Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 119 - 23. juni 2006 Týsdagin løgdu næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki í skúlanum á Velbastað leiðina yvir um fjørð til Hest. Í Hesti bíðaði ein annar næmingur spentur eftir teimum, hin 7 ára gamli Niklas Lyngvej sum gongur í 1. flokki í Hests skúla. Skipanin er vanliga hon, at tað er hann sum fer ein dag um vikuna í Velbastaðar skúla saman við lærara sín­ um, Halldóru Dam. Men hesaferð komu altso hinir næm­ingarnir á vitjan í Hesti, nú skúlaárið var við at enda. Tey fóru út í Hest við Tern­uni um morgunin og innaftur seinnapartin, eftir ein hugnaligan dag í bygd og haga. Fyrr í vikuni fingu børnini Innan Glyvur og onnur við ein gyltan møguleika at íðka ta ítróttargreinina, sum so nógv verður tosað um í hesum døgum og sum so nógv eru upptikin av. Við til hetta hátíðarhaldið var væl av fólki møtt upp, og sum vera man serliga nógv børn. Fleiri røður vórðu hildnar, m.a. av borgarstjóranum Mal­enu Thomsen og seinni av Magnusi á Stong­un­um, nevndarlimi í Fót­bólts­sam­ bandinum. Síðani var spennandi løtan komin, tá enn ein hábærsligur gestur slapp framat. Hetta var eingin verri enn Jonhard Frederiksberg, sum er ein av monnunum á heimaliðnum Skála, eins og hann er ein av landsliðsleikarunum. Síðani sluppu børnini fram­at, og lítið man vera at ivast í, at hetta verður eitt vælvitjað spælipláss hjá børnum – og vaksnum. Vitjaðu skúlafelaga í Hesti Enn ein nýggjur sparkivøllur Næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki í Velbastaðar skúla og Niklas eru júst afturkomnir av gongutúri. Nú er at fara eftir taskunum, tí vitjanin í Hesti er brátt av. Niklas stendur triðuttast høgrumegin Mynd: Snorri Brend Niklas (hm.) og ein skúlafelagin Hjalti Mynd: Snorri Brend Jonhard Frederiksberg er væl dámdur av børnunum. Her er hann á nýggja sparkivøllinum Innan Glyvur Mynd: sjovarkommuna.fo Tey eru klár til dyst Mynd: sjovarkommuna.fo Dagurin 24. juni. Jóansøka. Føðingardagur Jóhannes Doyparans. Minningardagurin hjá halgimennum var vanliga deyða­ dagur teirra, men hjá Johannes Doyparanum er tað føð­ ing­ar­dagurin, ið verður hildin, av tí at hann var heilagur longu í móðurlívi. Eftir bíbilskari frásøgn var Jóhannes Doyparin 6 mánaðir eldri enn Jesus, og tessvegna høvdu kirkju­ligu myndugleikarnir gjørt av at halda føðingardagin hjá Jóhannesi áttanda dagin fyri 1. juli, og tað er júst 6 mánaðir fyri føðingardag frelsarans tann 24. desember. Føðingardagarnir verða verða báðir hvør í sínum lagi hildnir um sólstøður. Um øll Norðurlond verða hildnar summarveitslur um jóansøku. Jóansøkustevna, sum hon verður hildin nú á døgum, varð hildin á fyrsta sinni í 1925 á Tvøroyri. 25. juni. Prosper. Halgimenni úr Fraklandi, sum teir annars vita lítið um at siga uttan tað, at hann var høgt mettur kirkjulærari í fornkirkjuni og doyði í 455. Navnið merkir hin eydnuríki. 26. juni. Pelagius, deyður umleið ár 925. Ein 10 ár gamal drongur, sum varð tikin av døgum, tá ið maurar ráddu í Spania. Føðingar 5. juni fingu Ritha og Eyðun Midjord, Hvalba, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4050 gr. 14. juni fingu Brynhild Hellisdal og Heri Ellendersen, Hoy­ vík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3550 gr. 14. juni fingu Guðrið og Bárður Debes, Trongisvágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3530 gr. 15. juni fingu Jórun HJ Djurhuus Vedelsbøl og Anders Vedels­bøl, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3900 gr. 15. juni fingu Bodil og Jákup Joensen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long ov igaði 3250 gr. 15. juni fingu Jóna H. Gudmundsen og Bogi Jacobsen, Sandavágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3350 gr. Paul og Magnus hava fingið eina lítlasystur. Hósdagin tann 15. juni fingu Anne og Suni á Salbø, búsitandi í Aal­borg, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3810 gr. 16. juni fingu Lissy Durhuus og Stephen Ryan, Dublin, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4360 gr. og hevur fingið navnið Sámal. 17. juni fingu Gudrun Christiansen og Óli Jøkladal, Tórs­ havn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4050 gr. 17. juni fingu Sandra og Sunheðin Djurhuus, Selatrað, tvíburar - døtur. Tann eina var 48 cm. long og vigaði 2580 gr. og hin var 47 cm. long og vigaði 2310 gr. 18. juni fingu Sheila Sigmundsdóttir og Bergmann Finnsson, Lambi, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4750 gr. 20. juni fingu Lina Egholm og Juleif Durhuus, Válur Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4400 gr. 21. juni fingu Ragna Gøthe og Áslakk Jacobsen, Norðra­ gøta, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4150 gr. 22. juni fingu Rannvá Hansen og Omar Mote, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3400 gr. 9. november 2005 kom Esther Shuang til Føroyar úr Kina. 20. juni fekk hon ein lítlabeiggja, sum var 54 cm. langur og vigaði 3600 gr Foreldrini eita Hansina og Jógvan Edvard Joensen, Tórshavn. Sunnudagin tann 18.06.06 fekk Emil H. Dam eina lítlasystur. Hon vigaï 3770 g og var 53 cm long. Foreldruni eru Malla Dam og Søren H. Jensen. Tann 13. juni fekk Bartal eina lítla systir. Hon var 55 cm long og vigaði 3500 gram. Foreldrini eru Rannvá J. Simonsen og Mikkjal Gaard Hansen. Tey búgva í Havn.