týsdagur 20. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2006
24
Heimskendi írski
sangarin Andrew
Strong og ein
hin besti danski
rokkbólkurin
í nýggjari tíð
Carpark North
verða høvuðsnøvn á
Jóansøkufestivalinum
Jóansøkufestivalurin verður
í Vági í døgunum 22. – 25.
Juni. Tórsdagin 22. juni
verða tiltøk innandura í
mentanar- og felagshúsunum
í Vági. Fríggjadagin 23.
juni og leygardagin 24.
juni eru høvuðsdagarnir á
festivalinum, og verða tá
tiltøk uttandura – sokallað
Open-Air.
Sunnudagin
25. juni verða konsertir í
Vágs kirkju, umframt at
tónleikatiltøk eisini verða
mentunar- og felagshúsunum
í Vági, Stóra Pakkhúsi
Jóansøkufestivalurin
2006 fer at raka breitt.
Tónleikur fevnir víða og
fevnir um rock, popp, blues-
, jazz-, og fólka-tónleik, og
klassiskan tónleik.
Andrew Strong
n Írin Andrew Strong
gjørdist heimskendur, tá hann
í 1990 var við í filminum
The Commitments, sum er
um ein írskan tónleikabólk,
sum roynir at gerast kendur.
Flest øll kennast við
sangirnar “Mustang Sally”,
“In the Midnight Hour”,
sum Andrew Strong bergtók
allan heimin við.
Eftir filmin hevur Andrew
Strong arbeitt sum solistur,
við egnum orkestri, og hevur
hann í hesum sambandi givið
út fleiri fløgur, umframt
at hann eisini hevur spælt
saman við nøkrum av teimum
allarstørstu nøvnunum innan
tónleikaheimin, sum t.d.
Elton John, The Rolling
Stones, Prince og Lenny
Kravitz.
Í Oktober mánað í fjør
gav Andrew Strong út
eina Greatest Hits fløgu
við øllum teimum stóru
slagarunum, umframt at
nýggir sangir eisini vóru
á fløguni. Síðan fløgan
kom út, hevur Andrew
Strong verið á tourne, júst
nú er hann í Austrialia.
Og gongur leiðin altso
til Føroyar í summar, har
Andrew
Strong
verður
eitt av høvuðsnøvnunum
á
Jóansøkufestivalinum
2006.
Carpark North
n Í september mánað
í
fjør
gjørdi
danski
rockbólkurin
Carpark
North innrás í Føroyum, tá
teir høvdu tvær konsertir
í
Mentanarhúsinum
í
Fugla-firði. Ein av ummæl-
arunum skrivaði soleiðis
um tað fyrru konsertina í
Fuglafirði: Carpark North
fóru á pallin og spældu so
sannførandi rokktónleik, at
ongin ivi var um, at hetta
er ein bólkur í heimsklassa.
Teir forkelaðu okkum við
sonnum oyrakrási. Hetta
var snøgt sagt tann besta
konsertin, sum hevur verið
í Føroyum í langa tíð.
Carpark North sá annars
dagsins ljós í Århus í 1999,
tá teir tríggir Lau Højen
(vokal, guitar m.m.), Søren
Balsner (vokal, bas m.m.)
og
Morten
Thorhauge
(trommer,
percussion,
programmering) stovnaðu
bólkin. Stutt tíð gekk
inan bólkurin fekk sítt
gjøgnumbrot. Teirra fyrsta
demofløga
“Carstereo”,
sum kom út í 2001, er mest
selda danska demofløga
nakrantíð.
Við
fløguni
“Carpark North”, sum kom
út í 2003 fekk bólkurin sítt
stóra gjøgnumbrot. Fløgan
seldi út við 50.000 eintøk,
og sangurin “Transparent
and Glasslike” var mest
spældi sangur í donsku
útvarpsrásini P3. Í apríl
2005 gav bólkurin út
fløguna “All things to all
People” og hevur bólkurin
í hesum sambandi verið á
ferð og spælt nógvastaðni,
bæði
í
Norðurlondum,
í Eysturríki, Sveits, og í
Týsklandi.
Páll Finnur Páll
n Fyrsta føroyska navnið,
ið Jóansøkufestivalinum
kunngjørdi, gjørdist Páll
Finnur Páll. Teir seks í
bólkinum hava spælt dúgliga
– bæði til tiltøk, festivalar
og konsertir seinasta árið.
Seinastu mánaðirnar hevur
bólkurin tó tikið sær stundir
til at upptaka triðju fløguna,
sum eftir ætlan skal koma út
í summar. Sum skilst verða
nøkur av hesum nýggju
løgum frumspæld á jóansøku.
