týsdagur 20. juni 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 116 - 20. juni 2006 ]
eisini gott flog, og áðrenn
hálvt málið var rógvið, var
Ørnin fremst, og síðani var
spurningurin bara, hvussu
sannførandi sigurin fór at
verða.
At Sílið skuldi verða næst
fremst tóktist tað leingi ikki
at vera nakar ivi um. Men
á síðsta teininum bjóðaðu
bæði Ritan og Jallurin Síl
inum av. Tær úr Havnar
Róðrarfelag megnaðu tó at
halda avbjóðararnar aftan
fyri seg, men tað var sera
tætt. Á málinum var Sílið
skutin frammanfyri Rituna,
sum var tað mesta av einari
bátslongd undan Jallinum.
Avrikið
hjá
teimum
umborð á Rituni kundi
bent á, at tað fer at verða
spennandi á Jóansøku. Í
hvussu so er í kappingini
um næstfremsta plássið. Á
Kollafirði kiksaði tað hjá
Rituni, sum endaði á fimta
plássi. Hesa ferð endurvunnu
tær triðja plássið, sum tær
vunnu á Norðoyastevnu.
At Sílið, Ritan, Jallurin
ella nakar annar bátur skal
gera nakað við Ørnina man
vera rættuliga ivasamt.
Hesa ferð kiksaði
tað hjá Knørri,
meðan Ørvur við
sannførandi avriki
tryggjaði Havnar
Róðrarfelag fyrsta
sigurin í hesum
árinum
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Eftir Sundalagsstevnuna
varð víst á, at tað var merkis
vert, at eingin manning hjá
størsta og traditiónsríkasta
róðrarfelagnum av øllum,
Havnar Róðrarfelag, hevði
vunnið nakran róður.
Sjálvandi hava tey
í Havnar Róðrarfelag
longst eftir sigrum og
steypum, og tí var einki
at siga til, at fagnaðurin
var ovurhonds stórur, tá ið
Ørvur í sannførandi stíli
kom fyrstur á mál, tá ið 8-
mannaførini kappaðust.
Fagnaðurin var stórur
bæði á bátinum og mill
um mongu og trúføstu
áskoðararnar, sum fylgja
bátunum hjá Havnar Róðr
arfelag.
Hóast talan var um
fyrsta sigurin í ár, so var
hann ikki óvæntaður.
Knørrur var fremstur á
Norðoyastevnu og aftur á
Sundalagsstevnuni. Í Klaks
vík var Knørrur tað mesta
av einari bátslongd undan
Ørvi, og í Kollafirði fóru
bátarnir á mál mest sum
stavn um stavn.
Argjabáturin var bragd
ligur í startspurtinum,
og Argjabáturin fylgdi
leingi væl við. Hjá
Knørri stemmaði tað
ikki rættuliga. Teir fingu
tíðliga gula kortið, og tað
tóktist sum um, at sinniliga
yvirskotið, sum teir hava
havt í tveimum teimum
fyrstu kappingunum, var
burtur.
Á 1000 metra málinum
var Ørvur fremstur, og so
gjørdist fjarstøðan aftur til
hinar bara størri og størri.
Knørrur stríddist leingi
við at taka Argjabátin.
Tað gekk striltið, men at
enda glapp. Tá var Ørvur
runnin væl framum, og í
endaspurtinum var eingin
spurningur um, at tað fór
at verða Ørvur, sum vann.
Avrikið hjá Ørvi hesa ferð
ber boð um, at spenningur
nú er komin í kappingina
um FM.
Leygardagin á Jóansøku
í Vági fæst at síggja, um
teir umborð á Knørri hava
funnið stevið og áralagið
aftur.
8-mannafør
1. Ørvur
7.10,23
2. Knørrur
7.14,08
3. Argjabáturin 7.17,12
4. Nevið Reyða 7.34,20
Støðan
1. Knørrur
19 stig
2. Ørvur
17 stig
3. Argjabáturin
12 stig
4. Nevið Reyða
9 stig
Ørvur lyftið lagið í HR
6-mannafør kvinnur
1. Riddarin
4.54,20
2. Lómur
4.59,00
3. Smyril
5.05.00
4. Jarnbardur
5. Hvessingur
Støðan
1. Riddarin
19 stig
2. Lómur
17 stig
3. Smyril
12 stig
4. Jarnbardur
10 stig
5. Hvessingur
6 stig
5- mannafør gentur
1. Frúgvin
5.38,21
2. Hvassi
5.39,23
3. Blikur
5.40,03
4. Drekin
5. Havfrúgvin
6. Ørnin
7. Firvaldur
8. Sílið
9. Dúgvan
Støðan
1. Frúgvin
19 stig
2. Blikur
14 stig
3. Drekin
12 stig
4. Havfrúgvin
9 stig
5. Hvassi
7 stig
6. Dúgvan
3 stig
7. Ørnin
3 stig
5-mannafør kvinnur
1. Ørnin
5.24,12
2. Sílið
5.29,09
3. Ritan
5.30,13
4. Junkarin
5. Drekin
6. Tjaldrið
7. Báran
8. Blikur
Støðan
1. Ørnin
21 stig
2. Sílið
15 stig
3. Ritan
10 stig
4. Jallurin
10 stig
5. Junkarin
7 stig
6. Drekin
3 stig
U19 hevur úttøkuvenjing
U-19 landsliðsvenjarar, hava sent boð eftir hesum spælarum til úttøkuvenjing
mikukvøldið: Levi Hansen Skála, Trúgvi Askham FSV, Ólavur í Ólavstovu
HB, Kristoffur Jacobsen KÍ, Bogi Løkin NSÍ, Einar Hansen NSÍ, Jón Krosslág
VB, Jóhan Davidsen Skála, Frank Poulsen ÍF, Sam Jacobsen GÍ John Hansen
B36, Johan Ellingsgaard B36, Ári Samson KÍ, Mathias Samuelsen KÍ, Rógvi
Rygshamar LÍF, Henning Joensen VB, Filip Jacobsen NSÍ, Andreas Poulsen
EB/Str., Rúnar í Lon Jacobsen B36, Brian Hansen EB/Streymur, Tonny Kruse
EB/Streymur, Niklas Eysturoy HB og Jan Martin Mortensen NSÍ.
ÍF Føroyar nærkast toppinum
Besta mansliðið hjá føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyar, hevur nú otað seg upp
í oddin í Keypmannahavnarseriuni. Leygardagin vann liðið 3-1 á botnliðnum
Union. Málini skutu Pætur Dahl, Jørgin Meitilberg og Allan Michelsen. Hin
bæði oddaliðini taptu sínar dystir, og tí hevur ÍF Føroyar styrkt um sína støðu
í oddinum. ÍF Føroyar liggur nevniliga á øðrum plássi á stigatalvuni - trý stig
aftanfyri oddaliðið. Fremsta liðið flytur beinleiðis upp, meðan liðið á øðrum
plássi sleppur at spæla uppflytingardyst. ÍF Føroyar hevur nú ein dyst eftir áðrenn
summarsteðgin.