Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Nr. 119 - 23. juni 2006 Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið: Sól sunnudagin – Seinnapartin leygardagin og allan sunnudagin verður gott veður, sigur veðurfrøðingurin Petur Skeel Jacobsen. Vit kunnu rokna við einum 13 gradum og lítið av vindi. Sólin fer væntandi eisini at síggja sunnudagin. Àðrenn hetta kunnu vit tó vænta okkum eitt sindur av regni fríggjakvøldið og tíðliga leygardagin. Veðrið verður nøkulunda tað sama um alt landið. Er hetta normalt veður fyri hesa ársins tíð? – Ja, man plagar at siga at millum Jóansøku og Syftunsøku (2 juli) skal veðrið vera av tí allarbesta, sigur Petur. IT SAMBAND jan muller@ sosialurin.fo tlf 341800 vikuskiftið Ein tann størsta høgtíðin í Svøríki er nú í vikuskiftinum. Tað er miðsummar, sum saman við jólunum, er tann høgtíð, ið sviar halda mest av Høgtíð Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Her á okkara leiðum verður miðsummar ikki hildið á sama hátt, sum í grannalondunum Svøríki og Finnlandi. Her kenna vit til jóasøkuhald og Sankt Hans bálið. Í Finnlandi og serliga Svøríki er miðsummar ein høgtíð, har fólk hava frí frá arbeiði, og nógv verður fyrireikað av mati, pynti og klæðum. Øll svensk bløð eru í hesum døgum full av góðum uppskriftum upp á miðsummarmat og drykk, og klæðini skulu í ár verða hvít við blondum á. Í hárinum skulu kvinnurnar helst hava ein blómukrans. Longsta dag Miðsummar verður hildið fyri at hátiðarhalda longsta dag á árinum. Miðsummarnáttin hevur frá gamlari tíð verið gandakend, og nógvastaðni í Svøríki eru tað enn kvinnur, sum savna sær sjey sløg av blómum saman, leggja tær undir koddan, og vóna so at droyma um komandi mannin, sum søgnin sigur at ein skal. Líka sum jólini hava sítt jólatræð, so hevur miðsummar sína miðsummarstong. Tað er ein træstong við nøkrum træarmum, ið verða klæddir við leyvið og blómum, og kransar hongdir á. Miðsummar á svenskum Tá sildin, eggini, tey smáu eplini og snapsurin er farin niðurum, verður sungið og dansað rundan um stongina. Stongin verður nú á døgum bara brúkt sum pynt, men fyrr í tíðini reisti man stongina sum eitt tekin uppá fruktbæri. Veðrið til miðsummar er sera týdningarmikið. Miðsummarhaldið er fyri tað mesta uttandura og tí er ógvuliga keðiligt um regnið oysir niður – sum tað ofta ger til miðsummar. Veðurfrøðingar verða bidnir um at spáa veðrið fleiri vikur frammanundan, og gitingarnar eru nógvar alla vikuna áðrenn miðsummar. Í flestu stóru støðum í Svøríki skipa kommunurnar fyri miðsummarhaldi har túsundatals fólk savnast. Nógv eru í fólkadrakt og tónleikur verður spældur. Eisini savnast nógv fólk saman í summarhúsum og eta og drekka náttina langa. Myrkt verður bara eina løtu til sólin sær aftur, og festin kann fortseta... Mynd: Swedish Travel & Tourism Council, Peter Westrup Ein tann allarstørsta syndin man vera at lata lívið sjálvt fara afturvið borðinum uttan at hava tikið við hesum sama lívi og uttan at hava livað hetta lívið út í æsir Eyðun Joensen, sálarfrøingur