Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2006 27 jóansøka Jákup Magnussen sigur frá Røddin er kend frá útvarpi og óteljandi ferðir hevur hann verið frásøgumaður, tá stór tiltøk hava verið. Jákup Magnussen hevur royndirnar og dugur kynstrið at leiða festivalgestirnar trygt ígjøgnum festivalskránna og soleiðis verður eisini á Jóansøkufestivalinum í ár Røddin er ein hin kendasta í landinum. Jákup Magnus­ sen er ein kend útvarpsrødd, men mong kenna hana eisini frá so mongum til­ takið, har hann hevur verið frásøgumaður, t.d. við mongu Prix Føroyar kon­ sertirnar, men hann hevur enntá eisni roynt seg við klassiskum, tá nýggjárs­ konsert hevur verið í Norð­ ur­­landahúsinum. At “verða á” live er ongin trupulleiki hjá Jákupi. Hann trívist kanska best, tá tað hendir her og nú, freistast ein at halda. Tað vit seinast minnast Jákup frá í út­ varpshøpi eru frálíku live­ sendingarnar seinnapartar, ið høvdu heitið Nón. Eins og í fjør, so verður tað Jákup Magnussen, ið verður live á Jóansøku­ festivalinum sum frásøgu­ maður, ein uppgáva, ið hann altíð megnar til UG. Meðan bólkarnir gera seg klárar at fara á pallin at framføra live, er tað Jákup Magnussen, ið leiðir festi­ valgestirnar frá einum bólki til annan við teimum boð­ um, upplýsingum og kanska skemtiligu viðmerkingum, ið hóska til støðuna. Leiklutur frásøgumansins skal ikki undirmetast, tí tað er hann,, ið oftast skal á pallin, men við einum tí mest roynda á økinum, er Jóansøkufestivalurin í góð­ um hondum aftur í ár. Jóansøkufestivalur Jóansøkufestivalurin satsaði rætt Tá Jóansøkufestivalurin í fjør valdi at fáa íslendska gentubólkin Nylon til Føroya, var hetta at gott val, tí nú hevur bólkurin verið á stórari tónleikaferð við einum av stóru nøvnunum innan tónlekin Ungu genturnar í Nylon gjørdust eitt av tveimum útlendskum nøvnum á fyrsta Jóansøkufestivalinum, sum var í fjør. Høvuðsnavn var AS Sweet. At velja júst Nylon vísti seg ikki at vera heilt av leið. Bólkurin gjørdist ikki ein samdøgursfluga, men hevur bert voksið seg størri og betri. Tær hava nú endað eina tónleikaferð, har tær hava verið upphitingarbólkur hjá kenda bólkinum Westlife á teirra stóru tónleikaferð í vetur og í vár. Og slíkan møguleika er tað ikki ein og hvør og at genturnar í Nylon hava notið ferðina sæst, um ein vitjar heimasíðu teirra nylon.is, har nýggjur tónleikur frá teirra síðu eisini er at hoyra. Jóansøkufestivalur Frásøgumaðurin Jákup Magnussen saman við íslendsku gestunum í Nylon handan leiktjøldini á Jóansøkufestivalinum í 2005. Nylon á Jóansøkufestivalinum í fjør