Páll Finnur Páll byrjaði
sum ein studentabólkur í
Hoydølum fyri sjey árum
síðani, men tað var ikki fyrr
enn fyrsta fløgan kom út,
at fólk tóku bólkin til sín.
Fyrsta fløgan, Bermenn,
kom út í 2003. Stutt eftir
fór bólkurin á flog við
Forelskaða Sjónleikaranum,
sum gjørdist mest spælda lag
árið eftir. Friðarligu løgini á
Bermonnum vórðu sett eitt
sindur til síðis á aðru fløguni,
sum kom út í fjør. Ístaðin
vóru løg um pedofilar,
heimleysar á Herberginum
og um grannar, at hoyra. Á
Jóansøkufestivalinum fer
Páll Finnur Páll at spæla nýtt
og gott gamalt. Fólk kunnu
gleða seg. Tað verður nýtt og
gott gamalt – fúlt og fitt.
Thorbjørn
Risager: Blue 7
n Thorbjørn Risager er eitt
av størstu blues-nøvnunum
í Danmark í dag, sum tey
seinastu árini eisini er vorðin
eitt kent navn á skandinaviska
bluespallinum. Við orkes-
trinum Blue 7 er Thorbjørn
Risager headmaður fyri
einum orkestri við framúr
góðum og royndum tón-
leikarum, sum tekniskt eru
ómetaliga væl fyri, men har
tað mest avgerandi er sálin
og hjarta, sum tónleikararnir
leggja í framførslurnar.
Við sínum 7 tónleikarum,
er Thorbjørn Risager: Blue
7 innan stutta tíð vorðið
eitt tað mest kenda og
succesfulla bluesnavnið á
danska LIVE-pallinum, ikki
minst í Keypmannahavnar
økinum, har orkestrið ferð
eftir ferð gevur fantastiskar
LIVE framførslur í stúgvandi
fullum spælistøðum.
Thorbjørn Risager: Blue 7
spælir bæði egnar sangir/løg
og nýggjar samansetingar av
gomlum R & B klassikarum.
Stílurin er inspireraður frá
R & B tónleikinum frá
1950unum og 1960unum,
kryddaður við New Orleans
Secondline.
Thorbjørn Risager hevur
eftir óteljandi konsertir í
øllum Skandinavia sligið
navn sítt fast sum ein av
allar bestu donsku og
skandinavisku sangarunum
og ein framúr góður blues-
gittaristur. Í september í
fjør varð hann kosin Ársins
Danska Bluesnavn 2005.
Thorbjørn
Risager:
Blue 7 gav í fjør út sína
fyrstu fløgu’Live 2004’
Á fløguni er fyrst og
fremst egin løg, umframt
at
nakrir
av
teimum
kendu
rhythm’n’blues
klassikarunum eisini eru á
fløguni.
Thorbjørn
Risager:
Blue
7:
Thorbjørn
Risager: vokal og guitar
Emil Balsgaard. Piano
og orgel. Kasper Wagner.
Tenor
og
Altsaxofon
Andreas Biilmann: Trompet
Svein Erik Martinsen: Guitar
Søren
Bøjgaard:
Bas
Martin Seidelin: Trommer
Den Danske Mafia
n Eitt av allar bestu donsku
festivalnøvnunum seinastu
árini, Den Danske Mafia,
kemur á Jóansøkufestivalin
2006.
Den Danske Mafia hevur
blást nýtt lív í allar teir stóru
John Mogensen slagararnar,
sum eisini eru heimskendir í
Føroyum. Munurin er bara,
at nú verða slagararnir
spældir við einum ísletti
av góðum tungum rokki,
blues og jazz, sum fær ein
at hugsað um eina blanding
av John Mogensen og ZZ-
Top og Thin Lizzy.
Fólki í túsundtali hava
rokkað saman við Den
Danske Mafia seinastu
árini – og nú verður so
eisini møguleiki at rokka
við teimum í Føroyum, á
Jóansøkufestivalinum
Den Danske Mafia eru
Henrik Bjørn, bass og sang
Henrik Johannessen, gittar
Mickey Hurrican, trum-
mur.
Ein ummælari av Lange-
landsfestivalinum 2005
skrivar: John Mogensen
genopstod med manér,
da Den Danske Mafia
gav hans udødelige sange
elektrisk stød. Navnet Den
Danske Mafia indikerer
kulsort, kriminel hip hop,
men er fuldfed, fordansket
heavyrock. Efter få sekunder
i
selskab
med
deres
supervitale fortolkninger
af John Mogensens brutalt
ærlige sange om livets
uretfærdigheder, grufulde
mareridt og den store
kærlighed må man overgive
sig.
