týsdagur 20. juni 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 116 - 20. juni 2006
jóansøka
Kirkjukórið Ljómur
hevur fyri stuttum
keypt sethúsini
vestanfyri Vágs
kirkju. I hesum
sambandið verður
skipað fyri reseptíón,
kafé, listaframsýning,
sang- og hugnaløtu
í Ljómhúsinum á
jóansøku
Kórhús
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ætlanin hjá kórinum er,
at húsið skal vera aktivur
savningarstaður og karmur
um kór-, tónleika- og
mentanarlív í Vági og í
Suðuroynni.
Tórskvøldið 22. juni
kl.20 hevur Jóannes Nolsøe
orgulkonsert í Vágs kirkju.
Reseptión aftaná
Aftaná konsertina verður
Reseptión í Ljómhúsinum,
har øll áhugað hava høvi at
støkka inn á gólvið í samband
við, at húsið alment verður
tikið í nýtslu.
Annars hendir ein hópur
í húsinum um jóansøkuna.
Kafé og listaframsýning
verður seinrapartarnar og
sang- og hugnaløtur um
kvøldarnar kl. 19-21, sigur
kórið í tíðindaskrivi.
Sjálvur tónleikur er ein
avgerandi partur av tí at fara
á festival, men matur og
drekka og gott lag annars,
hava eisini stóran týdning
fyri hvussu ein festivalur
eydnast – fyri hvussu gestir
hava tað á festivalinum.
– Og har er greitt, at ongin
noyðist at ganga svangur
á Jóansøkufestivalinum. Í
samstarvi við VB og VB/
Sumba verða borðreitt
við framúr góðum mati á
Jóansøkufestivalinum. Á
menu’ini er m.a. grillaðir
búffar við eplabátum,
salat og sós, grillspjót við
tilhoyri, ymisk sløg av
góðum smyrjibreyði, góð
víkingasuppa, grýturættur,
og so framvegis. Tostan
kann man sløkkja við kaffi,
te, sodavatni ella Svali – ella
við góðum íslendskum øli
frá Vífilfell ella føroyskum
kvalitets øli frá Restorffs.
Karmarnir eru til staðar- og
tað er tað góða!
Ongin noyðist at
ganga svangur á
Jóansøkufestivalinum
Nú í Jóansøkuvikuni
og sjálvar festival-
dagarnar verður
tað gjørligt at keypa
1 dags pass til
Jóansøkufestivalin
Tað
vil
siga
keypa
atgongupass til fríggjadagin
og
atgongupass
til
leygardagin. Hesi pass
geva so bert atgongd til 1
dag. Fríggjadagspassini
kosta 350,- kr. og tað gera
leygardagspassini eisini.
1 dags passini fáast í
Jóansøkuvikuni til keyps á
Kunningarstovuni í Vági,
umframt at tey eisini fáast
til keyps við inngongdina á
Jóansøkufestivalinum.
Ein dags pass til festivalin
Eins og á Jóansøku-
festivalinum í fjør, so skulu
pappírs atgongumerkini
býtast um við armbond
áðrenn
farið
verður
á
Jóansøkufestivalin.
Tú kann býta um títt
atgongumerki við armband á
Kunningarstovuni í Vági og á
Kunningarstovuni á Tvøroyri
alla
Jóansøkuvikuna.
Harumframt kanst tú býta um
armbond við inngongdina á
Jóansøkufestivalin.
Umbýtið til armbond
Kirkjukórið Ljómur keypt hús