eisini
at hjálpa til við teimum
praktisku tingunum á sjálv
um festivalinum.
Sponsoravtalað er gjørd
við íslendska bryggjaríið
Vífilfell, sum nú hevur gjørt
eitt ølsamtak við Restorffs
Bryggjarí. Og hetta er í
stóran mun við til at tað ber
til at skapa ein so stóran og
góðan festival í ár.
Festivalur í 4 dagar
Jóansøkufestivalurin 2006
kemur at fevna um dagarnar
frá tórsdegnum 22. juni
til sunnudagin 25. juni.
Tórsdagin 22. juni verða
tiltøk innandura í mentanar-
og felagshúsunum í Vági.
Fríggjadagin 23. juni og
leygardagin 24. juni eru
høvuðsdagarnir á festi
valinum, og verða tá tiltøk
uttandura – sokallað Open-
Air konsertir. Sunnudagin
25. juni verða tónleikatiltøk
innandura í mentunar- og
felagshúsunum í Vági. Tey
sokallaðu vikuskiftispass
ini geva atgongd til Open-
Air konsertina fríggjakvøld
og leygarkvøld, meðan hini
tiltøkini antin er ókeypis
ella krevja sjálvstøðugt
atgongugjald.
Størsta tiltak í
oynni nakrantíð
Hugsandi er, at Jóansøku
festivalurin 2006 verður tað
størsta einstaka tiltakið í
Suðuroynni nakrantíð, og
setur hetta eisini heilt stór
krøv til fyriskipan. Nógv fólk
hava sjálvboðin lagt nógva
orku í at fyriskipa, umframt
at Kunningarstovan í Vági
eisini er við í fyrireiking
ararbeiðinum.
Fyrireikingarnar
hava
gingið væl. Longu tíðliga
í fjørheyst vórðu tær fyrstu
avtalurnar
gjørdar
við
útlendsk orkestur. Eftir
hetta eru fleiri avtalur gjørd
ar, bæði við útlendsk og
føroysk tónleikanøvn. Og
við nøvnum sum Andrew
Strong, Carpark North,
Land og Synir, Den Danske
Mafia, Thorbjørn Risager:
Blue 7, Páll Finnur Páll,
Deja Vu, 200, Hanus G.
Johansen, Rasmus Lyberth,
Maria
Guttesen,
The
Dreams og ikki minst tey
lokalu, Forgery, Eyðun
og Neil og semi-lokalu,
Robert og Vinmenn – og
tónleiki fevn-andi um rock,
pop, blues, fólkatónleik,
jazz og klassiskan tónleik,
so eru lunnar lagdir undir
einum minningarríkum og
framúr góðum tónleikatil
taki á Eiðinum á Jóansøku
festivalinum.
Ver hjartaliga vælkomin
á Jóansøkufestivalin 2006.
Jóansøku
festivalurin
– størsta
tiltak í oynni
nakrantíð
jóansøka