Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2006 35 Skrivstovufólk til Tinglýsingarstovuna Søkt verður eftir tveimum skrivstovufólkum, einum til fulla tíð og einum til niðurstta tíð (20 tímar), at byrja skjótast til ber. Uppgávur Fulltíðarstarvið fevnir í høvuðsheitum um at skráseta í tinglýsingarskipanini og í fíggjarstýringarskipan landsins (FSL), umframt at hjálpa til við øðrum uppgávum á stovninum. Starvið við niðursettari tíð fevnir í høvuðsheitum um at skráseta innkomin skjøl og føra kassan, umframt at hjálpa til við øðrum uppgávum á stovninum. Faklig førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar til fulltíðarstarvið skulu harumframt duga at arbeiða við fíggjarstýringarskipan landsins (FSL). Umsøkjarar til hitt starvið skulu duga at arbeiða við kassaroknskapi. Løn og setanartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Monu Wang, leiðara, tlf. 314503. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast Tinglýsingarstovuni Undir Glaðsheyggi 14 Postboks 89 FO-110 Tórshavn og skulu vera Tinglýsingarstovuni í hendi í seinasta lagi 23. juni 2006, kl. 12.00. Miðvágs kommuna søkir námsfrøðingar og hjálparfólk til útibarnagarð á Vatnsoyrum Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki at arbeiða ávíkavist 35, 30 og 25 tímar, at byrja 1. august 2006 ella eftir avtalu. Í útibarnagarðsstovuni koma at ganga 15 børn, sum skulu halda til í hølum og frálíku náttúruni á Vatnsoyrum. Børn og starvsfólk ferðast við bussi frá Frítíðaransingini í Miðvági har børnini verða avleveraði fyrrapart og avheintaði seinnapart. Námsfrøðingar: Væntað verður, at tann ið søkir, hevur lokið námsfrøðiliga útbúgving, hevur fakligan dugnaskap, hug og hegni at arbeiða við børnum og dugir væl at samskifta og samstarva, í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk, vil verða við til at skipa fyri einum mennandi og stimbrandi gerandisdegi fyri børnini, og er sinnaður at brúka náttúruna sum nátúrligan part av arbeiðinum. Hjálparfólk: Væntað verður, at tann ið søkir hevur góð samstarvsevni, hug og hegni at arbeiða við børnum, og í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk, vil verða við til at skipa fyri einum mennandi og stimbrandi gerandisdegi fyri børnini, og er sinnaður at brúka náttúruna sum nátúrligan part av arbeiðinum. Lønar- og setanartreytir størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í Frítíðaransingini, á tel. 229446. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og viðmælum, merkt »umsókn«, skulu sendast til. Frítíðaransingin í Miðvági Miðvágs Kommuna 370 Miðvágur Umsóknarfreistin er týsdagin 4. juli 2006 kl. 12. Miðvágs kommuna søkir námsfrøðingar og hjálparfólk til frítíðaransingina Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum og einum hjálparfólki at arbeiða 25 tímar, at byrja 14. august 2006 ella eftir avtalu. Frítíðaransingin hevur 2 ár á baki, og halda vit til í hølunum hjá Filadelfia í Miðvági tætt við fótbóltsvøllin, sandin og vøkru Viðalundina á Tungu. Har er í løtuni pláss fyri 17 børnum. Námsfrøðingar: Væntað verður, at tann ið søkir, hevur lokið námsfrøðiliga útbúgving, hevur fakligan dugnaskap, hug og hegni at arbeiða við børnum og dugir væl at samskifta og samstarva, og í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk, vil verða við til at skipa fyri einum mennandi og stimbrandi gerandisdegi fyri børnini. Hjálparfólk: Væntað verður, at tann ið søkir hevur góð samstarvsevni, hug og hegni at arbeiða við børnum, og í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk, vil verða við til at skipa fyri einum mennandi og stimbrandi gerandisdegi fyri børnini. Lønar- og setanartreytir størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelag Føroya. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran í Frítíðaransingini, á tel. 229446. Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og viðmælum, merkt »umsókn« skulu sendast til. Frítíðaransingin í Miðvági Miðvágs Kommuna 370 Miðvágur Umsóknarfreistin er týsdagin 4. juli 2006 kl. 12. Hús í Klaksvík til sølu Um nóg gott boð fæst, eru sethúsini á Vágsgeil 5 til sølu. Grundøki er uml. 300 fermetrar til støddar. Sethúsini eru í 2 innrættaðum hæddum á ca 80 fermetrar hvør hædd. Tlf. 455626 ella 275426 Jørð í Gásadali til sølu Hervið vera 2 gyllin jørð (matr. nr. 30) í Gásadali, Ryggsvíkin, seld, um hóskandi boð fæst. Hervið fylgir eitt stykki innangarðs við, sum er 494 m2. Áhugað kunnu ringja á tlf. 327130 ella 281130 helst aftaná kl. 18.00