fríggjadagur 23. juni 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
18 vikuskifti
Eldralív
Anna V. Ellingsgard
anna@sosialurin.fo
Ein av føstu gestunum í Tilhald
inum í Tórsgøtu er fyrrverandi
landsstýris- og løgtingsmaðurin
Eilif Samuelsen. Eilif greiðir
frá, at bakgrundin fyri átakinum
“Ábyrgd fyri egnari heilsu” var,
at ST í 1999 lýsti árið at vera ár
teirra gomlu. Eisini í Føroyum
var serligt ljós varpað á støðuna
hjá teimum eldru, mill um annað
fyri at skapa eina betri fatan fyri
teimum avbjóðingum, sum tann
vaksandi bólkurin av fólki, ið er
farin um pensjónsaldurin, setir
bæði til samfelagið og sín sjálvs.
Betri umstøður
Hugburðurin aftan fyri átakið
“Ábyrgd fyri egnari heilsu” var,
at Tilhaldið í Tórsgøtu eins og
líknandi feløg kring landið áttu at
upplýst og stimbra pensjónistum
nógv meira at gerast virknari og
nógv meira tilvitað um fyritreytir
fyri at varðveita og bøta um bæði
heilsu og trivna, sigur Eilif.
Í innleiðandi fyrilestri til
átakið vísti Eilif á, at vit sum
útgangsstøði mugu frøast um, at
tað í okkara landi frá almennari
síðu verður gjørt rættiliga nógv
fyri borgararnar í øll um aldrum
og ikki minst fyri tey eldru
– tað veri seg á almannaøkinum
ell a á heilsuøkinum. Hinvegin
minti hann á, at hóast helvtin
av samlaðu útreiðslunum á
landsins fíggjarlóg fer til at
røkja uppgávur á almanna- og
heilsuøkinum, er enn er langt
eftir, til vit kunnu siga, at
tørvurin er nøktaður. Støðugt
verður skorað á, at tað almenna
skal økja um veitingar, gera fleiri
stovnar, útvega fleiri stovnspláss,
meira heimahjálp o.s.fr. Tey, sum
eru avvarðandi at fólkum, ið bíða
eftir stovnsplássi, vita hvussu
neyðugt tað er við framhaldandi
útbygging á økinum. Vit hava
nógvar stovnar, sum kundu havt
møguleikar fyri at virka væl,
men beinhørð og tilvildarlig
sparikrøv gera, at brúkarar av
hesum stovnum ikki fáa ta bestu
hjálpina frá eini fámentari og
strongdari manning.
Elli fylgir ikki skema
– Vit í Tilhaldinum í Tórsgøtu
hava valt at venda spurninginum
180 gradir og spyrja: Hvat kunnu
vit sjálvi gera fyri at varðveita
eina góða heilsu? Hugsanin var,
at vit eiga at fáa eyguni meir
upp fyri, at tað hvílir ein skylda
á okkum eldri at gera tað, vit
kunnu, fyri at varðveita heilsuna
og førleikarnar so langt upp í
árini, sum yvirhøvur gjørligt.
Vit skulu sjálvandi fyrst og
fremst gera tað fyri okkara egnu
skyld, fyri at betra um okkara
lívsgóðsku, sum tað eitur í dag,
men samstundis gera vit tað
eisini fyri samfelagsins skyld fyri
at fyribyrgja, at vit verða noydd
at fara á røktarstovn, segði Eilif.
Hann minti á, at tilgongdin
frá at vera ungur til at gerast
gamal er hin sama í dag, sum
hon hevur verið all ar dagar. Eitt
eyðkenni hjá tí unga og fríska
er, at hann ell a hon er før fyri
at klára seg sjálv og ikki er
bundin av at skula hava hjálp
frá øðrum. Eitt eyðkenni við at
gerast gamal er, at ein so við og
við gerst meir bundin av at skula
hava hjálp. “Ell in kemur ikki
einsamøll ”, sigur orðafell ið um
teir veikleikar og tey brek, sum
aldurdómurin ber við sær.
– Men veikleikarnir og brekini
koma ikki neyðturviliga eftir
einum føstum skema, tá ein verð
ur so og so gamal. Vit kunnu
sjálvi verða við til at skunda
undir tey við okkara máta at liva
uppá, og vit kunnu eisini seinka
teimum í at gera um seg við at
fara við okkara likami og sál á
ein skila góðan hátt. “Ein sunn
sál í einum sunnum likami”.
Hetta er tað nýggja ell a tað endur
uppdagaða, sum hevur tikið seg
rættiliga upp í heilsu- og eldra
politikkinum um okkara leiðir
hesi seinastu árini – at fólk sjálvi
eiga eina ábyrgd fyri síni egnu
heilsu og vælferð, segði Eilif
Fyrilestrarøð
Til tess at gera tey eldru betri
før fyri at átaka sær hesa ábyrgd,
tók Tilhaldið í 2004 stig til eina
fyrilestrarøð, har evnið heilsa á
eldri árum varð lýst frá ymsum
sjónarhornum. Spurningarnir,
ið vórðu tiknir upp í hesum
fyrilestrum, vóru so mikið
áhugaverdir og viðkomandi, at
stigtakararnir hildu teir áttu at
verða viðgjørdir í einum breiðari
høpi. Úrslitið var ein evnisdagur
í Útvarpshøll ini í fjør heyst, har
eldrafeløg úr øll um landinum
fingu høvi at hoyra samandráttir
av fyrilestrunum, seta spurningar
og luttaka í kjaki.
Vit á Sosialinum taka nú táttin
upp við at prenta fyrilestrarnar
í hesum og komandi bløðum.
Byrjað verður við fyrilestrinum
“Lívið verður ikki endursent” hjá
Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi,
um sálarliga heilsu.
Heilsa:
Tey eldru ganga á odda
Ábyrgdina fyri
at varðveita eina
góða heilsu eiga vit
sjálvi. Tað er ein av
aðalsetningunum
hjá Tilhaldinum
í Tórsgøtu, sum
longu fyri tveimum
árum síðani setti sín
egna heilsuboðskap
á breddan við
átakinum “Ábyrgd
fyri egnari heilsu”
– Veikleikar á ellisárum koma ikki eftir einum føstum skema. Vit kunnu sjálvi gera okkara til at skunda undir ella
seinka teimum, segið Eilif Samulelsen millum annað í innleiðandi fyrilestri til átakið “Ábyrgd fyri egnari heilsu”