týsdagur 20. juni 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2006
25
all begins í 1994. Fyrr í
vikuni koma so seinasta
útgávan hjá Mariu, eina
soloútgáva sum ber heitið:
Maria
Guttesen:LIVE.
Og tað eru løg av hesari
útgávu, sum vera at hoyra
á Jóanssøkufestivalinum.
Afturat sær hevur Maria
Guttesen orðasmiðin Lene
Dracmann, ið hevur skrivað
flestu tekstirnar á nýggju
fløguni.
Á nýggju fløguni fær
lurtarin veruliga høvið at
hoyra tónleikaligu evnini hjá
Mariu, har hon sjálv syngur
og spælir flygul, umframt
at hon eisini sjálv hevur
arrangerað og produserað
fløguna.
Á Jóansssøkufestivalinum
fáa áhoyrararnir høvið at
uppliva henda føroyska
tónleikaúrmælingin live,
við einari vælupplagdari
Petsi
Tvørfoss
sum
kórsangarinnu.
Rasmus Lyberth
n Ein av heimskendu
grøn-lendsku fólkasanga-
rununum,
Rasmus
Lyberth verður at hoyra
á Jóansøkufestivalinum.
Rasmus Lyberth er kendur
fyri sínar framúrskarandi
framførslur av grønlendskum
sangum, sum røkka heilt
inn í sálina á áhoyrarunum.
Rasmus er ikki minni
kendur fyri sína persónliga
skemtiliga hátt at leiða fólk
gjøgnum framførslurnar.
Rasmus Lyberth hevur
seinastu árini ferðast kring
allan heim við sínum
tónleiki. Saman við dananum
Christian Søgård var Rasmus
Lyberth m.a. á tourne í
Suður Amerika fyrr í ár, og
fara teir báðir eisini á pallin
á Jóansøkufestivalinum
Seinastu árini er Rasmus
Lyberth latin eina røð av
viðurkenning, m.a. PH-
prisen, Danish Jazz Beat
and Folk Prize, og í sept.
2003 fekk hann eisini
heiðursviðurkenningina,
Foreningen
Nordens
Hæderspris.
200
n Føroya størsti punk/rokk
bólkur 200 fer á pallin á
Jóansøkufestivalinum.
200 varð stovnað í 1996 í
sambandi við fløguna “Rock
í Føroyum 2”. Eftir “Rock
í Føroyum 2” hendi ikki so
nógv, men 200 var tó við
til Prix Føroyar í 2001, og
tástani ljóðaði orkestrið, sum
tað ger í dag. Elvisrøddin,
politiska innihaldið og
tónleikastílurin komu upp
á pláss um hetta mundið.
Hetta árið varð Gimpurin
eisini føddur.
Í 2001 gav 200 fyrstu
fløguna út, 200%. Hóast
fløgan varð totalt ignorerað
av loftmiðlunum, fekk hon
sera góð ummæli og varð
at enda útseld. Í mars 2005
varð “Viva La Republica”
upptikin og givin út.
Hendan fløgan fekk enn
betri ummæli enn hin fyrra,
og lagið “Muscleman-blað”
gjørdist nr. 1 á 15 teimum
bestu í 8 vikur.
Tónleikurin hjá 200 snýr
seg oftast um føroyskan
politikk, og við argandi,
speirekandi tekstum verða
nógv evni lýst á ein øðrvísi
hátt. Hjá 200 er tónleikurin
sostatt eitt amboð til at siga
teirra hugsan. Sum 200
sjálvir siga, “Nógv ting í
Føroyum eru langt úti, og
onkur má siga tað ...”
200 standa altíð fyri
framúrskarandi
LIVE-
framførslum, óhugsandi er,
at Jóansøkufestivalurin 2006
verður eitt undantak.
200 eru: Niels Arge
Galán, gittar og sang
Mikael
Blak,
bass
Uni Árting, trummur
Robert og Vinmenn
n Tað eru í ár 45 ár síðan alt
byrjaði úti í gomlu Losjuni
vestanfyri Galtnaroyri í Vági.
Nú 45 ár seinni er pallurin
størri, útgerðin betri og meiri
fjøltáttað og talan verður
um eitt tað størsta tiltakið
í Suðuroy nakrantíð. Jú,
Robert McBirnie fer saman
við vinmonnum á pallin á
Jóansøkufestivalinum.
Fyri 45 árum síðani byrjaði
tað við “Red Boys”, sum
varð mannað av Tummas
J. Midjord sáli aftan fyri
trummuna - Jonhard við
maracas (ranglum) - og
Jákup Mortensen og Robert
McBirnie við guitarum. Tað
einasta, ið var elektriskt,
var guitarin hjá Jákupi, sum
brúkti eitt radio til forsterkara
og so ein mikrofon, sum
gekk ígjøgnum ein band-
upptakaran.
