Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 116 - 20. juni 2006 Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini eitt so fjarskotið stað sum Ný Sæland. Í hesum døgum sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitja aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsað sær at vitjað. Mínar vitjanir í London hava verið alt ov stuttar, sum transit ferðafólk í Heath­row, við tokið úr Gattwick til Canterbury og í arbeiðsørindum í sambandi við GBOB finaluna. Men býurin tikist sera spennandi. Ríka mentanarlívið við sjón­ leikarhúsum, konserthøll­ um og framsýningarhølum, ið lokkað heimsins bestu listafólk til hagar, kitlar mítt forvitni. Í býnum eru ótrúliga nógv­ar ymiskar mentanir savn­aðar, og hetta ger hann sera litríkan, eisini tá talan er um matstøð. Hóast siðbundni bretski køkurin ivaleyst saman við tí danska telist millum keðiligastu í heim­inum, so hevur Lond­ on matstovur, ið bjóða mat úr øllum heiminum, og øll teirra nógvu curries sigast næstan at vera vorðin eitt slag av nýbretskum tjóðarrætti. Eg havi eisini eitt hjarta, ið bukar fyri einum London fótbóltsfelagi, so at sæð Chelsea bukað til dømis Arsenal, Manchester United ella Liverpool á Stamford Bridge hevði ikki verið so galið. Men at verið har, tá Chelsea komandi ár á nýggja Wembley vinnur F.A. Cup finaluna í einum ikki so tøttum dysti móti Westham, hevði heldur ikki verið at kimsa at. Skapið framtíðina saman við okkum... 34 60 52 Skundflutningur um allan heim Dreymaferð nr. 5: London