fríggjadagur 23. juni 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
21
vikuskifti 21
missa, er hugflogið
fáa prógvið. Tað skulu tit
sjálvandi hava fyri at fáa fast
starv í fólkaskúlanum. Eg eri
meira upptikin av, at tit fáa
útbúgvingina sum tryggjar, at tit
ikki geva børnunum steinar fyri
breyð. Og soleiðis sum eg hugsi,
so kunnu ov nógv liðug svør
skjótt gerast tyngjandi steinar,
men spurningarnir, ið verða settir
av iva, vilja og í álvara altíð er
breyðið, ið kann veita okkum
orku at halda okkum uppi.
Eg sigi hetta, tí vit vita, at so at
siga øll svør fyrr ella seinni vísa
seg ikki at vera allur sannleikin.
Leiðarin á einum læknaskúla
yviri í USA byrjaði fyri nøkrum
árum síðani móttøkurøðu sína
fyri teimum nýggju lesandi
soleiðis:
»Tit skulu vita, at tá ið tit um
eini fimm, seks ár eru liðug við
útbúgvingina her hjá okkum, fer
tað at vísa seg, at helmingurin av
tí, sum tit hava lært er skeivt, og
tað, sum er uppaftur verri, er, at
vit vita ikki, hvør helmingur tað
er.«
Fyri einum mánaði síðani
høvdu vit her á skúlanum
vitjan av heimskenda heila
granskaranum Morten Kringel
bach, sum starvast í Oxford,
og hann var uppaftur meira
avgjørdur. Hann segði, at innan
teirra øki mundi tað fara at vísa
seg, at 90% av verandi vitanini
fór at roynast skeiv, tá ið 10 ár
vóru farin. Og kortini vita vit
meira og meira.
Eg er tí líka so upptikin av, at
útbúgving tekur tíð, sum av at tíð
fer illa til spillis.
Bæði hava týdning, og eg haldi,
at svenska skaldið Kaj Beckman
er sera beinrakin, tá ið hann sigur
soleiðis:
Når man går fort
och tittar rakt fram
då kommer man fort fram.
Om man går langsamt
och tittar på alt ved vägkanten,
om man tar op en sten
ock luktar på en blomma
– då går det inte fort.
Men stenen och
blomman
har blivet ens vänner.
Hetta man eisini vera galdandi
fyri skúlatíðina.
Sjálvandi skulu vit gera alt
fyri, at komandi ættarlið verða
gagnligir borgarar, men vit
mugu ikki gloyma, at børn
eru javntverd við øll onnur
medmenniskju, tí tey eru tey, og
eingin annar.
Vit vaksnu kunnu ikki gera
nakað, sum tryggjar hvussu
tey verða sum vaksin, men vit
hava øgiligt vald á teirra lívi,
meðan tey eru børn. Børn eru
virðismikil, tí tey eru hugsandi
og kenslusamar verur.
Eg byrjaði við einum barni og
kann tí hóskandi eisini gevast við
einum øðrum, sum hevði fingið
spurningi, hvussu vit skulu brúka
lívið, og svarið var:
»Vit skulu ikki bara brúka lívið
til at vera ríkur og koyra í dýrum
bilum og reypa sær.«
Eg skal ynskja tykkum hjarta
liga tillukku við próvnum og við
útbúgvingini, sum tit vónandi
hava ognað tykkum her á
Læraraskúlanum.
Góða eydnu við lærarayrkinum.
Tit fáa litið upp í hendi tað
dýrasta, ið vit eiga. Tit fáa stórt
vald.
Nýti tað við tí skili, sum ein
pedagogisk útbúgving eigur at
hava givið tykkum møguleika at
menna.
Og takk øll tit á Læraraskúla
num, sum hava verið við til
at útbúgva tykkum og skapa
neyðugu umstøðurnar til
trivnaðin hjá tykkum, sum her
ganga.
Bárður á Lakjuni, nýklæktur lærari, saman við pápanum, Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharra, sum eisini er lærari
Pauli Nielsen, sum nú leggur frá sær sum rektari á Føroya Læraraskúla eftir
at hava røkt starvið í 18 ár
Pauli Nielsen, rektari, saman við Elin Hentze í Stórustóvu, nýklæktum
lærara