fríggjadagur 23. juni 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
30 vikuskifti
Føroyar hava fingið eina ummæl
arastatt. Tíðin er farin, tá tað
einasta, ið hoyrdist frá hendinga
ummælarum vóru herðaklappini,
sum við hondkraft vórðu trýst
niður á skrivimaskinutastaturið,
við svertu prentað á pappír og
við skili fyri rættstaving sett í
blýggi. Tilsamans eru vit ikki so
fáment longur, vit dømandi ser
frøðingar, sum javnan umm æla
bøkur, framførslur, fløgur, filmar
osfr. í Mentanartíðindum í
SVF, í Kulturu í ÚF, í bløðum
og í tíðarritum. Í mun til áður
eru miðlarnir fleiri og fjøl
broyttari, eins og leiðin frá
tanka til teldutastaturið, mikro
fonina, sjónvarpsmyndatólið,
internetið osfr. er skjótari enn
nakrantíð. Mentanin er í broyting.
Okkara áður so smædna undir
brotligheit tykist hamskift við
ein meira sjálvsikran verðins
borgarahugburð, har lokalt og
globalt verða javnsett ivaleyst og
uttan trupulleikar.
Við Carl Johan
sum fyrimynd
At samskiftismøguleikarnir
batna er sjálvandi gott og ikki
minst, tá hugsað verður um
heimlandið sum oyggjaland
mitt í Atlantshavi. Neyvan er
tað minni gott, at vit fáa fleiri,
ið tora at siga teirra ærligu
meining um tað, tey umm æla.
Og eg haldi, at vit umm ælarar
í løtuni veruliga royna sum
frægast at vera atfinningarsom.
Vit ynskja kanska frástøðu
millum okkum og ovurhonds
rósaríið, sum gamla, góðsliga
umm ælaríið var merkt av. Tað
skal ikki eitast um okkum, at vit
ikki eru kritisk, ella at vit ikki
tora. Navnframi umm ælarin á
Fregnum er við sínum skilagóðu,
undirhaldandi og onkuntíð heldur
miskunnarleysu umm ælum
vorðin eitt slag av fyrimynd
og vegara innan modernaða
føroyska umm æli, eisini hjá
teimum, sum hildu hann vera
ov harðan. Sjálvandi koma
umm æli enn ofta fyri, sum í
besta føri minna um eitt slag av
findarblíðum tíðindaskrivum,
men sum heild hava føroysk
umm æli seinastu árini víst lyndi
til at gerast strangari og meira
atfinnandi. Víst er tað gott og
neyðugt at tora, eins og tað er
ein lætti, at hampuliga tøgnin
og ævigi fagnaðurin er um at
vera avloystur av skilagóðum,
opnum kritikki. Men áðrenn
vit geva fríar ræsur, skulu vit
kanska hugsa okkum um, so at
vit hvørki gloyma virðingina
fyri listini, ella virðingina
fyri listaumm ælarafakinum.
Hóast yrkisgerðin av føroysku
listini er komin langt, hongur
listaumhvørvið enn afturúr, bæði
tá hugsað verður um umm æli og
listafatan sum heild. Listaáhugin
tykist vaksandi og hetta mann
vera ein orsøk til, at listin verður
raðfest í miðlunum. Men hóast
vit í dag hava høvið at uppliva
fleiri mentanarsendingar, greinar
o.a. er listin eyðsýniliga enn ikki
raðfest so ovaliga, at miðlarnir
seta í starv mentanarjournalistar.
Hetta er helst ein orsøk til
hvussu ókritiskar samrøður við
lista- og mentanarfólk tykjast í
mun til tá tosað verður vinnufólk,
politikarar o.o.
Allahandaummælarar
Ein annar trupulleiki fyri støði á
føroyskum umm ælum er lyndið
til, at ein umm ælari umm ælir
fleiri listasløg. Tíanverri eru
vit ummælarar ikki markleys í
okkara vitan, treyðugt, so og vit
munnu vera fá, ið hava nóg gott
innlit til tess at umm æla fleiri
øki innan listina. Tá vit allíkavæl
kasta okkum yvir at umm æla
yrkingar, gospelkonsertir,
skaldsøgur, málningar, filmar,
country- og kórtónleik hvørt um
annað, kann hugsast, at vitanin
og innlitið í onkrum av hesum
økjum, er avmarkað. Í slíkum
førum gerast umm ælini vánalig
og grunn.
Upplegg til kjak
Ein skjót gjøgnumblaðing í blað
bunkanum, ið liggur í køkinum
klárur at koyra í skrell, avdúkar
ein hóp av umm ælum, ið eru
sera ymishættað innihaldi og
dygd viðvíkjandi. Summ i teirra
stava frá blaðfólki, meðan onnur
eru orðað av akademikarum og
øðrum, ið eins og undirritaða
hava umm ælaríið sum eitt slag av
eykastarvi. Anna V. Ellingsgaard
er blaðfólk her í blaðnum og
hevur m.a. ein fastan teig við
bókaumrøðu. Hon ger eisini
samrøður og dugir at spyrja
kritiskt, serliga tá tað snýr
seg um bókmentir. Sum heild
munnu tað vera bókmentirnar,
ið eiga og sum higartil hava átt
tey flestu umm ælini í føroysku
miðlunum. Innan sjónleikin eru
umm ælini heldur færri, men eitt
nú plagar annar Kulturaverturin,
Høgni Djurhuus at liggja fram
við, tá Tjóðpallurin setir leikir
upp. Innan filmsøkið í Føroyum
eru vit brádliga farin frá eini
nærum nullstøðu til Klippfisk,
Agurk, Da Vinci Code-kjak,
filmsskúla og breiðum áhuga
fyri filmsumm ælum, sum
eru spakuliga vaksandi m.a.
við greinum eftir Gudmund
Nielsen og Kim Simonsen.
