Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 23. juni 2006 22 vikuskifti LISTASAVN Røða eftir Karin Kjølbro Henda glæsiliga ætlan er nú veruleiki. Hetta stað nevnist Uttan fyri Á ella Áargarður. Her hava forfedrar Sofus Olsens búð síðani seinnu helvt av 16. øld. Fyri mær – í mínari verð, sigur Sofus einastaðni, er tað heilt logiskt at byggja húsini á Sandi. Her eri eg føddur, her livdi eg míni barndóms- og ungdómsár. Eitt privelegium at sleppa at vaksa upp í bygdini og umhvørvinum har. Sand eigur enn tann dag í dag pláss í hjarta mínum. Eisini hjá mongum øðrum er Sandsbygd nakað serligt. Hon er ein av elstu bygdunum í landinum, her var hin fyrsti fólkafundurin hildin í 1894, og tað er songhljómur í bygdar­ málinum á Sandi, skrivar Chr. Osvald Viderø í Sands Saga. Bygdin er full av sermerktum fólki. Tað listarliga lá fram undir. Lendið var góður songbotnur, legði hann afturat. Haldi, at hetta er so púra sjálvsagt, at eitt listasavn stendur her. Á hesum staði sært tú út í Dímunar, har Dýðrikur var føddur í 1802 – Dýðrikur, ið var hin fyrsti føroyski listamálarin, vit vita um. Og søgan gerst ikki verri av, at Dýðrikur gjørdist húskallur í Kárastovu á Skarvanesi, hagar vit eisini síggja hiðani, eins og vit næstan síggja lendið við Lítlavatn, har hann verður hildin at hava málað sínar mánadúgvur. Í 1961 keypti Sofus sín fyrsta málning, og hann hevur líka síðani samlað list. Hann var vinmaður við bankastjóran Nonnegaard, ið hevði stóran áhuga fyri myndlist. Teir báðir saman við Hanusi við Høgadalsá gjørdu ein felagsskap, teir nevndu Mæcenatið. Hvønn mánað settur teir av eina ávísa upphædd av peningi til at keypa listaverk fyri. Síðani býttu teir listaverkini hjá útvaldum listamonnum sínamillum. Í listini skal lívið kennast Gunnhild konan hevði eisini ans og áhuga fyri list. Tað var teimum báðum til stóra gleði. Sofus setur høg góðskukrøv, og tí er listasavn hansara sera áhugavert og spennandi. Tað, vit síggja av list her í dag, er á leið helvtin av tí, ið einaferð verður, tá alt er savnað. Umframt at vera eitt eina­stand­ andi savn, so er tað samstundis nærum okkara samlaða mynd­ listasøga, har slóðararnir í før­ oyskari myndlist Sámal Joensen Mikines, Ingálvur av Reyni og Janus Kamban eru serliga væl umboðaðir, takkað verði nevnda mæcenati. Tað liggur innbygt í góðari list, at hon altíð vil víðari – finna nýggjar leiðir, vega nýggjar gøtur. Landslagið hevur at kalla verið tjóðarmotivið í føroyskari list, men seinnu árini eru nýggj listafólk komin, ið geva før­ oyskari málningalist nýtt andlit. Hansina Iversen og Aggi, sum eisini eru í hesum savni, umboða m.o hesi listafólk. Ein er listamálarin, ið er nak­ að heilt fyri seg, og sum vit øll onkursvegna hava tokka til. Ongin hevur havt slíkan ymisk­ leika í motivum, og valla hevur nakar verið meira humoristiskur og kátur og samstundis so djarvur at lýsa sítt einsemi. Hugsi um bygdar­mannin Fri­mod Joensen, ið m.a. hevði sín íblást­ ur frá frans­manninum Matisse. Naivistiski stílur hansara ger, at hann sigur øllum nakað. Er myndlist samrøða – sum onkur sigur – so vænti eg, at málningarnir hjá Frimod sam­an við teimum avbera góðu per­ sónslýsingunum í tekn­ingunum hjá Ingálvi av Reyni av eldri sandoyingum – harímillum faðir, móðir og báðir abbarnir hjá Sofusi Olsen, fara at tosa við hjartað og heilan á sandoyingum. Hugaligt er, at nakað