Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 23. juni 2006 15 – Er minsti ill­gruni um, at út­lend­ingar eiga meiri í før­oysk­ um fiski­skipum, enn teir hava loyvi til, eigur tað at verða kannað, ongantíð ov skjótt, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum Handil við loyvum og skipum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Allur ivi eigur at verða ruddaður av vegnum. Tað sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reið­ara­ felag. Hann harmast um alt rok­ ið, sum hevur verið seinastu dagarnar um tað, at skip og loyvi verða seld. Tað hann harmast um, er, at tað ferð eftir ferð verður ført fram, at skip og fiskiloyvi verða seld til føroyingar, sum í veru­ leikanum bara eru strámenn hjá útlendskum og norskum feløgum. Ígjøgnum hesar strámenn koma íslendingar og norðmenn soleiðis at eiga føroysk fiskiskip og fáa ræðið á føroyskum fiski­ loyvum. – Annars stendur tað púra greitt í lógini, at útlendingar kunnu bara eiga í mesta lagi ein triðing av einum føroyskum fiskiskipi og teir kunnu heldur ikki hava meiri enn ein triðing av avgerðarmyndugleikanum í hesum feløgum, sigur Jákup Sólstein. – Eiga teir meiri enn tað, ella hava teir størri av­gerðarrætt enn tað, er tað heilt sólarklárt, at tað er lógarbrot, leggur hann afturat. – Verða undirskjøl ella loyniligar avtalur gjørdar, sum geva útlendingum størri avgerðarrætt, enn ein trið­ing, er tað ólógligt og tað kann eg aldrin taka undir við. Og hann ger eisini púra greitt, at tað er Fiski­mála­ ráðið, sum hevur skyldu til at hava eftirlit við, at lógin verður hildin og til at tryggja, at onki ólógligt fer fram. Og er nakar illgruni um lógarbrot, eigur Fiski­mála­ ráðið at kanna málið fyri at rudda illgrunan av vegnum, eisini so at reiðararnir sleppa undan illgrunanum. Tað er ikki serliga hugaligt at liva undir slíkum skuld­ setingum og tí eiga tær at vera kannaðar og staðfestar, ella avsannaðar, sigur Jákup Sólstein. Annars hevur hann als onki ímóti, at útlendingar eiga ein triðing av einum føroyskum fiskiskipi. – Bara avgerðarrætturin eri Føroyum, sum hann eigur eftir lógini og tað er tað, sum hevur týdning, sigur Jákup Sólstein. Ein annar spurningur, sum hevur verið nógv um­­rødd­ur í hesum sam­bandi, er um tað er rætt og rími­ligt, at tað ber til hjá einstøk­um reið­ arum at selja eitt fiskiloyvi fyri stóran vinning. – Ein kann altíð tosa um, hvat er rætt og rími­ligt. Men tað einasta, vit vita, er, at tað er altíð ein politiskur spurningur, hvørj­um karm­ um, vinnan arbeiðir undir, so tað kann ómøgu­ligt kast­ ast einstøkum reiðarum fyri, at teir virka undir teim­um karmum, sum eru lagdir. Er als ikki skattafrítt – Annars er tað als ikki rætt, at vinningurin er skatta­fríur, sum mong hava fingið fatanina av. Taka við aktuella Eiler Jacobsen sum dømi, rindar hann góðar 50 milliónir í skatti, nú hann seldi Krúnborg fyri 356 milliónir krónur. Og tekur hann vinningin úr felagnum, skal hann betala 35 % í skatti afturat. So tilsamans er tað næstan 150 milliónir, sum sum enda í landskassanum, verður peningurin ikki brúktur til aðrar íløgur, sum eisini fara at gagna samfelagnum. – So kunnu altíð ymsar meiningar verða um, antin hetta er ov nógv ella ov lítið, men vit kunnu bara halda okkum til veruleikan og hann er, at hetta eru karmarnir, sum politiski mynd­ugleikin hevur lagt. Annars er hann ikki samd­ ur í, at Eiler Jacobsen hevur selt eitt loyvi fyri yvir 200 milliónir. – Hann hevur selt eitt skip, við einum loyvi fyri 356 milliónir. Skip og loyvi hanga saman, leggur hann afturat. Men sostatt hava keypar­ ar­nir betalt ein prís fyri fiskiskap, sum teir vænta at fáa hesi næstu árini. Men hetta er ein stórur vági, tí tað er torført at meta um fiskiskapin nøk­ ur ár fram í tíðina. Fara svartkjaftakvotan, silda­ kvotan og makrelkvotan nið­ur í helvt, kunnu keypar­ arnir skjótt vera um ein háls. Góðtaka ikki tilfeingisgjald Ein annar spurningur, sum er nógv tengdur at tí, sum er farið fram seinastu dagarnar, er spurningurin um at fiskiflotin skulu be­tala tilfeingisgjald. – Tað fara vit ongantíð at góðtaka, staðfestir Jákup Sólstein. Hann sigur, at til­feingis­ gjald er eitt nýtt og fínt hugtak í føroyskum høpi, men tað merkir ikki annað enn tað, at skipini skulu betala eitt avgjald fyri at sleppa at fiska. Undir øllum umstøðum fer eitt avgjald at tyngja raksturin og tað fara vit ikki at góðtaka. Harafturat er hetta eitt avgjald, sum skipini skulu betala, hóast tey annars geva hall. – Eitt dømi er, at ein línu­bátur ella ein partrolari skal betala eina millión í landskassan um árið, hóast raksturin annars gevur hall. – At vit betala skatt av einum staðfestum vinn­ ingi, er nakað heilt ann­að, sigur formaðurin reið­ara­ felagnum. Mistankin má rudd ast av vegnum alt fyri eitt tíðindi Tilfeingisgjald er bara eitt nýtt og fínt orð fyri eitt avgjald og vit fara ongantíð at góðtaka, at fiskiflotin skal betala meiri avgjald. Tilfeingisgjald er enntá eitt gjald, sum skal betalast, hóast eitt skip gongur við halli, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum