fríggjadagur 23. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 119 - 23. juni 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Sum skilst, er málið
ikki endaliga avgreitt
enn, men reiðaríið
hevur veitt eina
trygd upp á 7,5 mió
íslendskar krónur
Sancy-málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyski djúpvatnstrolarin,
Sancy, sum íslendska vaktar
skipið, Óðin, tók í íslendskum
sjógvi herfyri, liggur ikki
longur á Eskifirði.
Sambært heimasíðuni
hjá Visir, góvu íslendsku
myndugleikarnir skipinum
loyvi til at loysa í gjárkvøldi,
eftir at reiðaríið hevur veitt
eina trygd upp á 7,5 mió
íslendskar krónur.
Málið varð fyribils avgreitt
Í Héraðsdómi Austurlands í
gjár, men bæði skipari og
fyrsti stýrimaður hava nokt
að seg sekar í at hava fiskað
í íslendskum sjógvi.
Sum skilst á Visir, skal
málið viðvíkjandi Sancy
endaliga avgreiðast fyri
fyrsta oktober.
Sancy er leys aftur úr Íslandi
Mynd: Visir
Tað mundi vera und
antakið tá í tíðini,
at fólk høvdu fleiri
útbúgvingar, men
Jacob Vilhelm Hansen
av Glyvrum, sum
komandi týsdag
fyllir 100 ár, er bæði
maskinmeistara
lærdur og hevur
skiparaútbúgving
Føðingardagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin 27. juni fyllir
glyvramaðurin, Jacob V.
Hansen, 100 ár.
Jacob hevur búð á Eyst
uroyar Røktar-og Ellisheimi
seinastu tvey árini, og er til
aldurin bæði byrgur og væl
fyri. Hann sær og hoyrir
eisini rímiliga væl.
Jacob hevur altíð havt
stóran áhuga fyri samfel
agsviðurskiftum, og hann
fylgir framvegis væl við tí,
sum hendir.
Hann var sjómaður øll
síni bestu ár og var við fleiri
ymiskum skipum. Eitt nú var
hann í fleiri ár við skipinum,
Cementu hjá Óli á Miðgerði
í Fuglafirði.
Jacob var eisini onkran túr
við fiski í Bretlandi undir
krígnum.
Tvær útbúgvingar
Tað mundi vera undantakið
tá í tíðini, at fólk høvdu fleiri
útbúgvingar, men Jacob er
bæði maskinmeistaralærdur
og hevur skiparaútbúgving.
Hann sigldi øll árini sum
motorpassari.
Men Jacob hevur ikki bara
verið sjómaður.
Hann hevur altíð havt góð
ar hendur, og tí er tað ikki av
tilvild, at hann seinni fór at
fáast við timbur.
Jacob arbeiddi á snikk
araverkstaðnum á Glyvrum
í nøkur ár, til hann sjálvur
fór at smíða hús. Hann hevur
soleiðis bygt nógv sethús
til fólk, ið standa sum ein
varði yvir tann partin av
arbeiðslívinum hjá honum.
Kona Jacob, Elina, var ætt
að úr Kvívík. Hon var 9 ár
yngri enn maðurin og doyði
í 1993.
Saman fingu tey sjey børn.
Jacob ikki elstur
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
búfólk á Eysturoyar Røktar-
og Ellisheimi fyllir 100.
Jacob er heldur ikki elsta
búfólkið á heiminum í dag.
Tað er gjáarmaðurin, Karl
Jacob Sigvardsen, sum fylti
101 ár 27. februar í ár.
Triðelsta fólk á heiminum
í dag er Edith Klein, sum
hevur verið búsitandi á
Strondum, men er ættað úr
Vágum.
Edith fyllir 99 í novem
ber.
Frida Jacobsen úr Leirvík
og Karin Joensen úr Fugla
firði, sum báðar fyltu 100 á
Eysturoyar Røktar-og Ellis
heimi, eru farnar.
Deildarleiðarin á heimin
um í Runavík, Sigrun Arn
oldsen, sigur, at so undarligt,
tað ljóðar, hava tey elstu
búfólkini á heiminum oftast
verið best fyri og hava eftir
umstøðunum klárað seg
ógvuliga væl.
Soleiðis er eisini við Jac
obi, sum bæði letur seg í og
úr sjálvur.
Og tað er eingin sjálvfylgja,
tá ið tú er 100 ára gamalur.
Føðingardagurin
Tað eru tey avvarðandi hjá
Jacobi V. Hansen, Eystur
oyar Røktar-og Ellisheim
og Runavíkar kommuna,
ið saman skipa fyri føðing
ardegnum, sum verður hild
in millum klokkan 15 og 18
týsdagin.
Vanligt er, at løgmaður
og onkur landsstýrismað
ur saman við kommun
alpolitikarum og stovns
umboðum eru við til ein slíkan
dag saman við familjuni hjá
føðingardagsbarninum.
Øll eru vælkomin at heilsa
upp á Jacob týsdagin millum
klokkan 15 og 18.
Sigrun Arnoldsson væntar,
at menu’in til føðingardagin
verður gott smyrjibreyð og
køkur.
Sosialurin ynskir Jacobi
Vilhelm Hansen hjartaliga
tillukku við stóra degnum
týsdagin.
Merkisdagar
24. juni kl. 11.00 giftast í Havnar kirkju Katrin
Martinsdóttir og Niels Viggo Niclasen, bæði úr Havn.
Leygardagin 24. juni kl. 16.00 giftast í Vesturkirkjuni
Pernille Mittún og Mohsen Darvishi. Veitslan verður á
Hotel Føroyum kl. 19.00 fyri innbodnum.
Leygardagin 24. juni kl. 15.30 giftast í Kings College
Chapel í Aberdeen, Rachel Lois Jack, kostráðgevi,
Aberdeen og Rúni Djurhuus Joensen, sivilverkfrøðingur,
sonur Karin og Eyðun, Tórshavn. Veitsla verður hildin
fyri innbodnum á Maryculter House Hotel eftir vígsluna.
Brúdleypsadr.: 6 Campsie Place Aberdeen AB15 6HL
Scotland.
Leygardagin 24. juni kl. 12.00 giftast í Havnar kirkju
Katrin Jákupsdóttur og Sakaris Bech, Tórshavn. Tey,
ið vilja gleða brúðarparið, eru hjartaliga vælkomin í
Sjónleikarhúsið ímillum kl. 13.00-18.00.
Leygardagin 24. juni kl. 10.30 giftast í Kelduni í
Skálafirði, Dora Jacobsen, Saltangará og Petur Olivur
Splidt, Tórshavn. Veitslan verður á Hotel Føroyum fyri
innbodnum.
Leygardagin 24. juni kl. 16.00 giftast í Sands kirkju
Jeaneth Klementsen og Ernst Løkjá, bæði av Sandi.
Veitslan verður fyri innbodnum í Virkinum á Sandi kl.
19.00.
Leygardagin 24. juni giftast í Haldórsvíkar kirkju Eydna
Hermannsdóttir Thorsteinsson, ættað úr Klaksvík og
Ronnie Samuelsen, ættaður úr Haldórsvík. Veitslan
verður fyri innbodnum.
Ein hegnismaður á
Glyvrum fyllir 100 ár
Jacob V. Hansen hevur altí› havt gó›ar hendur, og tí var ta› ikki av tilvild, at hann fór at fáast vi›
timbur, tá i› hann gavst at sigla. Hann hevur bygt nógv sethús fyri fólk, i› standa sum ein var›i
yvir tann partin av arbei›slívinum hjá honum