Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 23. juni 2006 7 flogskiparin nakrantíð tíðindi og aðru hvørja viku var tað umvent. Til tíðir var talan um rættiliga, rættiliga strævin tíðarskeið, meðan tað aðrar tíðir var meiri róligt og avslappað. Í so máta minti tað ikki sørt um vanliga skúlagongd, har onki er at gera til tíðir, og so brádliga er ein øgiliga rúgva at gera. Tað, sum ger útbúgvingina hjá Káru eitt sindur øðrvísi, enn flestar flogskiparaútbúgvingar, er, at teirra skúli brúkti ein altjóða flogvøll, tá tey skuldu flúgva. Vanligt er, at skúlarnir eru knýttir at onkrum minni privatum flogvølli, men so var ikki á teirra skúla. – Vit flugu millum vanligu flogferðsluna frá fyrstan tíð, og tað er ikki vanligt á øðrum skúlum, vísir Kára á. Sjálva flogskipara- útbúgvingina hevur Kára tikið upp á hálvtannað ár, og hevur hon 70 tímar í simulator og 145 tímar veruliga flúgving við sær í skjáttuni, nú hon verður umskúla til flogfarið hjá Faroe Jet. – Tað er eitt krav, at tá tú fert undir at flúgva eitt nýtt flogfar, so skalt tú umskúlast í seks vikur. Eg havi verið tríggjar vikur í Svøríki, og skal nú tríggjar vikur til Turkalands, har seinni parturin av umskúlingini fer fram, og so eri eg klár, sigur Kára brosandi. Fantastiskar upplivingar Nú Kára er heima í Føroyum, liðug útlærd sum pilot, og bara manglar seinna partin av umskúlingini til flogfarið hjá Faroe Jet, so kann hon líta aftur um bak á eitt fantastiskt tíðarskeið, við eini ørgrynnu av upplivingum. Spurd um, hvørjar upplivingar hon serliga minnist væl, nevnir hon tvær. – Í november í 2003 var eg ein flogtúr saman við Hans Hansen í hansara lítla flogfari. Vit flugu runt uppi yvir Føroyum, og har slapp eg at royna meg eitt sindur. Tað var ein fantastisk uppliving, sum sannførdi meg um, at hetta var tað eg vildi, greiðir Kára frá. – Ein onnur uppliving sum stendur sera frammarlaga, er fyrsti túrurin eg fleyg púra einsamøll. Tað hendi í samband við, at vit vandu at lenda. Touch and go, verður tað kallað, har vit flúgva runt og bara skulu niður á vøllin at nerta við, og so uppaftur. Tá vit so lenda einu ferðina, boðar flogskiparin, sum var við mær, frá, at hann skal út. Hann sigur so við meg, at nú skal eg royna meg einsamalla. Tað gekk fantastiskt, og eg fekk ongantíð tíð at stúra, so eg minninst bara, at tá ið eg lendi og kom út úr flogfarinum vóru bein míni sum gelé, og kenslan eg hevði í kroppinum var einastandandi. Tað kann kanska samanberast við at koyra bil fyrstu ferð, og so bara falda tað við 10 ella 100, sigur Kára flennandi. Viljin drívur verkið Síðst í juli skal Kára so ætlandi fara undir at flúgva fyri Faroe Jet. Hon er fullgreið yvir, at lívið sum flogskipari til tíðir er sera strævið. Flogskiparar eru nógv burtur heimanifrá, men tað er Kára eisini fyrireikað uppá. – Nú havi eg verið burtur í knappliga tvey ár, og tað harðasta var at byrja við, og so venur tú teg við tað. Men møguleikarnir at samskifta eru so fantastiskir í dag, har vit hava webcamera og scype, sigur Kára. Samstundis leggur hon eisini eina við, at hjá henni er tað viljin, sum drívur verkið, og at hon gleðir seg at byrja at flúgva fyri Faroe Jet. Fyrstu ferð eg lendi sjálv og kom út úr flogfarinum, vóru bein míni sum gelé, og kenslan eg hevði í kroppinum var einastandandi. Tað kann kanska samanberast við at koyra bil fyrstu ferð, og so bara falda tað við 10 ella 100 Kára Dam Kára Dam í flogfarinum hjá Hans Hansen Kára saman við sjeikinum, italiumaðurin Manuel, sum eisini er flogskipari Kára hevur 145 tímar av veruligari flúgving við sær í skjáttuni Síðst í juli fer Kára at byrja í starvi hjá Faroe Jet