Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 23. juni 2006  tíðindi Ternan seinasta túr á Hest Ein møguleiki at gerast faddur Eftir at strandfaraskipið Ternan hevur røkt farleiðina um Skopunarfjørð í nakrar dagar, er hetta nú liðugt. Hesar dagarnar hevur hann staðið til umvæling á Tórshavnar Skipasmiðju, men nú er hetta arbeiðið liðugt. Í gjár varð Teistin aftur settur í sigling, eftir at hann bar við land á Gomlurætt fyri viku síðani. Umframt siglingina millum Gomlurætt og Skopun hevur Ternan – og nú Teistin – eisini lagt leiðina inn í Hest sambært galdandi ferðaætlan. Ternan ger klárt at leggja frá landi aftur í Hesti týsdagin. Við sær tvørtur um fjørðin hevði hon m.a. fleiri skúlaflokkar Hevur tú hug at geva børnum í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev eina bjarta framtíð, er møguleiki nú at stuðla teimum umvegis eina faddurskipan. Heimamissiónin bjóðar nevniliga eina serstaka faddurskipan fram, har til ber at stuðla arbeiðinum, sum føroyski trúboðarin, Jórun Malaikev og maðurin, Nurlan standa í. Hetta arbeiðið fevnir um fýra foreldraleys børn, sum tey bæði hava tikið ábyrgd fyri. Við at tekna seg sum stuðul kann ein hjálpa at gjalda teimum mat, klæði, skúlagongd og húsaleigu. Kostnaðurin fyri hvørt barnið er 1550 kr. um mánaðin, og kunnu fólk knýta seg til faddurskipanina gjøgnum tiltakið Faddurbørn hjá Heimamissiónini í Nesvík. Hóast henda skipanin nústani er komin fram, hava fleiri fólk longu teknað seg fyri henni. Jórun og Nurlan Malaikev virka sum trúboðarar millum gøtubørn í Kiev. Nú kunnu føroyingar eisini stuðla arbeiðinum Stuttur vegur er av Posthúsinum til næstu húsini. Skjótt og lætt tekur hon postin í fang og fer runt til tey 19 húskini í bygdini