fríggjadagur 23. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
5
– Eg ákæri ongan
vinnulívsmann
ella fyritøku. Tey
gera sjálvandi tað,
sum tey halda er
rætt undir verandi
um
støðum. Eg lasti
okkum sjálvum sum
politikarar fyri einki
at hava gjørt við hetta
málið sigur formaður
Tjóðveldisfloksins,
Høgni Hoydal, sum
enn einaferð heitir
á løgmann um at
kalla allar floksfor
menninar saman at
viðgera risastóru
skipasølurnar
Skipasøla
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú um dagarnar heitti
Høgni Hoydal, formaður í
størsta andstøðuflokkinum á
tingi, Tjóðveldisflokkinum
á løgmann um at kalla for
menninar í øllum flokkum
saman til at viðgera aktuellu
støðuna, sum hevur tikið
seg upp í kjalarvørrinum
á teimum ovurstóru skipa
sølunum, sum hava verið
í seinastuni. Anfinn Kalls
berg, formaður í Fólka
flokkinum heldur tað vera
nóg mikið, at samgongan
tekur málið upp, tá tingið
kemur saman aftur. Hesum
er Høgni Hoydal ósamdur
í eins og hann ikki kann
taka undir við tí, sum hann
nevnir ”uttanumtos” frá
leiðsluni í Fólkaflokkinum.
Uttanumtos
– Eg havi lisið tað, sum
Jørgen
Niclassen
og
Anfinn Kallsberg úr Fólka
flokkinum siga um skipa
sølurnar, og tað fær meg bara
at staðfesta, at vit føroyingar
eru heimsmeistarar í uttan
umtosi. Tá teir og onnur
við tosa um skatting, so
er tað enn eitt dømi um
uttanumtos.
Kjarnin
í
málinum er tann, at fiski
rættindini eru ikki ogn hjá
einstaklingum. Tá Anfinn
Kallsberg so eisini fer at
tosa um ognarskatt, so er
tað jú púra burturvið, tí
fiskatilfeingið er ikki ogn
hjá einstaklingum.
Høgni Hoydal heldur tí
orðaskiftið longu verða heilt
avsporað, eitt nú tá tosað
verður um øvundsjúku og
um, at vinnulívsmenn ikki
skulu fáa nakað burtur úr
sínum innsatsi.
– Øll unna vit vinnulívs
monnum, sum skapa virði,
eisini at fáa avkast av sínum.
Men tað vit tosa um nú,
nevniliga sølu av kvotum,
eru ikki virði, sum einstakir
vinnulívsmenn hava skapt,
men tað er sølan av sjálvum
rættindum til at fiska. Og
tað eru ikki vinnulívsmenn,
sum hava bygt tað upp. Tað
er nakað, sum liggur undir
landsins myndugleika.
Formaður Tjóðveldisflok
sins heldur fast um, at tað
verða gjørdar so nógvar
royndir at sparka hetta
málið út til hornaspark, tí
man vil grugga tað. Hann
leggur áherðslu á, hvat hetta
málið veruliga snýr seg um,
nevniliga tað, at í okkara
lóggávu eru fiskirættindi og
fiskiríkidømi ogn Føroya
fólks. Tí er tað avsporað
at tosa um øvundsjúku og
skatting. Tosar man um
skatting, so hevur tú sam
tíðis viðurkent, at tað er
ogn hjá einstaklingum,
og tað gongur ikki leggur
tjóðveldisformaðurin aftr
at.
Heitti á løgmann
Høgni Hoydal sendi nú um
dagarnar bræv til løgmann
við ynski um, at hann kall
aði allar flokkar inn at
viðgera aktuella málið í
kjalarvørrinum á teimum
risastóru skipasølunum:
– Tað undrar meg stórliga,
at løgmaður ikki hevur
gjørt tað. Okkara mál er
at fáa eina skipan, har tað
almenna tilfeingið verður
leigað út til tey, sum skulu
brúka tað, og har tey so
mugu gjalda fyri tað til tað
almenna.
Hann hevur eisini við
merking til tað, sum Jenis
av Rana, formaður Mið
floksins hevur sagt um
sama mál: – Eg síggi, at
Jenis av Rana úttalar seg
til Sosialin um, at hetta er
prísurin fyri at fara í song
við Fólkaflokkinum. Tað er
rætt, og vit ætla okkum
heldur ikki at renna undan
ábyrgd fyri, at nakað átti
at verið gjørt við málið,
men tað er nústaðni nú tey
seinastu tvey árini, at man
hevur sæð tær heilt grovu
avleiðingarnar av verandi
skipan.
