Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 119 - 23. juni 2006 tíðindi Síðani á nýggjárinum hevur 44 ára gamla Sanna Silvurstein verið einasta postboðið í Hesti. Hetta arbeiðið dámar henni væl. – Men viðhvørt hevði tað verið gott við einum starvsfelaga at práta við, viðgongur Sanna. Postur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hestur: Tað er sum amen í kirkjuni, at fólkini í bygdini vita, at eftir kl. 9 hvønn morgun kemur Sanna við postinum. Hetta er eitt dagligt hæddarpunkt hjá teimum, og fleiri teirra gera seg eisini út til tað: Tey vilja vera blíð við postboðið og seta ein kaffimunn fram. Hetta ber tó ikki til allastaðni. Ella, sum Sanna sigur: – Um eg vildi, so hevði eg fingið ein kaffimunn í hvørjum einasta húsi! Fólkini fegnast um at fáa postin bornan til dyrnar, tí í roynd og veru er posthúsið einasta avgreiðslustað í bygdini. Og tey vildu ikki verið hetta fyriuttan. Posthúsið sjálvt er opið tríggjar dagar um vikuna millum kl. 15 og 16. – Tá kemur altíð onkur inn, sigur Sanna. 19 húski Klokkan er ikki meiri enn farin av 8:45 henda týsdagin, og Ternan hevur júst lagt frá landi á Gomlurætt. Ternan var í sigling fyri Teistan sum hevði borið við land nakrar dagar frammanundan. Við Ternuni henda túrin var ein skúlaflokkur, nakrir arbeiðsmenn og okkurt ferðafólkið. Umframt hesi ferðafólkini vóru nakrir sekkir, sum ætlaðir eru deildini hjá Postverkinum í Hesti. Hetta er posturin til tey 19 húsarhaldini í bygdini, har tað búgva um 30 fólk í dag. Fyri postinum í Hesti stendur Sanna Silvurstein, og tað hevur hon gjørt síðani á nýggjárinum. – Eg hevði verið avloysari onkutíð áðrenn. Men tá hin postmaðurin, Hjørleif Poulsen legði frá sær, fekk eg starvið, greiðir Sanna frá. Hugnaligt posthús Tá Ternan leggur at í Hesti er klokkan um at vera níggju. Tað er nakað av vindi og sirm. Á bryggjuni standa ferðafólk, sum skulu av oynni. Hetta er samstundis eisini løtan, tá posturin til Hests verður heintaður. Sanna fer oman til atløgubryggjuna við tí postinum, sum skal av oynni og eftir postinum, sum skal til oynna. Løtu seinni er Sanna á tí lítla posthúsinum miðskeiðis í bygdini, og nú byrjar arbeiði hennara at skilja postin sundur til húsarhaldini í bygdini. Hetta er løtuverk, tí fólk býr jú ikki í øllum húsunum. Men kortini er hetta eitt arbeiði sum skal gerast bæði væl og greitt, tí – sum tey sjálvi siga tað – posturin skal jú út hvønn dag. Hon er ikki meiri enn byrjað uppá hetta, fyrrenn fyrstu kundarnir koma til dyrnar. Menn eru ótolnir eftir postinum: Teir vilja hava bløðini og tíðindini, meðan tey enn eru fesk! – Prátið tit bara eina løtu aftrat. So fáa tit Sosialin beinanvegin, sigur Sanna, við týðiligum boðskapi til umboðið fyri tíðindatænastuna. Hon er fegin um, at menn soleiðis koma til dyrnar, har teir steðga á eina løtu og fáa sær eitt prát um dagsins mál. – Jú, hetta er bara hugnaligt, sigur Sanna. Hvíti postkassin Henda týsdagin er væl av posti til bygdarfólkið – bæði dagbløð, ókeypis blað, brøv og tílíkt. Hetta er dagurin, tá Vikublaðið skal í hvørt hús. Samstundis skulu átta Dimmur og sjey Sosialar berast út, umframt