Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 116 - 20. juni 2006 Tað var í fjør, í 2005, at Jó­­­­­ ansøkufestivalurin fyrstu­ ferð sá dagsins ljós í tí skapi, hann nú hevur. Áður hava royndir verið at stápla jóansøkukonsertir á beinini og hava hesar verið ójavnar í dygd og undirtøku. Onki er heilagt At onnur tiltøk nú herða kappingina um summar­ dagarnar, og stevnurnar ikki longur eru “heilagar”, setti veruliga ferð á. At jóansøkan var í vanda fyri at fána, tí onnur tiltøk løgdu seg á jóansøkudagarnar, vildu ungir tvøramenn ikki lata um seg ganga. Teir fóru í gongd, settu seg í sam­ band við vágbingar, og saman settu teir í gongd samstarv, ið hevur vist seg at ganga væl. Eftir bert tveim­um mán­aðum sá ein nýggjur festivalur dagsins ljós. Jóansøkufestivalurin var í fjør – á 80 ára haldinum fyri jóansøkuni – á Tvøroyri og høvuðsnavn var AS Sweet. Teir skuffaðu als ikki, men spældu framúr væl. Gentubólkurin Nylon úr Íslandi sang eisini og ein rúgva av føroyskum bólkum tók lut. Stuttligt var eisini at síggja og hoyra lokalar tónleikarar, ið júst høvdu tikið lut á fløgui Dýrd, ið kom út í samband við, at jóansøkan fylti 80 ár. Lætt at koma og fara Í ár verður so Jóansøku­ festivalur í Vági og siglt verður við øllum seglum. Fleiri útlendsk nøvn eru á plakatini og Jóansøku­festi­ valurin kann í ár siga seg umboða norðurlendskan tónleik sera væl. Andrew Strong úr Írlandi og Carpark North úr Danmark eru stóru høvuðsnøvnini og afturat teimum eru fleiri nøvn úr Íslandi, Grønlandi Danmark og so sjálvsagt ein rúgva úr Føroyum. Í ár er festivalurin eisini í 4 dagar, tó at stóru kon­sert­ irnar undir opnum himli eru fríggjakvøld og leygar­ kvøld. Smærri konsertir eru so hóskvøld og sunnu­ kvøld. Hjá jóansøkugestum verður ongin trupulleiki at sleppa á festival og heim aftur eisini, um gestirnir ynskja tað. Strandferðslan og Jóansøkufestivalurin hava gjørt avtalu um, at ferðaætlanin hjá Smyrli hóskar væl til jóansøkuna og festivalin. Siglt verður oftari, enn vanligt, og t.d. verður siglt á Vág og leyg­ arkvøld fer Smyril ikki úr Suðuroynni, fyrr enn Jóan­ søkufestivalurin endar klokk­an 01:00. Ynskir ein hinvegin at njóta meir av jóansøkuni og festivalróminum, so er tjaldingarpláss við festi­val­ økið á Eiðinum í Vági og møguleiki er óivað eisini at leiga sær innivist. Jóansøkufestivalurin hevur í onkrari spurnar­ kanning á netinum ligið nummar 3, tá fólk hava sagt, hvønn festival tey vitja. Hetta eru fyrireik­ ararnir væl nøgdir við. Jó­­ ansøku­festivalurin í ár er fleiri ferðir so stórur, sum í fjør og Jóansøkufestivalurin tykist verða komin fyri at verða. Pisurnar á jóansøku Fyrireikararnir vóna at síggja so nógvar nýklæktar pisur í hvítari húgvu, sum til ber, tí tað er gamalt, at studentar og onnur leita sær á jóansøku, og setir hetta ein serstakan dám á. Lagt er upp til góðar løtur við góðum tónleiki vesturi á Eiðinum í Vági, ið av mongum verður hildið at verða millum náttúru­ vakrastu støð í landinum. Góðan Jóansøkufestival! Festivalur við stuttari søgu og góðari skrá Jóansøkufestivalurin hevur ikki mong ár á baki, men hóast hetta, so er í ár eydnast at seta saman eina tónleika skrá, ið tykist erta forvitnið hjá tónleikaáhugaðum Jóansøkufestivalur Jóansøkufestivalurin 2006 er eitt av størstu tiltøkunum, sum nakrantíð hevur verið í Suðuroynni. Hetta hevur eisini ført við sær, at kom­ munur, feløg og einstak­ lingar hava víst tiltakinum stóran áhugað og veitt til­ takinum góðan stuðul. Ølsamtakið Vífilfell og Restroffs eru høvuðssponsor Fyrst í apríl mánað gjørdu Jóansøkufestivalurin og Vífil­fell – sum seinni er vorðin samstarvsfelagið hjá Restorffs Bryggjarí – sponsoravtalu, sum merk­ir, at Ølsamtakið Vífilfell og Restorffs eru høvuðs­spon­ sorar á Jóansøkufesti­vali­ num 2007. Nordisk kulturfond stuðlar eisini Umframt íslendska spon­ sorin, so hevur Nordisk Kulturfond gjørt av at stuðlað Jóansøku­festivali­ num við 75.000 kr. Kommunurnar í oynni stuðlað tiltakinum Eisini kommunurnar í oynni veita tiltakinum sera góðan stuðul og er greitt, at tað ikki hevði borið til at skipað fyri einum so stórum tiltaki, uttan at kommunur­ nar í oynni vístu tí vælvild. Nógvir aðrir góðir stuðlar Nógvar aðrar fyritøkur stuðl­­að eisini festivalinum, m.a. Suðuroyar Sparikassi, Atlantic Airways, Sosi­ alurin, Skipafelagið, Statoil, Lýsing, Suðurrás – fyri at nevna teir størstu stuðlarnir. Hartil er eitt ótal av smærri stuðlum, sum á einhvønn stuðlað Jóansøkufesti­vali­ num – ongin nevndur, ongin gloymdur – øll eiga tó stóra tøkk fyri stuðulin. Feløg og einstaklingar hava víst tiltakinum stóran áhugað og veitt tiltakinum góðan stuðul Jóansøkufestivalur Jóansøkufestivalurin væl stuðlaður jóansøka Í ár verður Jóansøkan og Jóansøkufestivalurin í Vági