Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 119 - 23. juni 2006 tíðindi Fyri einum lítlum mánaði síðani fingu Føroyar sín fyrsta kvinnuliga flogskipara nakrantíð. Talan er um 23 ára gomlu Káru Dam, sum hevur lært til flogskipara í Spaniu, og nú hon er komin heim, fer hon at flúgva fyri Faroe Jet FLOGSKIPARI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kára Dam býr á Norðasta Hornið í Havn. Hon er 23 ára gomul og er júst heimkomin til Føroyar eftir lokna útbúgving sum flogskipari. Og er hon tann fyrsta føroyska av sínum slag. Í løtuni er hon í Føroyum, men skal hon til Turkalands um ikki so langa tíð, har hon skal skal umskúlast í tríggjar vikur, soleiðis at hon kann byrja at flúgva fyri Faroe Jet síðst í juli mánaði. Royndi seg sum flogterna Tá Kára varð liðug í framhaldsdeildini fór hon á FHS, og síðani tók hon Hægri Handilsskúla. Síðani arbeiddi hon hjá Føroya Tele í eitt lítið ár, áðrenn hon gjørdi av fara til Spaniu á málskúla. Í Spaniu var hon í knappliga eitt hálvt ár, og dámdi henni sera væl. Tá hon kom heim, fór hon aftur í starv hjá Føroya Tele, men tá var hon longu farin at spæla við tankan um at læra til flogskipara. Kára gjørdi so av at royna seg sum flogterna í eina tíð, áðrenn hon tók nakra avgerð um hon skuldi søkja á flogskiparaskúla. – Eg helt tað vera ein góðan máta at royna hvussu tað var at flúgva dagliga. Við at flúgva við sum flogterna fekk eg eina góða hóming av, hvussu arbeiðsumstøðurnar vóru og hvussu tað var at hava sítt arbeiðspláss í luftini, greiðir Kára frá. Og Káru dámdi væl lívið í luftini. So mikið væl, at hon gjørdi av at søkja inn á ein flogskiparaskúla í Spaniu. Henni dámdi væl landið frá tí hon var á málskúla har, og av tí, at stuðulsmøguleikarnir eru munandi betri, um tú fert at lesa uttanfyri norðanlond, so var tað ein løtt avgerð at taka, at tað skuldi vera í Spaniu, at hon skuldi lesa. Bæði familja og vinir vóru rættiliga ivingarsom um ætlanir hennara, men sló ikki Káru út, tvørturímóti. – Eg haldi, at tað onkursvegna sannførdi meg um, at hetta var nakað eg mátti klára, sigur Kára smílandi. Áðrenn Kára fór til Spaniu, setti hon seg í samband við Petur Borgarlíð, sum gekk á júst tí skúlanum, Kára ætlaði sær á, og prátaði hon við hann um skúlan og kringumstøðurnar annars. Petur er liðgur á skúlanum og flýgur nú fyri Atlantic Airways, og nú Kára eisini er liðug, er ein annar føroyingur, Geir á Lofti, byrjaður á sama skúla. Vandu millum vanliga flogferðslu Skúlin Kára hevur lært á liggur í Manises, sum er ein forstaður í stórbýnum Valencia. Skúlin var býttur í tveir partar; tann spanski parturin og altjóða parturin. Kára fór á altjóðapartin, har undirvísingin var á enskum. Níggju næmingar vóru á hennara flokki, og harav tvey konufólk; Kára úr Føroyum og hin úr Portugal. – Hetta var rættiliga óvanligt, at heili tvey konufólk vóru í einum flokki, men síðani eru fleiri konufólk eisini byrjaði á skúlanum, fortelur Kára okkum. Á skúlanum var frálæran varð skipað á tann hátt, at tey aðru hvørja viku høvdu skúlagongd fyrrapart og so flúgving seinnapart, 23 ára gamla Kára: Fyrsti føroyski kvinnuligi Kára Dam hevur lært til flogskipara í Spaniu. Her er hon í einum flogsimulator