Land og Synir
n Framúr góði LIVE
bólkurin, íslendski popp/
rokk bólkurin Land & Synir,
verður eitt av nøvnunum á
Jóansøkufestivalinum
í
ár. Bólkurin er júst komin
afturíaftur eftir steðg ein
part av árinum í fjør.
Land og Synir var
um aldaskiftið ein av
fólkakærastu
íslendsku
bólkunum. Stovnaður í
1998, gjørdist bólkurin skjótt
kendur fyri síni fangandi
poppløg. Í 1999 vitjaði
Land & Synir í Føroyum
við
sínum
melidiøsa
popprokki, og spældi fleiri
sera væleydnaðar konsertir
kring Føroyar saman við
Taxi.
Bólkurin
hevur
selt
gull av fleiri fløgum og
hevur millum annað eisini
flirta rættiliga nógv við
amerikanska marknaðinum,
so mikið nógv, at bólkurin
eitt tíðarskeið skifti navn til
Shootin’ Blanks, í sambandi
við, at hann var tætt við at ein
størri altjóða útgávusáttmála.
Hetta varð tíanverri ikki
stóra gjøgnumbrotið, og
bólkurin avgjørdi í fjør, at
halda ein steðg í tvey ár.
Men trýstið á bólkin var sera
stórt at fara út aftur at spæla,
og í sambandi við risa stóru
íslendsku miðnámsveitsluna,
ið verður hildin í Reykjavík
á hvørjum ári, fór bólkurin
aftur á pallin.
Land og Synir dáma
serstakliga væl at spæla í
Føroyum og gleða seg eisini
at koma aftur.
Deja Vu
n Ein av allar bestu føroysku
bólkunum verður at hoyra á
Jóansøkufestivalinum. Talan
er um bólkin Deja Vu.
Deja Vu varð stovnaður
í september 2000 og fekk
sítt veruliga gjøgnumbrot,
tá bólkurin í 2003 gjørdist
nummar tvey í Prix Føroyum.
Hetta var eisini startsskotið
til fløguna A Place to Stand
On, sum kom út í fjør.
Fløgan var m.a. vald sum
ársins fløga av lesarum hjá
Dimmalætting, umframt at
fløgan var í uppskoti til bestu
fløgu á Planet Awards.
Deja Vu telist millum allar
bestu LIVE bólkar í Føroyum
og hevur bólkurin eisini spælt
kring alt landið. Tónleikurin
er ein kombinatión av poppi
og rokki, og til tíðir eitt
sindur sýraður. Kvaliteturin
er framúr góður og er greitt
at bólkurin hevur ambitiónir
og vónir um at gerast kendur
uttanfyri Føroyar.
Gogo Blues
n Blues tónleikurin tók
føroyska tónleikaheimin,
og ikki minst føroysk
tónleikaáhugaði, á bóli
í 2005. Við evnaríka
gittarspælaranum
Uni
R. Debess á odda fyri
bluestrio’ini gjørdist Gogo
Blues – sum eisini er
mannað av Arnold Ludvig
og Rógva á Rógvu – tann
heilt stóri føroyski bólkurin í
2005. Gogo Blues vann Prix
Føroyar og varð eisini kosin
til besta bólk í landinum á
Atlantic Music Event.
Gogo Blues hevur eina
útgávu á baki og tann næsta
er ávegis og kemur væntandi
út um Jóansøkuleitið. Gogo
Blues spælir tónleik, sum
limirnir í bólkinum sjálvir
hava skrivað. LIVE er
Gogo Blues millum teir
allar fremstu í landinum
og kunnu fólk so gleða seg
til at uppliva teir á palli á
Jóansøkufestivalinum.
Maria Guttesen og
Petsi Tvørfoss
n Eitt tað mest áhugaverda
føroyska navni á Jóans-
søkufestivalinum í ár verður
Maria Guttesen, ið hevur
ungu evnaríku Petsi Tvørfoss
við sum kórsangara. Maria
telist millum virknastu og
áhugaverdastu føroysku
tónleikararnir. Eftir at
hava staðið á odda fyri
bólkinum Divided Minds
seinastu árini, er hon farin
sololeiðina, og er á gáttini
við fyrstu soloútgávuni hjá
sær síðan 1994.
Longu sum 11 ára gomul
var Maria við á plátuútgávu,
tá Hjørdist og genturnar
góvu út plátuna Barnasangir.
Síðan tá hevur tónleikur
verið hennara eitt og alt, og
hon slóð av álvara ígjøgnum
við solofløguni Where it
Andrew Strong og Carpark Nor
Carpark North
Andrew Strong
Angela og Hannibal
jóansøka