fríggjadagur 23. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
13
Preben Gudmundsson,
ættaður úr Vági, búsit
andi í Thisted, andaðist
21. juni, 53 ára gamal.
Hans Olsen á Oyrar
bakka andaðist hósdagin
á Røktarheiminum á
Mørkini, 87 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá góði faðir, verfaðir og abbi okkara
Erik Johannesen
Vestmanna
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum á Eldrasambýlinum, ið vóru um hann,
og fyri ta umsorgan, ið hann og vit fingu.
Tøkk til Agnar Nielsen og Ingu Poulsen Dam prest,
fyri góð og troystarrík orð í Eldrasambýlinum
og í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk til øll tykkum, fyri ta stóru hjálp, ið tit á ymiskan
hátt veittu okkum við jarðarferðini og ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávu
til Eldrasambýlið.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á fold
Hjartans tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Joen Pauli, Jørgen, Emly og John
Hósdagin var
prógvhandan á
Føroya Studentaskúla
og HF-skeiði í
Hoydølum, har 164
næmingar fingu
prógv. 18 ára gomlu
tvíburarnir Ásbjørn
og Jóhan Viderø
Gunnarsson fingu
báðir toppkarakterir
Próvtøka
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Próvtøkurnar á Føroya Stud
entaskúla og HF-skeiði í
Hoydølum eru nú lidnar, og
hósdagin var prógvhandan
í Ítróttarhøllini á Hálsi, har
rektarin, Mads A. Winther,
helt røðu, og limir úr sangkóri
í Hoydølum luttóku.
Tað heldur sjaldsama hend
an dagin var, at tvíburarnir
Ásbjørn og Johan fingu
toppkarakter við bert 0,1
karakteri á muni. Ásbjørn
Viderø Gunnarsson fekk 10,6
í miðal og harvið eisini besta
miðalkarakterin í Hoydølum
í ár, meðan tvíburabeiggin,
Jóhan, fekk 10,5 í miðal.
– Vit báðir eru sjálvandi
sera væl nøgdir við hetta.
Eisini gleðast vit um, at próv
tøkan nú er liðug, og at alt
gekk so væl, siga teir.
Teir halda báðir, at tað
hevur verið ein fyrimunur at
hava havt hvønn annan at gera
skúlating saman við, og hava
teir kunnað samstarvað.
Ásbjørn og Jóhan gingu
fyrst í Adventistaskúlanum
í 7 ár, síðan tóku teir 8. og
9. flokk í Kommunuskúlan
og fóru so beinleiðis í Stud
entaskúlan.
Umframt skúlan, eru báðir
við 1. deldarhópinum hjá
B36, og brúka teir nógva
tíð til venjing og dystir.
Skúlin og fótbólturin fara
soleiðis við nógvari tíð,
men við síðuna av ganga
teir eisini við bløðum í
grannalagnum á Ternuryggi
fyri Prentmiðstøðina.
– Nú fara vit at finna okk
um okkurt arbeiði, áðrenn
vit fara víðari til hægri lestur,
siga Ásbjørn og Jóhan.
Hvat teir fara at lesa til,
hava teir tó ikki tikið støðu
til enn.
Tvíburar við toppkarakterum
Tvíburabrøðurnir Ásbjørn og Jóhan Viderø Gunnarsson fingu báðir toppkarakterir í
Studentaskúlanum í Hoydølum
Tryggingarfelagið Føroyar
hevur í eina tíð arbeitt við
at seta á stovn nýtt lívs- og
pensiónstryggingarfelag fyri
at kunna taka kappingina
upp á hesum økinum.
Í hesum sambandi eru
leiðslubroytingar framdar í
felagnum. Mortan Poulsen
skal nú burturav arbeiða við
at seta á stovn eitt nýtt lívs-
og pensiónstryggingarfelag,
og samstundis er Edvard
Heen settur sum varastjóri í
tryggingarfelagnum at byrja
1. august 2006. Tá lívs- og
pensiónsfelagið er stovnað,
verður Mortan Poulsen stjóri
í tí felagnum.
Edvard Heen hevur fyri tíð
síðani starvast sum ráðgevi
hjá Tryggingarfelagnum og
eisini verið nevndarlimur hjá
Tryggingini í Smyril Line.
Eisini hevur hann drúgvar
leiðsluroyndir bæði í Før
oyum og uttanlanda, og
kemur nú frá einum starvi
sum leiðari fyri privatøkið í
Føroya Banka. ”Vit fegnast
um at hava knýtt Edvard
at felagnum, har hann við
sínum leiðsluroyndum kann
vera við at menna felagið, nú
stórar uppgávur standa fyri
framman,” sigur Gunnar í
Liða, forstjóri. Edvard skal
taka sær av dagligu leiðsluni
av tryggingarvirkseminum.
”Samstundis vita vit, at
stórir møguleikar eru innan
lívs- og pensiónsøkið, og tí
hevur felagið í eina tíð arbeitt
við at seta á stovn nýtt lívs-
og pensiónstryggingarfelag,”
sigur Gunnar í Liða, for
stjóri. Mortan Poulsen
hevur, áðrenn hann kom
til Tryggingarfelagið, havt
drúgvar royndir innan lívs
tryggingarøkið, har hann
í 19 ár starvaðist á Føroya
Lívstrygging, harav tey
seinastu árini sum dagligur
leiðari av felagnum, og hev
ur sostatt holla vitan um
hetta virksemið.
Edvard Heen nýggjur
varastjóri á Tryggingini
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum, sum hjálptu til á
ymiskan hátt, tá kæri pápi, verpápi og abbi okkara
Øssur Viberg Mortensen
ættaður av Tvøroyri
so brádliga andaðist í Keypmannahavn 1. juni og
varð jarðaður á Tvøroyri.
Tøkk fyri kransar og blómur.
Tøkk til prest fyri troystarrík orð. Tøkk til sangarar,
berarar og gravara.
Tøkk til tykkum mongu, ið hjáltpu til í
Keypmannahavn.
Harrin signið tykkum øll.
Familjunnar vegna
Cecilia og Laila við familju
www.sosialurin.fo
Edvard Heen hevur drúgvar
leiðsluroyndir bæði í Føroyum
og uttanlands