Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 23. juni 2006 23 vikuskifti 23 hann tuberklar og kom ístaðin á Sanatoriið. Ville Magnussen yvirlækni man hava lagt til merkis gløgga unglingin, tá hann bað hann taka sær av Kr. Kongi X, ið vitjaði á Sanatoriinum um hetta mundið. Sofus kemur seinni avstað og tekur studentsprógv í 1940. Tá er annar heimsbardagi brostin á – hann er avskorin frá Føroyum – og hann fer at lesa búskaparfrøði. Tvey ár seinni doyr Símun av Skarði. Í fyrsta TINGAKROSSI aftaná, er yrking eftir Janus Djurhuus. Haldi Janus m. a. hugsar um Sofus, tá hann yrkir soleiðis: Til tess tú unglingar vandi; Stríða við blonkum brandi. Hægsta virði er andi – So tú vár ungdómar vandi. Sólarglæman fríð Skyggir í Føgrulíð Gyllir títt mentunnarstríð. Fái tú heiður og æru, Frægi Símun av Skarði. Goymið hans minni, øld eftir øld, Oyggjalands unglingafjøld. Ongin hevur orðað seg betur um Sofus Olsen, enn guðssonurin, journalisturin Niels Uni Dam, tá hann í blaðgrein sigur: Ein lítillátin eldsál, ið brennir fyri tí, ið honum dámar. Hetta hevur sent hann undir jørðina undir krígnum, givið honum frálík úrslit sum reiðari, givið honum álitissessir í fíggjarheiminum, og nú hevur hann givið føroyingum Listasavnið á Sandi. Umframt at keypa og savna list til sín sjálvs hevur Sofus m. a. sum skrivari fleiri ferðir keypt forkunnuga list til listasavn Føroya og samstundis útvegað teimum sponsorar, og hann hevur verið við til at skipa fyri listaframsýningum bæði burturi og heima. Í 1971 skipaði Scottish Art Council saman við listasavni Føroya fyri føroyskari listaframsýning í Lerwich, Kirkwall, Aberdeen, Inverness, Glasgow og Edinburgh. Í listaskránni verður Sofus Olsen takkaður »on whose tireless interest the project largely depended.« Í 1975 fekk hann skotska myndhøggaran og málaran Ian Scott higar at hava framsýning, har øll listaverkini vóru seld. Fyri fáum árum síðani bar hann so í bandi, at frálíka leirlistarkonan Lotte Glob hevði framsýning í Norðurlandahúsinum og nógv kundi verið nevnt afturat. Eitt serligt kapitul í lívi hansara vóru bæði arbeiðsárini í Skotlandi, har hann fegin vildi verið verðandi, eins og arbeiðsgevarin vildi, at hann bleiv. Men hann fekk ikki uppihaldsloyvi, tí so nógv fremmandafólk komu hagar eftir kríggið. Líka síðani hevur Sofus í ymiskum høpi verið brúgvabyggjandi millum Føroyar og bretsku oyggjarnar. Tokkin til og áhugin fyri bretsku oyggjunum kemur ofta fram – ikki minst í greinunum í Skáðanum í 2003 og 2004 um m.a. Pier Arts Centre og tónaskaldið Sir Peter Maxwell. Sjálv eri eg um at missa ondina, tá eg síggi, at Sofus hevur skrivað 38 greinar m. a. um Gudmund Hentze í Dimmu, síðani hon var talgildað, og tað eru ikki pinkugreinar. Og tað ger mun, tá hann tekur penn í hond. Tá Sofus í lesarabrævi gav ilt av sær, tí minnisvarðin yvir Hammersheimb á gamla landsbókasavninum var horvin undir sponskum hindberi, og mælti til, at hetta fekst í rættlag, áðrenn Janus Kamban fylti 90, ja so var tað gjørt. Og nú er grønur vøllur undir hesum virðiliga høvuðsverki Janusar. Vit sum kenna Sofus Olsen vita, at hann dugir sera væl at siga frá og hevur humor. Tí hava vit borið so í bandi, at tað verður gjørdur sjónvarpsfilmur til Listasavnið á Sandi, har vit kunnu síggja alla listina, sum hon hekk í heiminum hjá honum og Gunnhild á Tinghúsvegnum. Eisini fer Sofus at siga frá um lív sítt og um listina. Tey, ið vitja listasavnið á Sandi kunnu so fáa hesa uppliving framíhjá. Eisini fegnast vit um, at Føroya Banki og Sands Bygdaráð í sambandi við henda hátíðardag geva savninum eitt bronsuhøvd av Sofusi, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt. Sofus Olsen hevur altíð verið sín egin. Tað er langt frá honum at vera »peoplepleaser«. Og kortini hevur hann fingið nógv álitisstørv og heiti. Tað seinasta er, at lesararnir á einum blaði í januar mánað valdu hann til ársins mann 2006. Hetta sigur nógv um Sofus, men tað sigur eisini nakað um raðfestingina hjá kvinnum og monnum í landi okkara. Tey valdu ikki ein fótbóltsspælara ella ein rokskipara, men ein friðarligan pensionist – vælvildarmannin fyri føroyskari list. Sofus Olsen bar seg undan hesum heiti. At vera heiðraður, róstur ella umrøddur, hevur altíð ligið langt frá honum, og tí var ávís togan aftur og fram, áðrenn blaðstjórin á SOSIALINUM sigraði í hesum máli. Motivið hjá Sofusi í øllum hesum er eittans, og tað er at listasavnið á Tinhúsvegnum 27 ikki spreiðist í allar ættir, og partvíst fer av landinum. Tey skuldu hava eitt tak at koma undir – samlaði. Soleiðis orðaði hann seg í hesum sambandi. Nú er tað upp til okkara at fara væl um hesa gávu, vit hava fingið við Listasavninum á Sandi. Lívið er stutt og listin er long. Harra borgarstjóri, fari at heilsa øllum mammum á Sandi, og biðja tær um at eggja børnum sínum at vera røkin og pjøkin og at handfara hesa gávu, - við spekt og sóma. So fara tey eisini at leggja tað sama í børn síni, so ætt eftir ætt eins og Sofus Olsen kemur at kenna tað sum ein dýrabæran framíhjarætt, at vøggan stóð heima á Sandi. Mátturin í globaliseringini og altjóðagerðini kann ikki mátast og vigast, og fer eisini at gera um seg í hesum bygdasamfelagi. Verði tað vón og ynski mítt, at Listasavnið á Sandi saman við gomlu kirkjuni og Fornminnissavninum – fer – at standa sum hornasteinur á klettagrund. Og at tey vera álitið og ímyndin av tryggleika fyri tey, ið mynda skulu tað støðugt broytandi framtíðina. Góði Sofus og æraðu gestir: Listasavnið á Sandi er latið upp, tá bronsan er avdúkað av ommudóttir Gunnhildar Anniku og skyldgentu Sofusar Jónu, og eg havi lisið stutt ørindi úr Talmut, Mósebók Jødanna: When a person does a good deed When he or she didn’t have to God looks down, and smiles and says »For this moment alone It was worth creating the world.« fyri tí, ið honum dámar – Umframt at keypa og savna list til sín sjálvs hevur Sofus m. a. sum skrivari fleiri ferðir keypt forkunnuga list til listasavn Føroya og samstundis útvegað teimum sponsorar, og hann hevur verið við til at skipa fyri listaframsýningum bæði burturi og heima, segði Karin Kjølbro í heiðursrøðu fyri Sofusi Olsen, tá Sands Listasavn læt upp seinasta vikuskiftið