Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 119 - 23. juni 2006 Ein gleðistíð Hetta er einki minni enn ein gleðistíð fyri tey flestu av okkum. Summarið er komið, tó at vit mugu sláa okkum til tols við eisini at liva við regni og mjørka. Men eftir drúgvan vetur við kulda og kava skifta vit bráddliga ham. Og orsøkirnar til tess eru so nógvar. Ljósið og hitin eru líkasum tey, ið rudda slóð. Í kjalarvørrinum á teimum síggja vit fyrstu fremmandafólkini í gøtunum. Fyrstu risastóru ferðamannaskipini við Molan í Havn eru eisini eitt hitt fyrsta summartekinið. Men eisini smáu og snøggu seglbátarnir í Vágsbotni bera boð um, at summarið er komið. Teir seta sín serstaka altjóða dám á tað annars so livandi og hugnaliga umhvørvið í hjartanum á Føroyum. Men tær fyrstu pisurnar, teir hundraðtals føroyingarnir, sum eftir drúgva útbúgving loksins frá prógv, bera eisini boð um, at summarið er komið. Vøkru húgvurnar, sum symbolisera lærdóm, lív og gleði, síggjast kring alt landið og eru tær kanska tað summartekinið, ið vit øll fegnast mest um. At okkara ungdómur útbúgvir seg til sína egnu framtíð men eisini til framtíðina hjá hesi lítlu tjóð úti í Atlantshavi. Vit ynskja øllum teimum, sum hava lokið prógv við mongu skúlarnar kring landið, hjartaliga tillukku og góða eydnu víðari. Vit ynskja eisini mongu summargestunum vælkomnum og vit ynskja føroyingum, sum fara at ferðast heima sum burturi hetta summarið góða feriu. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sitat úr onkrum blaðið ella sum onkur hevur sagt íð er við í einari grein hjá okkum í dag ella ein stuttur stu Xxxxxxx Xxxxxxxx um okkurt SAMBAND eirikur lindenskov@ sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Og tað hart eisini. Tað, at Jørg­en Niclasen kemur út úr skápinum og sigur, at vit eiga at áleggja vinnuni skatt í samband við sølu av skipum við fiskiloyvum, er vindandi galið. Ein fólkafloksmaður sum hann sigur einans hetta, um hann sær eitthvørt slag av vinningi fyri framman. Og tann optimali vinn­ ingurin vil í hesum føri vera ein lóggáva sum ger tað lógligt, at teir, ið hava fingið fiskiloyvini, eisini sam­bært lóg eiga hesi loyv­ ini. Tey verða sostatt eisini “ogn føroya fólks”. Tá so landsins mynd­ug­ leikar ynskja at regulera í fiskiskapinum við at draga inn aftur loyvir ella á annan hátt stýra fiskiskapinum, kanska orsakað av ovfisking ella øðrum, koma risastór end­urgjaldskrøv frá hesum, sum jú eiga fiskiloyvini. Hesi fiskiloyvini, sum teir fingu fyri einki skulu teir nú hava endurgjald fyri bæði tví –og trýfalt. Nei nú má vend koma í. Fiskiloyvini eiga at fylgja skipunum, ið hava biðið um og fingið tey. Tá skipini ikki longur gera nýtslu av loyvunum, skulu hesi lat­ast innaftur. Sjálvsagt skal eitthvørt avgjald ella ein tilfeingisrenta av einumhvørjum slagi leggj­ ast á tann, ið fær loyvini. Hetta er ikki meira enn rím­ i­ligt. Hetta óskilið hevur vald­ að alt ov leingi, nú má skil fáast á. Nú eiga klokkurnar at ringja! Randi í Jógvanstovu So byrjaði cirkussið aftur. Fundur hevur verið í IWC, altjóða hvalanevndini, og til alla ólukku hava tær tjóð­ irnar sum aftur vilja fara undir komm­erciella hval­a­ veiðu nú fingið Danmark í sin part. Tað er sera hug­ stoytt at Danmark er