Høgni Hoydal sigur víð
ari, at tá teir vóru í samgongu
við Fólkaflokkinum brúktu
teir orku uppá at steðga
studninginum. – Ein kann
bara ímynda sær, hvussu
støðan hevði verið nú, um
studningurin varð settur
í verk aftur, sum fleiri
royndir vórðu gjørdar til
frá 1998 til 2002. Tá hevði
tú fyrst givið studning til
nakrar einstaklingar, og
síðani hevði tú eisini lovað
teimum at selt rættindini,
so tað hevði verið uppaftur
verri sigur hann og heldur
fram:
– Hetta er ein politiskur
trupulleiki, ið eingin polit
iskur flokkur kann renna
undan, og tí er tað ringasta,
sum kann henda, at man
fer at sparka bóltin út til
hornaspark alla somlu tíð
ina og geva hvørjum øðrum
skyldina. Vit eru til reiðar at
gera nakað við hetta alt fyri
eitt, og mín meting er, at
tað er ein stórur og breiður
politiskur meiriluti fyri at
gera hetta. Og tað má tí ikki
blokerast av tilvildarligum
minnilutum,
sum
bara
royna mjørkaleggja málið
við slíkum útsóknum sum,
at eingin unnir vinnulívs
monnum nakað og har roynt
verður at ræða við, at hetta
er vegurin til ognarskatt
osfr.
Ábyrgdin liggur í
Fiskimálaráðnum
– Tit hava sitið við leiðsluni
fyri fíggjarmálum í mong
ár, men hava kortini einki
gjørt við hetta?
– Tað hoyri eg fólk siga,
men tað er ikki rætt. Tí
vit brúktu ótrúliga nógva
tíð at stríðast ímóti, eisini
umsitingini av okkara fiska
tilfeingi oø. Serliga var tað
studningurin, sum tá var
í andglettinum. Vit vunnu
tað slagið. Vit umsótu ikki
fiskivinnuumsitingina, men
vit vóru eisini teir, sum
saman við Javnaðarflokkin
um og Sambandsflokkinum
søgdu, at umsitingin av
málinum viðvíkjandi rækju
flotanum skuldi fáa avleið
ingar fyri Jørgen Niclassen,
landsstýrismann. Vit vóru
eisini inni í Jógvan S málin
um, sum eisini er eitt av
teimum málum, ið liggur
á kantinum, har lógin sigur
eitt í eini grein og nakað
annað í eini aðrari.
So ein stórur partur av
trupulleikunum í fiskivinnu
lóggávuni er tann háttur,
sum hon verður umsitin
uppá, og tað hevur so bæði
verið av teimum táverandi
fiskimálaráðharrunum hjá
Fólkaflokkinum og nú eisini
hjá Sambandsflokkinum.
Tí kann man ikki skáka
sær undan hesum við at
siga, at Tjóðveldisflokkurin
gjørdi einki við málið í
samgongu, tí vit umsótu
ikki
fiskivinnumálini.
Høvdu vit tá verið greiðir
yvir, hvussu víttgangandi
hetta kundi blíva, so hevði
tað helst eisini verið eitt
uppaftur størri politiskt mál
tá. Men tað er nústaðni nú
undir hesi samgonguni, at
teir stóru handlarnir eru
farnir fram, og eisini har
útlendskur kapitalur kemur
inn. Tað kann ikki vera í
tráð við lógina. Tað ber ikki
til.
Ikki samgongumál
aleina
– Anfinn Kallsberg sigur
við Sosialin, at hetta er eitt
samgongumál og heldur,
at samgongan tí eigur at
viðgera tað?
– Løgmaður skal ikki
parkera hetta sum eitt sam
gongumál, tí so hendir
einki. Tað má takast upp
sum eitt mál millum allar
flokkar, og har eigur løg
maður at kalla allar floks
formenninar til fund.
Og her hevur formaður
Tjóðveldisfloksins so trý
boð uppá, hvat kann ger
ast:
– Vit eiga fyri tað fyrsta
beinanvegin at steðga tí,
sum stendur í lógggávuni
um samanlegging av veiði
loyvum. Vit síggja, at har
kunnu vera ein rúgva av
smærri skipum, sum einki
virði hava men sum kunnu
blíva seld til stórt virði,
bara tí tey hava rættindi og
tí man keypir tey saman til
eitt størri skip.
