Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 116 - 20. juni 2006 jóansøka Leygarkvøldið vitjar Útvarp Føroya á Eiðinum í Vági, har Jóansøkufestivalurin 2006 fer fram og sent verður beinleiðis Jóansøku­ festivalurin Tað hevur ikki verið van­ ligt at senda beinleiðis av jóansøku, tó tað seinnu árini er hent nógv á hesum økinum og t.d. Norð­ oyarstevnan hevur verið varpað beinleiðis, eins og Ólavsøkan.Vit kenna eisini undansendingarnar, ið ofta eru undan stevnunum. Men við Jóansøkufesti­ val­inum eru nógvar broyt­ ingar í ár. Eitt er, at Smyril siglir, so tað hóskar betur til stevnu og festival, og har ein stór broyting er, at Smyril siglir norð aft­ur úr Vági til Havnar leygar­ kvøld klokkan 01:00, tá festi­valurin endar. Annað er, at leygar­ kvøld­ið á jóansøku send­ ir ÚF beinleiðis frá Jóan­ søkufestivalinum. Elis Poulsen og Dagfinn Olsen eru vertir, tá ÚF sendir beinleiðis frá Jóan­ søkufestivalinum og teir fara at hitta jóansøku- og festivalgestir og høvi verður at hoyra festivaltónleik og kenna ein farra av festival- og jóansøkuróminum bein­ leiðis. ÚF sendir bein­leiðis frá Jóansøkufestivalinum Elis Poulsen er annar verturin, tá ÙF sendir frá Jóansøku­ festivalinum