Tónleikaumm ælini gerast
(í sambandi við sonevndan
rútmiskan tónleik) eisini fleiri
og fleiri m.a. við føstum teigi í
Dimm u hjá m.a. Una L.Hansen.
Klassiskur tónleikur átti at
havt fleiri umm ælarar her á
landi, men hetta er kanska eitt
serliga sjálvatfinningarsamt
fólkaslag. Í øllum førum eru
ikki nógv, ið umm æla innan
hetta øki. Byggi- og brúkslistin
er stak illa fyri, tá tað snýr seg
um umm æli. Myndlistin hevur
heldur ikki nógvar umm ælarar
og ivaleyst eru summ i, sum
halda undirritaðu vera heldur
einsamalla á økinum við hvørt,
men við tað, at áhugin fyri
myndlist er vaksandi, munnu
fleiri umm ælarar fara at traðka
til eisini innan myndlistina.
Umm æli er ein ogvuliga rúmlig
sjangra. Umframt eina nøktandi
lýsing av avvarðandi listaverki
ella framførslu, inniheldur góða
umm ælið eina ærliga og neyva
meting. Restin er upp til tann
einstaka umm ælaran, hvørt hann
vil samanbera við onnur verk
hjá viðkomandi ella øðrum, ella
hann greiðir frá rákinum, sum
listafólkið er ávirkað av ella
okkurt heilt annað. Eitt gott
umm æli er eisini eitt upplegg til
kjak og tí er tað eisini eitt greitt
mentanarligt heilsutekin, tá
umm ælið fær fólk at kjakast.
Við fagurfrøðiligum tilviti
Ein av føroysku umm ælarunum,
sum seinnu árini í serligan
mun hevur elvt til kjak er
omanfyrinevndi Kim Simonsen,
ið eisini er nógv tann ídnasti
umm ælarin og viðmerkjarin í
Føroyum. Umframt meturvís
av umm ælum, ritroyndum,
greinum, útvarps- og sjónvarps
viðtalum, greinasavn og tvey
yrkingarsøvn hevur hann nú
givið út tvær útgávur aftrat av
mentanartíðarritinum “Outsider
Magazin”. Øll hava vit okkara
ávísu hugsan um hvat er gott og
hvat er minni gott og soleiðis er
sjálvandi eisini við umm ælarum.
Danski filmsumm ælarin Ole
Michealsen var t.d. kendur
fyri at vera burtur í nærum
øllum fronskum filmum,
meðan serliga amerikanskir
actionfilmar buðu honum ímóti.
Tónleikaumm ælararnir á Dimm u
tykjast dáma best progressivan
“G!”-tónleik, eins og undirritaða
hevur sýnt serligan áhuga fyri
yngra ættarliðnum av føroyskum
myndlistafólkum. Tað er fáum
eygleiðarum í okkara flákrandi
tíðarskeiði beskorið at uppliva
eitt veruligt nýbrot av tí ítøkiliga
slagnum. Tí hevur tað kanska
verið serliga áhugavert at fylgja
myndevnisbroytingini í tí yngru
myndlistini og sum Brandes á
sinni pallseta eitt fagurfrøðiligt
nýbrot og tað tykist vera okkurt
líknandi, sum Kim Simonsen
er farin í holtur vil. Av tí, at
Kim Simonsen skrivar so
nógv sum hann ger, ber til at
eygleiða og fylgja við í hansara
fagurfrøðiligu hugsanum t.d. í
sambandi við poesi. Bara tað, at
hava fagurfrøðiligt grundaðar
metingar, kann jú tykjast sum
eitt framstig í mun til føroysk
listaumm æli sum heild, men
tað er vandamikið um hesar
gerast ov einoygdar, serliga
um umm ælarin beinleiðis fer
í hernað móti einum ávísum
bókmentaráki og einum ávísum
yrkjara. Í greinarøðum hevur
Kim Simonsen umrøtt føroyskar
yrkingar, har hann ferð eftir
ferð kemur til somu niðurstøðu,
at yrkjarar sum t.d. Jóanes
Nielsen og trubadururin Kári
P hava meir uppá seg poetiskt
enn yrkjarar sum Carl Johan
Jensen, Oddfríður Rasmussen og
Tóroddur Poulsen. Í tekstunum
hjá tí fyrra bólkinum, sær Kim
sonevndan ektaðan pathos,
meðan tann seinni bólkurin av
yrkjarum verður kveistraður
burtur sum ironiskur og harvið
einkisigandi. Tað er, sum nevnt,
ikki bert í einari grein hjá Kim,
at henda uppbýtingin kemur
fyri, men nógvastaðni og serliga
Førka teg spakuliga yvirum
Um ummæli og ummælarar í Føroyum
Listfrøðingur
Kinna
Poulsen
Rastur 05
Skaldskaparinnar guli fuglur verður burturfluttur til
himmals 05
Tíð 06