annan post. Sanna setist beinanvegin við tað eina borðið á posthúsinum fyri at skilja postin sundur. Tá hetta er gjørt, er klárt at leggja til brots við útberingini henda dagin. Tveir av monnunum hava longu verið eftir sínum posti, so tí sleppur Sanna undan at fara í tey húsini henda dagin. Men í hinum húsunum bíða fólk spent eftir at postboðið skal koma á gátt. Sanna tekur eina rúgvu av postinum í fangið og fer í nærmastu húsini, beint omanfyri posthúsið. – Her er eingin inni í dag, sigur Sanna. Fólkini eru farin av oynni. Posturin verður latin í tann hvíta postkassan og so skundar hon sær víðari í næstu húsini. Ein ruta hjá henni tekur ein tíma, frá tí hon byrjar skiljingina av postinum til hon er aftur eftir lokna útbering. Kaffimunnur Hóast rutan um morgunin er mett at taka ein tíma, so kemur tað onkutíð fyri at tað kann knípa at halda hana innan fyri henda karmin. Hetta er ikki orsakað av tí at meiri postur er, men heldur tí at Sanna ger sær ómak í arbeiði sínum: Einki við bara at tveita postin inn til fólk! – Tey gomlu fólkini eru altíð so blíð. Tey vilja fegin hava meg inn til ein kaffimunn, sigur Sanna við einum brosi. Nógv tos hevur verið um postkassarnar og hvørja ávirkan teir fóru at hava á sambandið millum postboð og viðskiftafólk. Hetta upplivdi Sanna eisini: – Tá fólkini her hoyrdu um postkassarnar, so dámdi teimum tað ikki so væl. – Tey søgdu við meg: “Sanna góða, skalt tú so slett ikki taka í hurðina hjá okkum longur?!” Tann sosiali felags- skapurin og tørvurin er ikki minni um ein býr í lítlari bygd! EITT stað Tað er ikki uttan orsøk at fólk eru fegin um at hava eitt posthús – og eitt blíðsníðað postboð! – í bygdini. Støðan í Hesti er hon, at har er hvørki peningastovnur, handil ella telefonstøð. Skal ein avgreiða peningalig ørindi er einki annað stað at fáa hetta gjørt í, enn á tí lokala posthúsinum. Hvussu framtíðin er hjá posthúsinum í Hesti, dugir væl eingin at siga nakað um í skrivandi løtu. Men spyrt tú íbúgvararnir, so vil neyvan nakar teirra av við hetta staðið, sum jú í roynd og veru er einasta avgreiðslustaðið í oynni. – Mítt arbeiði er 10 tímar um vikuna. Tað kann neyvan skerjast meiri enn tað, sigur Sanna. Fríggjadagsblað ein mánadag – Góði, kanst tú ikki syrgja fyri at vit fáa fríggjadags-Sosialin fríggjadag. Tað er so óinteressant at lesa um øll tiltøkini um vikuskiftið mánadag! Fólkið í Hesti sakna bløðini um vikuskiftið. Orsøkin er hin einfalda, at fríggjadagsblaðið fyrst verður borið út mánadag við postinum. Í størsta parti av landinum verður blaðið jú borið út við fólki frá Prentmiðstøðini sama kvøld, men á teimum smærru plássunum og útoyggjunum er henda skipanin ikki galdandi. Serliga strævið er hetta til vikuskiftisbløðini og onnur høgtíðarbløð. – Tað er ikki serliga spennandi at lesa um tiltøk á jólum, ólavsøku, nýggjársskiftið og lík- nandi, tá alt er yvirstaðið, siga hestfólk. Rætt hava tey í tí! Sanna fer eftir postinum kl. 9 og kl. 10 er hon liðug við rutu sína. Fólkini fegnast umat hava Sannu til postboð. – Eg kundu drukkið kaffi í hvørjum húsi um eg vildi, sigur hon Posturin skal út – eisini í Hesti