Hatta var sum sagt byrjanin
fyri 45 árum síðani. - Tey
fylgjand mongu árini hevur
Robert McBirnie so spælt í
mongum samanhangum. - Í
1960unum við Faroe Boys
og Islanders, í 1970unum við
Jógvan Dahl, Jákup Thomsen
og Ólavi Magnussen, í
1980unum kom orkestrið
at eita Robert og Vinmenn,
og tað navnið hevur tað tann
dag í dag.
Manningin, sum verður
saman
við
Robert
á
Jóansøkufestivalinum er
heldur ikki ókend. Jógvan
Dahl og Robert kennast
sum sagt heilt frá Faroe Boys
tíðini. Kolbein Simonsen og
Robert hava spælt saman í
óteljandi ár, meðan teir
yngru, Finnur Hansen og
Torkil Johannesen hava spælt
saman við Robert í minst
15 ár. Og sum Robert sigur,
fundamentið skuldi verið í
lagið og vit gleða okkum
at spæla rock´n roll , so tað
slær aftur úr Skarðgjógv!
Robert og Vinmenn eru:
Robert McBirnie, sang
Jógvan Dahl, guitar og sang
Kolbein Simonsen, bass
Finnur Hansen, tangentar
Torkil Johannesen, trum-
mur
Brandur Enni
n Í 2002 tók Brandur Enni
flest allar føroyingar á bóli,
tá hann kom út á marknaðin
við fløguni Waiting In The
Moonlight. Eftir hetta gjørdi
Brandur nøkur løg – eitt
tað kendasta er helst The
Way I Am. Brandur hevur
somuleiðis sungið duett
- Still Friends - saman við
íslendsku songkvinnuni
Jóhonnu Guðrún og framført
á fleiri festivalum í Danmark
– eitt nú í Jelling og Nibe.
Og verður Brandur so eisini
á Jóansøkufestivalinum
við orkestrinum Anytime.
Brandur hevur seinastu
tvey árini arbeitt miðvíst
við at skriva nýggjar sangir
og hevur hann í hesum
sambandi verið í Svøríki,
har hann sama við teimum
heimskendum tónleikarum
hevur skrivað sangir. Á
Jóansøkufestivalinum
verða
teir
nýggju
sangirnir eisini at hoyra.
Anytime eru: Brandur
Enni, sang o.a. Leivur
Samuelsenm,
trummur
Bárður
Poulsen,
bass
Sveinur Dam, el-gittar
Heini Ragnarson, trompet
Jákup Wardum, klaver
Hanus G. Johansen
n Ein hin kendasti før-
oyski sangarin og tóna-
smiðurin,
Hanus
G.
Johansen kemur at spæla
á Jóansøkufestivalinum.
Hanus hevur seinastu árini
havt óteljandi framúrskarandi
og bergtakandi framførslur,
sum hava drigið til sín ein
stóran skara av áskoðarum.
Við
sínum
tulkingum
av yrkingum hjá Poul F.
hevur Hanus sungið seg
inn í hjørtuni á ungum og
gomlum, bæði í Føroyum
og uttanlands. – Og perlum
sum Blóma mín, 18, Saknur,
og óteljandi øðrum hevur
hann laga varðar eftir seg,
sum mong leggja leiðina
framvið.
Forgery
n Forgery er ein rokkbólkur
av Tvøroyri, ið var stovnaður
í 2006. Manningin í
Forgery er annars kend frá
dansibólkinum Pikatchu,
sum hevur verið einasti
ungdómsbólkur í Suðuroynni
í langa tíð.
Bólkurin sigur um seg
sjálvan: Vit halda sjálvur,
at okkara tónleikur er
sermerktur. Tað kemur av
tí orsøk, at allir í bólkinum
hava ymsan dám fyri
tónleiki. Tað hevur eisini
víst seg, at vera tað skapandi
evni í okkum. Vit hava eisini
eitt sera gott umhvørvið
innanhýsis í bólkinum og
tað hevur skapað eitt sera
flótandi samanspæl.
Forgery hevur síðan
ársbyrjan arbeitt mið-
víst
framímóti
eini
frumframførslu á Jóan-
søkufestivalinum.
