Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2006 45 Puntur nr.16 Fríggjadagin fáa allir føroyingar møguleikan at flúgva til Hetlands, og uppliva oyggjarnar har, sum ikki eru ólíkar Føroyum, men samstundis eru serligar á sín egna hátt FERÐAMÁL Hetland er okkara nærmasta grannatjóð, og fríggjadagin fer at bera tll okkum øllum at flúgva til oyggjarnar, og uppliva Hetland, sum vit halda vit hava so nógv til felags við. Men hóast at Hetland og Føroyar hava nógv fe­lags­ eyðkenni, so eru líka nógv, sum brýtur frá og ger oyggj­arnar heilt serstakar. Mentanin og søgan gongur meiri enn 7000 ár aftur í tíðina, og hóast talan er um ein oyggjabólk eins og Føroyar, so er náttúran serstøk og eigur at upp­ livast. Enskt og ikki norrønt Hóast tey á Hetlandi tosa enskt, og ikki nørrønt sum fyrr í tíðini, so eigur ein ikki at undirmeta serligu hetlendsku dialektina, ið setur sín heilt sermerkta dám á málið. Men hóast upprunamálið ikki livir í dag, so er tað tó í ein ávísan mun varðveitt við bygda-, staðar- og gøtunøvnunum. Hetta eru nøvn, sum allir føroyingar kenna aftur og skilja týdningin av, og sum er við at gera Hetland til eitt heimligt stað at vera, men samstundis eisini til eitt áhugavert og spennandi land at kanna nærri og upp­ liva. Ríka fuglalívið ger eis­ini oyggjarnar serliga áhuga­ verdar at vitja. Har súlan bert er at finna í Mykinesi hjá okkum, so kunnu het­ lendingar breggja sær av, at á oyggjum teirra eru ikki færri enn 46.000 súlur og 200.000 lundar. So fyri tey, sum hava áhuga fyri fuglum og fuglalívið, er Hetland eitt paradís. 100 oyggjar, og bert 22.000 íbúgvar Møguleikarnir at ferðast í Hetlandi og kring oyggj­ arnar eru sera góðir. Har eru fleiri nýmótans og hugnalig hotellir, gistingarhús, summarhús og møguleikin, sum nógv ferðandi dáma sera væl, men sum at kalla ikki er í Føroyum, nevniliga ból og biti (bed & breakfast) er eisini ein máti at búgva uppá á oyggjunum. Bróðurparturin av gist­ ingarmøguleikunum er at finna á meginøkinum, men fleiri av teimum smærru oyggjunum hava eisini góð­ ar gistingarmøguleikar. Og oyggjarnar eru nógvar í tali. Fleiri enn hundrað eru tær, men tað er bert á 15 oyggjum, at teir góðir 22.000 íbúgvarnir hava valt at búsett seg. Á sama hátt sum í Før­oy­ um, hava tey í Hetlandi eitt væl útbygt samferðslunet við góðum vegum, ferjum og brúgvum, sum gera tað lætt at ferðast úr Lerwick runt oyggjarnar. Sambært hetlendingum, so er Hetland staðið, har Skotland og Skandinavia møtast, og har norðsjógvurin og atlantshavið hittast. Nú summarið er í hond­ um, eru dagarnir, á sama hátt sum her heima, sera langir. Hetlendingar eru blíðir av lyndi og taka væl ímóti ferðafólki, so tað er bara at pakka taskuna og fara avstað. Hetland, heimligt men spennandi