Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 23. juni 2006 11 ‒ Eg havi samkenslu við Dagmar Joensen, men satt at siga, so havi eg meira sam­ kenslu fyri hinum 150 lagn­unum, sum vórðu send út í ar­beiðs­loysi sum bein­ leið­is av­leið­ing av, at Fram­­taks­grunn­urin legði Fiskasøluna og Fiskavirking saman, sigur Árni Arge, fyrr­ verandi stjóri í Føroya Fiskasølu í hvassari við­merking til tað, sum Dagmar Joensen hevur skuldsett hann og onnur fyri í sambandi við, at hon var noydd at siga starv­ið sum stjóri í Rúsdrekkasølu lands­ ins frá sær VIÐMERKING Árni Arge, fyrrverandi stjóri á Føroya Fiskasølu Undirritaði hevði ikki ætl­­að sær at gjørt nakr­­ar við­­merkingar til við­­ur­ skift­­ini í Fram­taks­grunn­ inum, men eftir at hava lis­ið frágreiðingina hjá fyrr­­­verandi forkvinnuni í Fram­taksgrunninum, Dag­ mar Joensen, til løgmann, so kann hetta ikki standa ó­svarað. Undirritaði verður í frá­ greið­ingini nevndur fleiri ferðir. Fyrstu ferð stendur: “Her eru persónar inni í myndini sum, í samband við samanleggingina í 2004 av gamla Faroe Seafood og United Seafood ígjøgnum Bjarna Djurholm (sí við­ lagda teldupost), høvdu roynt at tryst grunnin til at taka avgerðir til teirra frama. Avgerðir, ið høvdu verð­ið orsøk til, at stór virð­ ir hjá grunninum vóru sett í vanda. Hesir persónar eru Árni Arge, Hákun Stein­ gríms­­son og Niels Winther Poulsen.” Hvat Dagmar Joensen bein­­leiðis sipar til, tá ið hon skrivar, at “trýst varð lagt á grunnin fyri at taka avgerðir til teirra frama”, veit eg ikki. Men tað er rætt, at tá ið vit hoyrdu leysasøgur um at ein avgerð var á veg um samanlegging av Føroya Fiskasølu og Før­ oya Fiskavirking, vendu vit okkum til Dagmar Jo­en­sen, nevndarformann í Framtaksgrunnin­um, fyri at vita um hesar vóru sann­ar umframt at vita um, Framtaksgrunnurin var áhugaður í einum so­kall ­ aðum MBO, Management- Buy-Out. Hetta merkir, at leiðandi starvsfól k keypa virkið, sum er heilt van­ ligt aðrastaðni. Hetta sjálv­ sagt, tí vit trúðu uppá Fisk­a­ søluna, sum vit eisini høvdu stór­ ar altjóða ætlanir við. (Í veruleikanum var hetta júst tað, sum seinni hendi. Leiðandi starvsfól k saman við íleggjarum keyptu jú samanlagda felagið). Formaðurin svaraði, at hetta var sera áhugavert og betri enn tann loysn, sum Framtaksgrunnurin annars ætlað sær. Men tað skuldi ganga skjótt, Í seinasta lagi mánadag 22. november 2004 máttu tey hava svar. Fríggjadagur var, tvs. 19 nov­ember. Hvør kann stápla fígg­ing upp á einar hálvt hundr­að mill iónir upp á beinini í einum vikuskifti? All ir fíggingarstovn­ar høvdu latið aftur, bæði í Før­oyum og útlond­um. Fíggj­ar­ætlanir og Business Planur skuldu eisini gerast. Í sær sjálvum ein vónleys uppgáva, men mánadag var boð upp á Føroya Fiskasølu givið Framtaksgrunninum upp á 45,5 mill iónir krónur, sum seinni varð hækkað til 47,6 mill iónir krónur. Men so kemur tað all ­ ar­grovasta. “Avgerðir ið høvdu verið orsøk til, at stór virðir hjá grunninum vóru sett í vanda.” Umf­ ramt okkara boð upp á Før­ oya Fiskasølu, so gav ein bólk­ ur av skipaeigar­um eitt boð uppá umleið 115 mill iónir krónur fyri Før­ oya Fiskavirking. Tvs. at tað kann skjalprógvast, at tilboð vóru givin upp á hesi bæði feløgini upp á í alt góðar 160 mill iónir krónur innan samanleggingina. Ef­t­ir­f­­ylgjandi eru 68% av samanlagda felagnum selt fyri smáar 80 mill iónir krón­ ur. Ein staðfestur mun­ur uppá 80 mill iónir krón­ ur. Hvat hini 32%, sum Framtaksgrunninum ikki slapp av við, sambært Dag­mar