eisini er av bæði Williami Heinesen, Kristini í Geil og Ruth Smith. Nú er lagamanni hjá teimum, ið vilja granska føroyska list, og ikki minni hugaligt hjá uppvaksandi ættarliðnum. Í øllum førum er eingin forðing fyri, at vitanar­ støðið hjá næmingunum við Meginskúlan á Sandi liggur ovaliga í myndlist, tá næsta Pisakanning skal gerast. Tilsamans eru sløk 30 føroysk listafólk umboðað eins og nøkur ikki føroysk. Og her er alt slag av list. Skurðmyndir, høggmyndir, oljumálningar, vatnlitsmyndir, linoleumsprent, steinprent, tekningar og seinni eisini leirlist. Einastaðni skrivar Sofus um ein áhugaverdan lut, ið eisini fer at koma á hetta savn. Hann skrivar soleiðis: Ílat úr – FITISTEINI at eta úr, avlangt bogað við avrundaðum endum. Eg fann tað í útdeyðari bygd í Vesturgrønlandi. Var til skips við sluppini Maritana í 1934. Eg havi goymt lutin, tí hann minnir meg um tey seks hungursárini, eg var sluppfiskimaður, trælaárini undir ómenniskjaligum kor­ um, eitt sera vandamikið starv umborð á hálvthundrað áragomlum dangum, illa ella næstan ikki viðlíkahildin. Tey árini eg var á Suður­ landinum, gingu fýra sluppir burtur, við mann og mús. Tá ein fór avstað um várarnar, var tað við tí fyri eyga, at ein møguliga kom ikki aftur, men fekk váta grøv í íslendskum sjógvi. Avrokningin kom fyri alt árið stutt fyri jól og var sera lítil, einar 300 kr. ella minni í meðal. Eyðvita verður stórur áhugi fyri listasavninum á Sandi. Kenni meg meg tó sannførda um, at áhugin fyri at vita nakað um mæcenin – vælvildarmannin Sofus Olsen verður ikki minni. Tey, ið vilja kanna tann spurningin fara ikki at keða seg. Sjálv havi eg roynt at sitið undir, tí hann sigur, og savnað tað, hann hevur skrivað, eins og eg havi biðið hann skriva meira. Legði henda spelkna og altíð vælklædda gentlemannin til merkis í 60-árunum í Havnar­ gøtum og havi kent hann sum ein vin, síðani eg kom í politikk fyri 30 árum síðani. Honum dámdi stundum tað eg hevðist at, men ikki altíð, og tað fekk eg eisini at vita. Hann var bersøgin. Sum frá leið, skilti eg, at hann átti at vera soleiðis, og jakslarnir eru tøkk og prís ikki farnir enn. Ongantíð hevur tú ivast í, hvørj­um hann fyrrverandi slupp­fiskimaðurin og fak­felags­­ skrivarin frá 50-árunum er sam­ haldsfastur við í sam­felagnum, og ongantíð hevur hann tænt egnum áhugamálum. Lurtaðu politikarar okkara eftir honum, tá hann var vísmaður, so var land okkara í frægari støðu fyrst í 90- árunum. Hein gávuríki maður er fødd­ ur sama ár sum Ruth Smith. Tá skúlaárini eru um at vera av, hevur lærarin vent sær til for­eldrini um at fáa hann á fram­ haldsskúla. Tað vildi hann ikki. Hann skuldi vera fiskimaður, sum pápin og hinir menninir. Fór á háskúla ein vetur og ætlaði sær aftur til skips, men lukkutíð lurtaði Sofus eftir Símuni av Skarði, ið vildi hava hann at fara á Høng og taka preliminær- og studentsprógv. Áðrenn hann kom avstað fekk Ein lítillátin eldsál, ið brennir – Tað var ikki kvøðið yvir vøgguni hjá fiskimannasoninum heiman av Sandi, at hann skuldi gerast dyggasti stuðul hjá føryskari list – og vit vóru mong, ið stukku leys upp úr stólinum, tá útvarpið í tíðindasendingini eitt leygarkvøld segði frá, at ein eldri sandingur búsitandi í Havn skuldi lata byggja eitt listasavn á Sandi, segði Karin Kjørlbro m. a. í røðuni hon helt, í sambandi við móttøku, tá Sands Listasavn lat upp seinasta leygardag