farin í bólkin sum vil loyva hval­ a­veiðu, kall­ið tað so roynd­ arveiðu ella líknandi møsn. Danmark mátti annars havt nóg mikið at hugsa um. Fyrst hava nakrir blað­ teknarar chikanerað allar heimsins muslimar og nú fara danir gud-hjálpi-tú- mær eftur hvalunum. Tey túsundtals mótmælini sum Danmark longu hevur fing­ ið tosa sít týðuliga mál, nevniliga at heimsins borg­ arar vilja verja hvalin, henda ed­i­liga Guds skabning sum nær varð oyddur av ránsveiðu. Tað eru ongi haldgóð arg­u­ment fyri aftur at fara undir ótespuliga, hand­ils­ liga stórhvalaveiðu og tað verður gitað at Japan hevur mutr­að litlar Stillahavstjóðir í IWC at atkvøða fyri hval­ a­veiðu. Somuleiðis kann ein spyrja hvørji føroysk á­hug­a­ mál danska stjórnin umboðar í hesum máli.. Allarhelst er tað bert eitt sera lítið fátal av føroyingum sum í álvara tosa sum hvalaveiðu. Flestu føroyingar duga at síggja tað neyðuga í at verja hesi seinastu súgdjór havsins. Okkum tørvar ikki stórhvalaveiðu, so einfalt er tað, tíðin er farin frá hesari vinnu eins væl og nós­avinnuni. Vit tosa um visiónir og alheimsgerð og etik og mor­ al og alt gott um tað, men vit hava sanniliga okkara globalu ábyrgd av at verja hvalin. Við okkara tvassi um stór­hvalaveiðu øsa vit enn ein­a­ferð heimsopiniónina í­móti okkum og fara vit til endans at spæla av við grind­adrápið og skaða okk­ ara útflutning og ferð­a­mann­ avinnu. Vit verða flokk­aði millum tær dubiøsu tjóð­ir­ nar sum ikki virða hvalir og náttúru. Hetta er sera álvarsamt og eg fari at heita á før­ oy­ingar um at fara inn á heimasíðurnar hjá góðum felagsskapum sum GREEN PEACE og FRIENDS OF THE EARTH og gera vart við at føroyingar verja stór­ hvalin og ikki taka undir við donsku støðutakanina. Vit eru ein tjóð sum hvørki góðtekur KYOTO ella SEITES avtaluna um handil við hóttum djór­a­sløg­ um. Nær verða vit før­oy­ing­ ar ábyrgdarfullir heims­borg­ ar­ar og sum verða tiknir í álv­ara sum Tjóð? Men kanska er tað her sum hundurin er jarðaður. Eru vit ein Tjóð ella bert eitt hjáland sum ikki vil taka ábyrgd av egnum landi. Skulu vit framhaldandi vera “the underdog of the north atlantic”heldur enn at teljast millum javnlíkar í ST, EU,WTC og øðrum fora har heimspolitikurin verð­ur evnaður til. SAVE THE WHALE Johan Mortensen Tann 12. juni 2006 setti eg H. P. Strøm nakrar spurn­ ingar í Sosialinum um ferð­a­endurgjald fyri tey sjúku, sum búgva uttan fyri Havnina. Nú 22. juni 2006 er einki svar komið. Tað kann aldrin vera rætt, at tey sjúku uttan fyri Havnina skulu gjalda eykaskatt fyri at fara til serlækna. Teir ráðandi kunnu aldrin hava loyvi til at seta eina lóg í gildi, um bert rakar tey sjúku uttan fyri Havnina, tað vil siga, ein bólk av teimum sjúku, og tað er sann­iliga ikki teir lítlu peng­ ar­nir, teir taka (jú fyri teir), men ikki fyri tey sjúku. Allir serlæknar eru í Havn, hví ikki bara taka alt til Havnar og so kunnu tey ríkikeypa allar útoyggjar til feriupláss, tit hava pengar til tað. Til útoyggjafólk: Um tit vænta nakað sum helst frá teimum ráðandi, kunnu tit gott gloyma alt aftur. men vit síggja teir nokk aftur, tá ið val verður aftur. Sigi bara: Læsið allar hurðar, sigið bert gud forbarmi seg Er Hans P. Strøm, landsstýrismaður besettur? John Sigurd Joensen