fríggjadagur 23. juni 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 119 - 23. juni 2006
Um ársskiftið skulu
norskir og kanska
eisini danskir
hermenn til Darfur,
har teir kunnu koma
í bardaga við børn,
ið verða brúkt sum
hermenn
Darfur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Eftir áheitan frá ST hevur
norska
stjórnin
játtað
at senda 170 hermenn
til sudanska landspartin
Darfur, og danska stjórnin
hevur játtað at viðgera áheit
anina frá ST við vælvild.
Men teir norsku og
donsku hermenninir eiga at
fyrireika seg til umstøður,
sum teir ikki eru vanir við,
og sum kunnu geva bæði
teimum og heimafólkinum
trupulleikar.
Í einari blaðgrein skrivar
norski
heryvirmaðurin
Robert Mood, at hermenn
inir kunnu vænta at koma
í skotbardaga við børn, tí
í Darfur verða nógv børn
brúkt sum hermenn. Í ein
um slíkum skotbardaga
kann úrslitið líkjast tí, sum
umheimurin kallar hópdráp,
skrivar hann.
– Tá fáa vit at síggja, um
okkara politiska umhvørvi
hevur skilt, at tað er ikki
nóg mikið, at stjórnin
styðjar hermenninar, men
at andstøðan eisini heldur
seg frá at heysta politiskan
vinning av umstøðunum,
skrivar Robert Mood.
ÚTLAND
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800 fax 341801
Ætlaðu
at søkja
at há-
húsum
í Chicago
Amerikanska løgreglan hevur
tikið sjey fólk, sum eru undir
illgruna fyri at hava havt
ætlanir um at søkja at Seara
Tower í Chicago, sum er 442
metrar høgt. Kortini skilst, at
ætlaninar vóru ikki serliga
komnar serliga langt, og
løgreglan hevur heldur ikki
funnið spreingievni ella vápn
Mynd: Scanpix
Tað hevur ikki verið
so heitt á Jørðini tey
seinastu 400 árini
sum nú. Ja, kanska
hevur tað ikki verið
so heitt í 2.000 ár
Veðurlag
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jørðin hevur fepur.
Tað er niðurstøðan í ein
ari drúgvari frágreiðing,
sum nakrir av teimum
fremstu amerikonsku veður
lagsgranskarunum
hava
gjørt fyri Kongressina í
Washington.
– Hitavøksturin frá 1990
til 2000 var tann mesti í
400 ár, men tað er ikki
óhugsandi, at vøksturin er
tann mesti tey seinastu 2.000
árini, sigur Gerald North,
sum er professari á einum
lærdum háskúla í Texas, og
sum hevur verið við til at
skriva frágreiðingina fyri
Kongressina.
Ein onnur frágreiðing,
sum varð almannakunngjørd
í gjár, vísir, at tær nógvu
ódnirnar í fjør komu av,
at luftin uppi yvir pørtum
av Atlantshavinum
var
sjáldsama heit. Sagt verður,
at tað er eitt stig heitari á
norðaru jarðarhálvu nú enn
fyri 100 árum síðani.
George W. Bush, forseti,
og stjórn hansara halda
uppá, at tann veksandi
hitin á Jørðini er ikki so
vandamikil, sum vísindin
vil vera við, men tann
nýggja frágreiðingin til Kon
gressina hevur sannført
kongressmannin Sherwood
Beohlert um, at forsetin fer
skeivur.
– Hendan frágreiðingin
prógvar,
at
støðan
er
álvarssom, sigur hann við
CNN.
Heitasta árið í 400 ár
Kunnu koma í kríggj við børn
Stutt sagt
Hóttir við at fara frá
Forsetin í Eystur-Timor,
Xanana Gusmao, krevur,
at forsætisráðharrin, Mari
Alkatiri, skal leggja frá
sær. Ger hann ikki tað, fer
forsetin sjálvur at leggja
frá sær. Men Alkatiri letur
ikki kravið við seg koma.
Hann fer ikki frá, sigur
hann, og tí er óvist, hvat
fer at henda.
Gusmao, forseti, vil
vera við, at tað er stjórnin,
sum hevur ábyrgdina av
ófriðinum í landinum í
seinastuni. Fleiri leiðandi
limir í stjórnarflokkinum
taka undir við forsetanum,
og teir hava biðið Alkatiri
leggja frá sær, so forsetin
kann standa á odda fyri
einari fyribilsstjórn, sum
skal sita til næsta val.
Ófriðurin
í
Eystur-
Timor tók seg upp fyri
einum
góðum
mánað
síðani, tá stjórnin koyrdi
600 og av landsins 1.400
hermonnum
til
hús.
Avgerðin elvdi til ófrið,
og minst 20 fólk lótu
lív, til 2.500 hermenn
úr Avstralia, Malaysia
og øðrum londum fingu
tamarhald á støðuni.
Kina verður vanliga mett
sum trúgvasti stuðulin hjá
norðurkoreanska stýrin
um, men leiðararnir í
Beijing eru ikki serliga
fegnir um ætlanina hjá
Norðurkorea at royna eina
langtberandi rakett.
– Støðan er sera ørkyml
andi, og vit vóna, at allir
partar gera sítt til tess at
tryggja frið í økinum, segði
talsmaðurin hjá kinesiska
uttanríkisráðnum í gjár.
USA og Japan hava
ávarað
Norðurkorea
ímóti at royna ta nýggju
rakettina. Í gjár kærdu
norðurkoreanar seg um, at
amerikonsk flogfør hava
verið á kanningarferð
nærhendis strondini, og
teir hóttu við at skjóta
flogførini niður, koma tey
ov nær. USA hevur eisini
sent
eitt
njósnaraskip
avstað við kós ímóti Norð
urkorea.
Japan
hevur
eisini
sent herskip og flogfør
ímóti
norðurkoreonsku
strondini. Japanar stúra
serliga fyri, at leivdir av
norðurkoreonsku rakettini
kunnu detta niður í Japan,
og tí hevur løgreglan
fingið boð um at vera á
varðhaldi, skrivar AP úr
Tokyo.
Kina ávarar Norðurkorea
George Cadey, sum er
ovasti fyri teimum ameri
konsku
herdeildunum
í Irak, vil vera við, at
shiamuslimskir
upp
reistrarmenn fáa vápn
úr grannalandinum Iran.
Hann leggur eisini iransku
fregnartænastuna undir at
venja uppreistrarmenninar
í venjingarlegum í Iran og
Libanon.
– Vit eru rættiliga vís
ir í, at iranar lata upp
reistrarmonnunum vápn,
heimagjørdar bumbur og
tøkni av ymsum slagi,
segði George Casey á ein
um tíðindafundi í gjár.
Hann viðgekk kortini, at
USA hevur eingi prógv
fyri, at uppreistrarmennin
ir veruliga fáa stuðul úr
Iran.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at USA leggur
Iran
undir
at
hjálpa
teimum shiamuslimsku
uppreistrarmonnunum
í Irak. Iranska stjórnin
vísir
skuldsetingunum
aftur og sigur, at skuld
setingarnar
eru
bara
ein liður í amerikonsku
útspillingini, nú londini
stríðast um ta iransku
kjarnorkuætlanina.
Fáa vápn úr Iran
– Hitavøksturin frá 1990 til 2000 var tann mesti í 400 ár, men tað er
ikki óhugsandi, at vøksturin er tann mesti tey seinastu 2.000 árini.
Gerald North, sum er professari á einum lærdum háskúla í Texas