Joensen, einaferð fara at geva, tað vil tíðin so vísa. Við at selja 68% hevur Framtaksgrunnurin tryggj­að keyparanum ein kval­i­ fiseraðan meiriluta, sum aftur merkir, at tey eftirverandi 32% einsamøll onga ávirkan hava. Og virð­ ið verður hareftir. Við øðrum orðum hev­ ur Dagmar Joensen sum formaður í Fram­taks­grunn­ i­num verið oddafiskur fyri at gjøgnumføra júst tað, sum hon ákærir okkum fyri. Seldu partabrøvini eru realiserað til eitt munandi lægri virði, umframt at tey virðini av eftirverandi partabrøvunum sýnast at vera sett í vanda. Hetta sæð í mun til givnu boðini uppá feløgini hvørt sær. Fyri at eingin misskiljing skal vera, skal eg gera vart við, at einki samband var ímill um okkara boð uppá Fiskasøluna og boðið frá skipaeigarunum uppá Fisk­ a­virking. Aðru ferð stendur: “Upplýsing um, at grunnur­ in fyr­i­rei­kaði samanlegging av fyritøkunum, fingu teir frá Sjúrða Hors­dal, nevndarlimi í Fram­taks­ grunninum” Hvaðani Dagmar Joensen hev­ur hetta er mær ein gáta. Hetta er ósatt og skal eg hervið vísa hesum aftur. Triðju ferð stendur: “Teir høvdu onga fígging aft­ an fyri sokall aða boðið.” Mánakvøldið tann 22. nov­ ember var boð uppá 45,5 mill iónir latið Fram­taks­ grunninum. Týsdagin 23. nov­e­mber fór undirritaði sam­an við Hákuni Stein­ gríms­syni, á fund við Fram­ taks­grunnin. Fyri Fram­taks­ grunnin møtti formaðurin, Dagmar Joensen, næst­ for­mað­urin Árni Dam, um­framt stjórin, Jens Kári Vilhelm og skrivarin, Arnbjørn Egholm. Tilboðið varð gjøgnumgingið og diskuterað. Tá ið hetta var liðugt bað Fram­taks­ grunnurin um váttan um fígging. Ringt varð frá stað­ num til fíggingarstovnin eftir hesari váttan og varð hon send við telefaksi stutt eftir. Framtaksgrunnurin var ikki nøgdur. Orðingin skuldi broytast, umframt at undirskriftin hjá fígg­ ing­ar­stovninum skuldi vera ekta. Tvs. við ord­i­ lig­um blekki. Vit spurdu Framtaksgrunnin, hvussu orð­i­ngin skuldi ljóða. Fram­ taks­grunn­urin orðaði hetta og varð hetta boðað víðari frá til fíggingarstovnin. Løtu seinni varð bræv við orginalundirskrift bor­ ið til Framtaksgrunnin í Bøkjarbrekku, Fram­ taks­grunn­urin fekk tískil akkurát tað hann bað um viðvíkjandi váttan um fígg­ ing. Eftir ynski frá Fra­m­taks­ grunninum var nýtt og endaligt boð latið Fram­taks­ grunn­inum. Endaliga boðið varð hækkað við umleið 2,1 mill ión krónu til 47,6 mill iónir krónur. At fíggingin ikki var ein trupull eiki fyri Fram­ taksgrunnin sæst eisini loksins á svarinum, sum vit fingu uppá tilboðið. Framtaksgrunnurin hevði ikki áhuga í boðnum. Eingin grund­geving varð givin. Held­ ur einki var nevnt um, at fíggingin ikki var í lagi. Hetta kann somuleiðis skjalprógvast. Fjórðu ferð stendur: Men Framtaksgrunnurin hev­ur fingið tvey sokallaði “boð”, annað uppá Uni­ted Seafood beinleiðis um­veg­ is Bjarna Djurholm leyg­ a­rkvøld 27. november, og hitt uppá Faroe Seafood frá m.ø. Árna Arge og Hákun Steingrímssyni, har Bjarni Djurholm er kunnaður, og eftirfylgjandi hevur játtað teimum, at landskassalánið kann blandast uppí.” Fyri mær er hetta ein líka so stór gáta sum om­an­ fyrinevndi pástandur. Eg kann sjálvsagt bara svara fyri meg sjálvan, men eg skal hervið afturvísa, at Bjarni Djurholm hevur giv­ið mær slíkt lyfti. Mær vitandi hevur hann held­u­ r ikki givið Hákuni Steingrímssyni slíkt lyfti. Men tað, sum undrar meg all armest er, hvussu henda frágreiðingin hjá Dagmar Joensen í fjøl­miðl­ unum full komiliga hev­ur flutt fokus frá tí ver­u­ligu skandaluni, til skuld­ set­ ingar av øll