týsdagur 20. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 116 - 20. juni 2006 ]
Ukraine gjørdi bart
Eftir stóra vónbrotið í fyrsta HM-dystinum fótaði
Ukraine sær av álvara í dystinum í gjárkvøldið.
Ukraine spældi ímóti Saudi Arabia, og liðið úr
Miðeystri fekk av at vita. Ukraine vann heili
4-0, og harvið løgdu teir greiða tapið ímóti
Spania aftur um seg. Málskjúttar hjá Ukraine
vóru Rebrov, Schevchenko og Kalinitschenko.
Ukraine hevur nú ein dyst eftir at spæla, og tað
er líkt til, at teir kunnu noyðast við javnleik í
dystinum, sum er ímóti Tunesia
Spania vísti tol og vann
Hóast Spania kom aftur um 1-0 í dystinum ímóti Tunesia í
gjárkvøldði, var eingin panikkur í sponku leguni. Venjarin
skifti tveir mans út í hálvleikinum, og annar av teimum,
sum kom á vøllin, setti gongd í spanska liðið aftur. Tað var
legendan Raul, sum javnaði til 1-1 stutt eftir, at hann var
komin inn. Fernando Torres tók síðani yvir og gjørdi tvey mál
afturat, so at Spania vann dystin 3-1. Torres er nú toppskjútti
í HM-kappingini í Týsklandi.
Hvørt venjingarkvøld
er sum á
Norðoyastevnu,
og leygarkvøldið
tóku 300 ímóti, tá
ið Sundabáturin og
Ritan komu til hús
aftur
RÓÐRARFELAG VIÐ
BLÍÐUM BYRÐI
Jóannes Hansen
Tað kókar í Hvannasundi.
Soleiðis
plagar
at
verða tikið til, tá ið tað
viðhvørt eitt sindur seinni
á árinum plagar at vera
nógvur høgguslokkur í
Hvannasundi.
Longsti dagur er í morg
in, men longu nú kókar
tað í Hvannasundi. Síðani
Sundabáturin kom, hevur
róðraráhugin
verið
so
stórur í Hvannasundi og
Norðdepli, at tað hevur
verið sammett við seksti
árini, tá ið Norðingur var
upp á tað besta og dróg
nógvar sigrar og FM heiti
norður í Sund.
Nú kennist tað sum um,
at róðraráhugin slær øll
met. Leygarkvøldið vóru
trý hundrað fólk og tóku
ímóti, tá ið Sundabáturin og
Ritan við nógvum skreyti
komu ígjøgnum trongu
tunnlarnar.
Gamli handilin hjá Debusi
Christiansen í Norðdepli er
karmur um virksemi hjá
róðrarfelagnum. Har eru
maskinurnar, sum óføru
rógvararnir hava fyrireikað
seg til róðrarárið á, og har
savnaðist
stóri
skarðin
leygarkvøldið.
– Tá ið bátarnir vandu
mánakvøldið fylgdu so
nógv við, at tað næstan
var sum á Norðoyastevnu.
Tað eru ikki bara fólk úr
báðum bygdunum her hjá
okkum, sum eru spent í
Rituni og Sundabátinum.
Onkur av Viðareiði og
fleiri úr Klaksvík rógva
við, og tað smittar av sær.
Nógv viðhaldsfólk vóru í
Runavík leygardagin, og
tað verður nógv tosað um
at fara suður til Vágs nú
leygardagin, sigur Lena í
Buð, sum er nevndarlimur
í róðrarfelagnum. Beiggi
hennara, Niels, er formaður,
men hann er burturstaddur,
men tað er so mikið heppið,
at vit fáa fatur á einum
øðrum nevndarlimi undir
sama taki!
Øll tey, sum leygarkvøldið
vóru komin saman at fagna
óføru
manningunum,
vórðu
bjóðað
suppu.
Kappróðrarprátið
var
nógv, og soleiðis hevur tað
verið síðani. Í bilum og
til gongu og úr vindeygum
við kikarum verða óføru
manningarnar eygleiddar,
tá ið tær rógva frá oljukaiini
og norður á Mása kaiina.
Ritan
Dreingirnir
umborð
á
Rituni hava við sigrinum
á Skálafjørðinum lagt seg
á odda í FM kappingini.
Sigurin var ikki óvæntaður,
tí Ritan vann eisini á
Kollafirði, og í Klaksvík
vóru teir næstfremstir.
Aftur hesa ferð var størsta
kappingin við Jallin. Ritan
fekk saman við Havfrúnni
besta startin. Kollur og
Jallurin gingu eisini væl.
Havfrúgvin
var
leingi
heilt frammi í oddinum,
men í endaspurtinum var
spurningurin, um Jallurin
fór at megna at gera nakað
við Rituna. Eina lítla løtu
tóktist tað sum um, at lítla
hálva bátslongdin tók at
tódna, men á seinastu hálvt
hundrað metrunum vóru
tað teir umborð á Rituni,
sum áttu mestu orkuna, og
á málstrikuni var eingin ivi
um, at tað var Ritan, sum
hevði vunnið, og at tað nú
er Ritan, sum er fremst í
FM kappingini við Jalli í
hølinum.
Higartil hava tað bara verið
hesar báðar manningarnar,
sum hava kappast um
sigrarnar. Einki í róðrinum
á Skálafjørðinum bendu á,
at aðrir bátar fara at blanda
seg. Kollur var tað mesta av
einari bátslongd aftanfyri
Jallin, Havfrúnna og Sílið,
sum tað var lítil og eingin
munur ímillum.
Sundabáturin
Setningurin hjá teimum
umborð á Sundabátinum
var at taka Sølmund, sum í
heimasjógvi ætlaði at verja
góðu støðuna, sum teir við
sigrum í tveimum teimum
fyrstu kappingunum høvdu
vunnið sær.
At hetta ikki fór at vera
dagurin hjá teimum í
Kappróðrarfelagnum NSÍ
sást longu í hesi kappingini.
Sundabáturin fekk besta
startin, Sølmundur hekk
væl í, og eitt skifti fekk hann
skutin framum Sundabátin.
Men á 1000 metra málinum
hevði Sundabáturin munin,
og síðani var tað bara ein
spurningur, hvussu tryggur
sigurin fór at verða.
Á málinum var fjarstøðan
frá Sundabátinum og aftur
til Sølmund meiri enn
ein bátslongd, og so var
tað langt aftur til hinar
bátarnar.
Tað kókar norðuri í Sundi
5-mannafør dreingir
1. Ritan
5.08,14
2. Jallurin
5.09,11
3. Kollur
5.12,04
4. Havfrúgvin
5. Sílið
6. Blikur
7. Drekin
8. Strípan
Støðan
1. Ritan
18 stig
2. Jallurin
17 stig
3. Kollur
13 stig
4. Havfrúgvin
9 stig
5. Sílið
5 stig
6. Strípan 2 stig
7. Blikur
2 stig
6-mannafør menn
1. Sundabáturin
7.28,23
2. Sølmundur
7.31,01
3. Jarnbardur
7.37,11
4. Smyril
5. Hósvíkingur
6. Páll Fangi
7. Gongurólvur
8. Lómur
9. Víkingur
10. Kollfirðingur
Støðan
1. Sølmundur
19 stig
2. Sundabáturin
17 stig
3. Jarnbardur
12 stig
4. Smyril
8 stig
5. Hósvíkingur
5 stig
6. Gongurólvur
4 stig
7. Páll Fangi
1 stig
Formulaliðið
Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum,
sum stóðu seg væl í 13. umfari av Formuladeildini