Síðani eiga vit at seta
ein fyribils steðg fyri at
flyta veiðuloyvi yvir, fyrr
enn man hevur avklárað
spurningin um almennu
ognina, og í triðja hava
vit ítøkilig uppskot til,
hvussu man kann gera eina
skipan, sum bæði er rættvís
fyri vinnuna, og har tað
almenna fær inntøkurnar
fyri at leiga rættindi út til
at fiska, nakað í sama stíl
sum tá vit geva loyvi til
oljuboring.
Sama skipan
sum við olju
Floksformaðurin
heldur
fyri, at føroyingar høvdu
verið á gosi, um t.d. tað
loyvið vit hava givið Statoil
á landgrunninum varð selt
víðari til BP fyri tíggjutals
milliardir. Tvs. at vit mugu
fáa eina skipan, har vit
umsita alt tilfeingi sum
almenn ogn og har skulu
gjalda fyri at kunna leiga
tað í ávíst tíðarskeið.
– Tað er okkara ítøkiliga
boð uppá framtíðina sam
tíðis sum vit gera nakað
fyribils fyri at steðga tí,
sum nú hendir. Gera vit
einki við hetta, so verður
tað sera trupult hjá øðr
um at sleppa framat í
fiskivinnuni, tá man longu
skal gjalda ein okurs prís á
privata marknaðinum fyri
at sleppa upp í vinnuna.
Hvat viðvíkur útlendsku
íløgunum í føroyskari fiski
vinnu heldur Høgni Hoydal,
at tað, sum nú hendir kann
ikki vera í tráð við lógina,
tí hon sigur, at tað er bert
loyvt við einum triðingi á
útlendskum hondum, og
handlarnir, sum nú fara
fram, eru so stórir, at her
má útlendskur kapitalur
verða uppi í í stóran mun.
– Eg dugi ikki at síggja,
at tað hevði borið til at
gjørt hesar handlar, um ikki
tað vóru sterkar útlendskar
kreftir aftanfyri. Og at man
vil gjalda so høgan prís
má vera fyri at fáa ræðið
á nøkrum fiskirættindum,
sum man roknar við bæði
verða kvoterað og enn meira
regulerað í framtíðini.
Ákæri ikki
vinnulívsmenn
– Meinar tú harvið, at teir
føroyingar, sum eru við í
hesum, hava gjørt nakað
ólógligt?
– Nei. Eg meini ikki, at
nakar vinnulívsmaður skal
ákærast fyri at gera nakað
ólógligt, tí tað er jú tann
myndugleikin, sum umsitur
hetta, ið skal meta um, hvørt
tað er ólógligt ella ikki. Vit
vita, at fiskivinnulóggávan
er so mikið løgd upp í
hendurnar á umsitingini á
landsstýrismanninum, at
tað er púra avgerandi, hvat
landssstýrismaðurin sigur
og metir um tað. Eg ákæri
ongan vinnulívsmann ella
fyritøku. Tey gera sjálvandi
tað, sum tey halda er rætt
undir verandi umstøðum.
Eg lasti okkum sjálvum
sum politikarar fyri einki at
hava gjørt við hetta málið.
Nú nyttar einki at kasta
bóltin ímillum sín og sparka
hann til hornaspark, men vit
mugu gera nakað her og nú,
og tað er ábyrgdin hjá øllum
politikarum sigur formaður
Tjóðveldisfloksins, Høgni
Hoydal við Sosialin.
Høgni Hoydal um ristóru skipasølurnar:
– Eg ákæri ikki
vinnulívsmenn men
lasti politikararnar
tíðindi
Eg ákæri ongan vinnulívsmann
ella fyritøku. Tey gera sjálvandi tað,
sum tey halda er rætt undir verandi
umstøðum. Eg lasti okkum sjálvum
sum politikarar fyri einki at hava
gjørt við hetta málið.
”
Nú nyttar einki at kasta
bóltin ímillum sín og sparka
hann til hornaspark, men vit
mugu gera nakað her og nú,
og tað er ábyrgdin hjá øllum
politikarum.
”
Eg dugi ikki at síggja, at tað hevði borið til at gjørt
hesar handlar, um ikki tað vóru sterkar útlendskar
kreftir aftanfyri. Og at man vil gjalda so høgan prís
má vera fyri at fáa ræðið á nøkrum fiskirættindum,
sum man roknar við bæði verða kvoterað og enn
meira regulerað í framtíðini.
”
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins: -Tað er burturvið
at tosa um skatting í hesum føri, tí tú kanst ikki gjalda skatt av
nøkrum, sum tú ikki eigur