fríggjadagur 23. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
24
Leiklist
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin
Olaf: Tað er bæði lættari og
torførari at spæla hjartanemandi
kærleikssøguna saman við Maritu.
Tí samstundis sum vit ikki skulu
trilva so leingi eftir kenslunum hjá
hvørjum øðrum, skal eg leggja eina
frástøðu til tað, sum eg veit um
Maritu frammanundan. Eg kenni í
nógvum førum kenslur hennara og
hendingar, sum hava verið okkum
fyri. Kortini skulu vit ikki gloyma
týdningin av, at leikarar hava
loynidómar fyri viðleikarunum
og fyri áskoðarunum, tí tað er
í tí feltinum, at gátuførið og
spenningurin verður til. Tá eg og
Marita kennast so væl, mugu vit
onkursvegna endurskapa hendan
spenningin.
Marita: Tá sjónleikarar venja ein
nýggjan leik gongur altíð ein tíð
við at brýna hvønn annan av, við at
flirta og arga og at spæla upp ímóti
hvørjum øðrum. Soleiðis læra teir
hvønn annan at kenna. Hatta hava
vit bæði verið ígjøgnum – og
tí er tað eisini deiligt at sleppa
at endurfinna, og vinna, hvønn
annan í hesari kærleikssøguni.
Olaf: Tað at venja ein leik er sum
at velta sálina. Tú grópar alla
moldina upp, vendur bøkkunum
og morlar teir sundur, fyri síðani
at slætta aftur og til endans at
leggja flag á. Tá er figururin og
samanspælið millum leikararnar
vónandi komið uppá pláss, og
eitt liðugt verk dagar fram. Tá
vit kenna hvønn annan so væl, er
tað umráðandi, at hin sleppur at
leita sær nakrar leiðir, sum tað í
roynd og veru ikki er dekningur
fyri, tí gátuførið skal sum sagt
endurskapast.
Tá tey bæði, Anton Tjekov
og Olgu Knipper hittast,
eru tey ávikavist 38 og 29
ára gomul. Tey eru bæði
úrmælingar og listafólk í
mentanarumhvørvinum í
Moskva um aldarskiftið
1900, og tey liva undir heilt
serligum umstøðum. Hann
er ein av heimsins mætastu
sjónleikahøvundum, og hon
spælir leikirnar.
Um hetta mundið fer ein
listarlig kollvelting fram á
russiska sjónleikapallinum,
har innilig og djúp
psykologisk drama um
langtan menniskjans verða
sett í staðin fyri gomlu
hetjudyrkandi stórverkini.
Tjekov er høvundi til
nógvar av leikunum,
sum verða framførdir á
nýstovnaða og slóðbrótandi
listasjónleikarhúsinum, sum
Olga, saman við eitt nú
navnframa Stanislavski, setir
á stovn.
Olaf: Samstundis sum at tað
kennist gott er tað eitt sindur
øðrvísi at spæla á føroyskum. Tað
er torførari at minnast orðini, tí eg
havi búð so leingi í Danmark og
bert spælt ein føroyskan leik áður
– Glataðu Spælimenninir, sum var
framførdur í Norðurlandahúsinum.
Í byrjanini vóru orð, sum eg ikki
fekk sagt, tí tey góvu mær ongar
myndir. Uttan myndir fært tú ikki
sýnt tað, sum tú ætlar. Men nú
haldi eg kortini, at eg nú havi
fingið tann rætta intensitetin í
leikinum.
Marita: Pallmál er ein lærugrein
á sjónleikaraskúlanum, og vit
hava bæði brúkt fleiri ár til at læra
danskt pallmál, so tað er sjálvsagt
krevjandi at spæla á føroyskum.
Sum Hanus Kamban segði, tá
eg vísti honum handritið, sum
eg havi týtt, so er tað altíð ein
vansi við nýggjum orðum, at tey
hava ongan skugga. Hetta hendir
eisini, tá vit bera fram á einum
øðrum málið, enn vit eru von
við: orðini mangla skuggar, ella
hjátýdningurin er ikki til staðar,
og tá eru ongar kenslur knýtt at
teimum. Hetta samstundis sum at
eg haldi, at føroyska skriftmálið
kennist so stirvið, tá umræður
kenslur – tí verður alt bara til
ótrúligt, øgiligt og ræðuligt. Men
vit kýta okkum at geva orðunum
skugga, tí tað er uppgávan hjá
leiklistini: At fáa livandi talaða
málið at grógva.
Leikurin, “Eg taki tína hond
í mína…,” snýr seg um
brævaskiftið millum Anton
Tjekov og Olgu Knipper,
tey seks árini tey eru gift.
