fríggjadagur 23. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
20 vikuskifti
LÆRARAÚTBÚGVING
Pauli Nielsen
rektari á Føroya Læraraskúla
Myndir: Jan Müller
Góðu 4. flokkar, sum skjótt
verða fyrrverandi. Góðu børn
tykkara, makar, foreldur og
onnur, sum standa tykkum nær
og eru komin higar at fegnast
saman við tykkum hendan
gleðisdag.
Áðrenn prógvini verða handað,
havi eg hug at siga eitt sindur,
sum eg haldi hevur týdning at
siga.
Eg havi so mangan, tá ið
eg havi staðið her og sagt
farvæl til floygd lesandi,
gjørt vart við, at børnini eru
veruligu granskararnir og
heimspekingarnir. So at siga alt
sum hevur við læru og menning
hjá okkum vaksnu at gera, er
bara eftirgerð av teirri undran og
forvitni, teirri stremban og vilja
at læra, sum er aðalmerkið hjá
einum og hvørjum sunnum barni.
Ein smádrongur var herfyri
spurdur: »Hvat er tað ringasta at
missa?«
Tá ið vit hoyra spurningin, sita
vit øll vaksnu skjótt við okkara
vaksna svari, og støðan vit eru
í hevur sjálvandi stóra ávirkan
á, hvat ið vit svara, men vita tit,
hvat ið hann svaraði?
Hann svaraði »Hugflogið«.
Hugflogið er tað ringasta, ið
vit kunnu missa.
Og meginkveikjarin, tað er
hugflogið ið hvussu er. Uttan
hugflog verður lítið lív.
Kendi sveisarafranski
arkitekturin Le Corbusier sigur
tað so barnsliga væl í bókini,
»Tá ið katedralarnir vóru hvítir«:
»At vita hvussu vit skulu liva,
er grundleggjandi spurningurin
í øllum samfeløgum um allan
heim.«
Ja, hvussu skulu vit liva?
Veit eg tað? Vita tit tað? Hvør
veit tað?
Tí er spurningurin so stórur.
Kirkegaard segði einaferð:
»Vit liva lívið frameftir, men
skilja tað aftureftir.«
Og kortini er mest áleikandi
spurningurin longu frá barns
beini: Hvussu skulu vit liva?
Í gamla Grikkalandi gingu
fólk í skúla fyri at læra at liva
í frítíðini. Og tað man vera
skilagott menniskjaliga at hava
hetta í huga eisini í okkara tíð.
Vit kunnu kalla tað at læra til
lívið.
Her heima hjá okkum hoyra
vit stundum orðið pedagogikk
nýtt niðursetandi, og summi vilja
vera við, at ov nógv pedagogikk
hevur spilt skúlan.
Tílík sjónarmið fáa altíð gott
pláss í fjølmiðlunum, men hvat
er tað tey vilja siga, sum so
lemjandi niðurgera tað hugtak,
sum skuldi verið mín og tykkara
fakligi stoltleiki, tí tað er tað,
sum vit fyrst av øllum eru
– pedagogar – lærarar.
Eg havi onkuntíð alment
spurt, hvat ið pedagogikk merkir
í huganum hjá teimum, sum
nýta orðið niðursetandi, men
eg havi ongantíð fingið nakað
svar, og allir fjølmiðlarnir tóku
herfyri sum givið, at føroyski
skúlin var dumpaður, tí at ein
rættiliga avmarkað kanning vísti,
at føroyskir ungdómar høvdu
klárað hesa royndina illa.
Men kanska var tað royndin,
sum dumpaði.
Ið hvussu er, so kann hon
ikki metast sum annað enn
eitt frímerki á einum stórum
brævbjálva, tá ið vit skulu
hugmynda okkum, hvat ið hon
ikki vísir.
Pedagogikkin, í eini ella aðrari
merking, sum er ógreið fyri mær,
fær skyldina.
Kanska merkir hon hjá hesum
fólkum eftirlæti, og tað hevur
einki við tað pedagogikkhugtak
at gera, sum hugmyndar aðal
lærugrein tykkara og okkara her
á staðnum..
Tit skulu vera lærarar, og tað
merkir, at ein stórur partur av
tykkara ábyrgdarøki er daglig
pedagogisk leiðsla av arbeiðinum
saman við børnunum.
Pedagogisk leiðsla er altíð at
minnist til fjaldu læruna, ella tað
sum hongur uppií, tá ið vit gera
tað, sum politiski viljin vil, at vit
skulu gera.
Tað merkir, at vit skulu verja
um áhugamálini hjá teimum,
sum vit hava vald á. Onkur hevur
orðað tað soleiðis: Vit skulu vera
teirra advokatar.
Tí er sonn pedagogisk leiðsla
ikki eftirlætin, men hon er
næstan óendaliga tolin, tá hon
vísir tann góða vilja, sum er
fortreytin fyri øllum etiskum
gerðum. Og tí er hon eisini
vónleys at liva upp til, men hon
er virðiliga stavnhaldið.
Sjálvur eri eg upptikin av, at
tit, sum ganga her, ikki bara
Tað ringasta, eg kann
– Allir fjølmiðlarnir tóku herfyri sum givið, at
føroyski skúlin var dumpaður, tí at ein rættiliga
avmarkað kanning vísti, at føroyskir ungdómar
høvdu klárað hesa royndina illa. Men kanska var
tað royndin, sum dumpaði, segði Pauli Nielsen
m. a. í røðuni til próvhandanina á Føroya
Læraraskúla seinasta fríggjadag
Seinasta fríggjadag fingu tveir flokkar á Føroya Læraraskúla prógv