um møguligum slag, um hvør hevur gjørt og sagt hvat – av røttum og órøttum. Enntá hava skuld­ setingarnar sum av­leið­ing sett eina kanning av landsstýrismanninum í vinn­u­málum í verk. Hví hevur hetta størri á­huga enn at samanleggingin og eftirfylgjandi søla av Føroya Fiskasølu og Før­ oya Fiskavirking í ring­asta føri hevur kostað Fram­ taks­grunninum umleið 80 mill iónir krónur? Ein áheitan til Erhvervs- og selskabsstyrelsen um eina kanning av Fram­taks­ grunn­inum við møg­u­ligari avleiðing, at endu­r­gjalds­ krav verður gjørt ímóti nevndarlimunum, hevði ver­ið meira hóskandi. Men okkara fjølmiðlar hava als ikki havt sama áhuga fyri hesum, sum fyri høpisleysu frágreiðingini hjá Dagmar Joensen. Dagmar Joensen er vorð­ in mar­týr­ur. Men hugsar nak­ar um avleiðingarnar av avgerð Dag­mar Joensens um at leggja Føroya Fisk­a­ sølu og Føroya Fiskavirking saman? Also útyvir ein kostnað uppá einar 80 mill i­ ónir krónur? Dagin eftir, at avgerð Framtaksgrunsins varð tik­ in, vóru eini 10 fól k send út í ar­beiðsloysi. Tað er sjálvsagt nát­úr­ligt, at till agingar verða gjørdar, tá ið feløg á slíkan hátt verða løgd saman. Men uppsagnirnar vóru so væl planlagdar og neyvt gjøgnumførdar, at hetta minnti mest um eina avrætting. Hesar lagnur vórðu stórt sæð tagdar burtur. Hóast fleiri av teimum eftir míni metan høvdu bráðfangis tørv á sálarliga kreppuhjálp, so varð henda hjálp ikki veitt teimum. Undranarvert, tá ið arbeiðsgevarin var eitt alment partafelag. Aðrar lagnur vóru eis­ini. Sum avleiðing av sam­an­ leggingini av Fiska­søluni og Fisk­­a­virk­ing varð alt arbeiði á Fiskavirkinum í Hvalba og á Palm í Vági alt fyri eitt steðgað. I alt eini 70 fól k arbeiddu á hesum báðum virkj­unum. Somuleiðis vórðu framtíðarætlaninar við Fiskavirkinum í Fugl­ a­firði sleptar. Ætlanin var at gera virkið um til at kombinera laksa- og botn­ fiskavirkið, nú so lítið var eftir av laksinum. Í alt ar­beiddu umleið 70 fól k á virkinum. Vit tosa í alt um eini 150 fól k, sum hava mist arbeiði vegna avgerð Fram­ taks­grunnsins, sum Dag­ mar Joensen var nevnda­r­ formaður fyri. Eg havi samkenslu við Dagmar Joensen, men satt at siga, so havi eg meira samkenslu fyri hinum 150 lagnunum, sum bara vóru óhepnar at vera í skeivum stað skeiva tíð. Dagmar var sum formaður í Framtaksgrunninum neyv­ an nakar smyril í staraflokki, men heldur tað øvugta – ein neyðars veingjaskotin stari í smyrlaflokki. Tá ið samanum kemur, so var Dagmar Joensen kanska bara ein løtt finna í stóra talvleikinum. Havn, 22. juni 2006 Dagmar Joensen flutti fokus frá veruligu skandaluni! viðmerkingar Ein áheitan til Erhvervs- og sel­­ skabs­­styr­­e­l­­sen um eina kann­ing av Framtaks­grunn­i­num við møguligari avleiðing, at end­ur­gjalds­ krav verður gjørt ímóti nevnd­ar­­lim­­unum, hevði verið meira hósk­andi ” - Tað sum undrar meg allarmest er, hvussu frágreðingin hjá Dagmar Jo­en­ sen í fjøl­­miðl­u­­­num fullkoliliga hevur flutt fokus frá tí ver­­­u­­ligu skandaluni til skuldsetingar av øll­­­um møg­u­ligum slag, um hvør hevur gjørt og sagt hvat - av røttum og órøttum. Enntá hava skuld­­setingarnar sum avleiðing sett eina kann­ing av landsstýrismanninum í vinn­u­mál­um í verk ” Dagmar Joensen er vorðin mar­týr­­ ur. men hugs­ar nakar um av­­leið­­ing­ arnar av avgerð Dag­mar Jo­ensens um at leggja Føroya Fisk­a­­sølu og Før­oya Fiskavirking saman? Alt­so út­yvir ein kostnað upp á einar 80 mill­iónir krónur? ” Árni Arge, fyrrverandi stjóri í Føroya Fiskasølu Mynd: Jens Kristian Vang