Tey eru burtur frá hvørjum
øðrum meginpartin av tíðini,
og náa at skriva 800 brøv
sínamillum, til hann doyr
bert 44 ára gamal. Anton
Tjekov hevur tuberklar,
og noyðist at liva í heita
umhvørvinum á Krim um
veturin, tí kuldin í Moskva
er vandamikil fyri viðbreknu
heilsu hansara.
Olaf:
Tað
avbjóðandi
við
leiklutinum sum Anton Tjekov er
at mynda og finna tónan hjá einum
so víðagitnum høvundi, sum
hevur skrivað so framúrskarandi
bókmentir, bæði stuttsøgur og
leikrit. Harumframt er tað ein
stór avbjóðing at spæla saman við
partnaranum, tí søgan er ikki bert
er ein kærleikssøga, men eisini ein
lívssøga um tvey fólk, sum fylgjast
í einum tíðarskeiði í lívinum.
Og Marita og Olaf kenna seg
aftur í leikinum, har talan er um
tvey listafólk, sum bæði vilja
listina og kærleikan. Og tey halda,
at tá samanum kemur er tað ein
fyrimunur, tí so vita tey, hvat hvør
annar vil við lívinum og nýtast
ikki at taka pláss frá hvørjum
øðrum. Tó mugu tey samstundis
viðganga, at tá venjing er í einar
tveir mánaðir í senn, kann tað
gerast møtimikið, tá partnarin meir
ella minni er leikluturin 24 tímar
um samdøgri, og ikki mentalt er
til staðar hjá familjuni.
Meðan Anton býr á Krim
spælir Olga sjónleik í
Moskva, og verður listin
so at siga prísurin fyri
kærleikan teirra millum, tí
tey kunnu ikki vera hvørgan
fyriuttan: listina ella
kærleikan. Um veturin verður
hjúnalagið livað gjøgnum
brøvini, har teir báðir
málsligu ekvilibristarnir, við
vøkrum og nemandi orðum,
siga søguna um djúpan og
dramatiska kærleikan, har
kenslurnar sveiggja millum
bjartskygni og dapurskygni,
meðan langtan og longsul
hvørt um annað gevur
teimum áræði og køvir.
Marita: Eg havi altíð sagt, at
eg skal ongantíð vera saman við
einum sjónleikara, tí teir eru tað
mest sjálvglaða og paranoida
fólkaslagið, sum er til. Men nú eg
havi funnið Olaf, haldi eg at tað er
einastandandi at vera saman við
honum, ikki minst tí at hann veit
hvat sjónleikaralívið snýr seg um,
so tørvur er ikki á frágreiðingum
í tí og ótíð.
Fyri meg er ein av avbjóðingunum
í hesum leiklutinum eitt sindur
tekniskur, tí eg eri so kropslig
í mínum verumáta, so tað er
ómetaliga kravmikið at spæla ein
so nærlagdan og minimalistiskan
leiklut. Olga er so fínkað og er tað
stórur munur á hesum figurinum
og tí, sum eg havi gjørt seinastu
árini, har eg havi verið ávikavist
trøll og fru Marie Grubbe.
Olaf: Leikurin fær meg at
hugsa um ein listamálara, sum,
meðan hann málar ein málning,
leggur fyri við tilvildarligum og
skitsukendum strokum. Síðani
málar hann lag omaná lag og
verkið dagar fram, til tað at enda
er liðugt, klárt at hanga upp.
Málningurin, ella í hesum førinum
leikurin, er superrealistiskur, hóast
hann í løtum er abstraktur.
Marita: Talan er ikki um ein
reinan Beethoven ella ein reinan
Bach, men nakað av Bach við
einari eksplosión av Beethoven av
og á, til tíðir kryddað við einum
dismi av jazz.
Leikurin “Eg taki tína hond
í mína…” verður frumsýndur
leygardagin 24. juni í Meiarínum.
vikuskiftið
Parlag á og aftanfyri pallin
Leikurin “Eg taki tína hond í mína…” er vakra
kærleikssøgan um parlagið millum víðagitna
og deyðasjúka rithøvundan Anton Tjekov og
sjónleikarinnuna Olgu Knipper. Tey eru bæði
framúrskarandi listafólk, sum bæði vilja listina og
hvønn annan – eins og parið, ið framførir leikin: Marita
Dalsgaard og Olaf Johannessen.
o234
Tað at venja ein leik er sum at velta sálina. Tú
grópar alla moldina upp, vendur bøkkunum og
morlar teir sundur, fyri síðani at slætta aftur og til
endans at leggja flag á
Olaf