Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2006 31 jóansøka Thorbjørn Risager Blue 7 fer rættiliga at spíla seg út á Jóansøkufestivalinum, men teir leggja tó eisini leiðina fram við Kagganum í Havn Tónleikur Eitt av útlendsku nøvnunum á Jóansøkufestivalinum er bólkurin Thorbjørn Risager blue 7. Longu hóskvøldið eru teir annar parturin í tí, ið rópt verður eitt hitt besta blueskvøld í Føroyum nakrantíð. Tá spæla teir í Stóra Pakkhúsi í Vági og á pallin fara tá eisini GoGo Blues. Ætlandi fara hesir tá eisini at royna seg saman í blues jammi, og er hetta startskotið til Jóansøkufestivalin. Fríggjakvøldið fer so Thorbjørn Risager á stóra pallin á Jóan- søkufestivalinum vesturi á Eiðinum í Vági og verður hetta væntandi ein rimmar konsert, har tað 7 mans stóri bólkurin av álvara fer at spíla seg út. Bólkurin er ikki ein og hvør, tí í fjør varð bólkurin útnevndur til ársnins bluesnavn fyri 2005 við jazzfestivalin í Keypmannahavn. Kaggin Nevnast kann at Gogo Blues fara á Jóansøkufestivalpallin leygarkvøldið. Men leygarkvøldið leggja Thobjørn Risager og hansara menn so leiðina fram við Kagganum í Havn har teir eisini fara á pallin, innan teir halda ferða fram av landinum aftur, tí teir eru umbidnir á festivalar fram til seint í heyst og hava og skulu ætlandi vitja í fleiri londum. Thorbjørn Risager í Havn og á Jóansøku í Vági