Forgery eru: Jens Arni
Leo – Sang. Frits Mortensen
– Gittara og Back-up Sang
Cem á Hólum – Trummur
Elvis
Leo
–
Gittara
Rói Einarsson – Bass
Dikta
n Spennandi Íslendski rokk-
popp bólkurin Dikta kemur
á Jóansøkufestivalin. Dikta
er seinasta árið vorðið ein
tann best umtókti bólkurin
í Íslandi. Við sínum
annarleiðis popp sangum,
sum eru kryddaðir við rokki,
soul, funk og effektum,
bjóðar Dikta eina óvanliga
spennandi framførslu.
Seinasta fløgan hjá Dikta,
Hunting for happiness, hevur
fingið sera góð ummælið. Og
hevur eisini verið søluvøran
hjá bólkinum, sum í alt
summar er á tourne í Evropa,
har leiðin eisini gongur á
Roskilde Festivalin.
Ein ummælari skrivar:
While barely in their 20’s,
they have just completed their
2nd full length, Hunting For
Happiness, which happens to
be on of the greatest albums
I’ve ever heard. Melting
angular guitars, proggish
rhythm, melancholy piano
strokes, and unforgettable
use of the delays, this
forms an almost instant
classic. Dikta eru: Haukur
– Sang, gittara, keyboard
Skuli – bass. Nonni –
Trummur. Jon B. – Gittara
The Dreams
n Punk bólkurin The
Dreams kemur aftur í ár á
Jóansøkufestivalin. Í fjør
høvdu The Dreams eina
framúr góða framførslu á
Jóansøkufestivalinum. Í ár
eru punk trio’in fløguaktuell
við fløgu, sum kemur út
fríggjadagin.
Hetta er fyrsta fløgan
hjá bólkinum, har bólkurin
punkar føroyska sangskattin
Á fløguni eru 10 løg,
Hettar eru løg sum Til allar
vinir hjá Blátt, 80’ini hjá
Frændum, Sirkús Tinganes
hjá Annfinn & Co., Sasa
sa sa hjá Georg eystan Á,
Forelskaður sjónleikari hjá
Páll Finnur Páll, Eg siti so
eina hjá Vestmonnum, Nú
ert tú ein onnur hjá Eyðun
Nolsøe av fløguni Eyðun
og Terji. og Nummar hjá
Terja Rasmussen. Teir tolka
eisini Nalju klassikaran
“Sjeikurin”, ið Poppkorn
eisini tolkaðu herfyri.
Sí eisini http://www.the-
dreams.com/
India
n Bólkurin India úr Gøtu
varð stovnaður í fjør, men
er mannaður av royndum
og góðum tónleikarum.
Við í bólkinum eru Rói
Johannesen, sang/gittar,
Bergmann Finsson, gittar,
Einar Jacobsen, sang/bass,
Bárur Thomsen, trummur.
Bergmann
og
Einar
kenna mong frá bólkinum
Wolfgang, í var ein av
feitastu rock bólkunum sum
hava verið í Føroyum. Nú
hava vit sligið okkum saman
og gjørt tónleik, í minnir
um new rock schangruna.
Sí eisini http://myspace.
com/joinindia
Eyðun og Neil
n
Fyrst kendir hvør
í sínum lag og síðani
saman. Felagsnevnarin var
í byrjanini Guðrun Sólja,
sum er systir Eyðun og sum
Neil spældi nógv saman við.
Síðani funnu Eyðun og Neil
saman í eina duo, sum nú er
ein hin virknasta og sum í
Havn er at hoyra heilt nógv,
men eisini t.d. hjá Thomsen
á Tvøroyri. Ummælarar hava
nevnt teir báðar festligastu
duo í landinum. Umframt
at vera festligir, so eru
teir dugnaligir. Eyðun,
við klárari og høgari rødd
hóskar væl saman við
guitarsnillinginum Neil.
Teir
báðir
fara
at
leika á bryggjuøkinum
nakað
undan
sjálvari
festivalbyrjanini
leygar-
dagin.
Angela og Hannibal
n Børnini verða ikki gloymd
og partur av jóansøkuni og
jóansøkufestivalskránni er
eisini, at Angela og Hannibal
fara at undirhalda. Hetta
hendir á bryggjuøkinum
leygardagin, nakað áðrenn
Jóansøkufestivalurin byrjar
leygardagin á Eiðinum.
Angela
og
Hannibal
hava í fleiri ár verið tey,
ið føroysk børn í øllum
aldri hava verið hugtikin
av. Nú er nakað síðani tey
vóru at síggja á palli, men
tey hava gjørt av at vitja
Jóansøkufestivalin og at
gleða børnini, sum vitja
á bryggjuøkinum í Vági
leygardagin.
rth á Jóansøkufestivalin 2006
Den Danske Mafia
200
Land og synir
Maria Guttesen
Robert og vinmenn
jóansøka