Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 23. juni 2006 31 vikuskifti 31 er tað Tóroddur Poulsen, ið stendur fyri skotum. Teir illa umtóktu yrkjararnir verða skýrdir postmodernistar og fáa teir toyggið í mangari grein fram til tað nýggja “Outsider Magazin 2/3”, har postmodernisman endiliga verður dømd deyð at vera. Við einum sitatið hjá Hans Otto Jørgensen staðfestir Kim: “Við hesum kunnu vit uttan iva siga, at eftir 10-15 ára ironiska og snerkjandi post­ modernismu er hon endiliga liðug. Hon er hervið avblást av rit­høvundaskúlastjóranum og fleiri gomlum næmingum í blaðstjórnini (t.e. fyri tíðarritið Den blå port)..”. Sambært Outsider Magazin er tað bert Carl Johan, sum hevur bjargað sær undan postmodernismunar Titanic og hetta hevur hann megnað við skaldsøguni “Ó”, ið sigst umboða eina sanna umvending í hansara skald­ skapi. Einsamallir á einum flaka reka nú postmodernaðu zombie-yrkararnir Oddfríður og Tóroddur. At lesihættirnir eru ymiskir, tað vita vit, sum í 80´unum upplivdu freudianskar lærarar, sum skóru í fagnaðarróp hvørja ferð næmingarnir komu fram á stavar, hattar, taskur og gularøtur, sum í teirra eygum ikki kundu vera annað enn myndamálsligar tilsipingar til ávikavíst tað mannliga og kvinnuliga kynið. Seinni kundi staðfestast, at kunnleiki um Freud og Marx og øll hini ikki var so galin, men at eingin teirra áttu tað endaligu tulkingina. Hann sum leitar finnur Í greinini “At tora at siga okkurt vakurt aftur” skrivar Kim Simonsen m.a.: “(postmodernaða yrkingin) dyrkar tað tilvildarliga, hevur ein opnan form, ella tilvildarligan form, altíð er eitt element av pastiche, ironi, meta­reflektión í tekstinum, rødd­ir blandaðar saman og genrur...(postmodernaða yrk­ ingin hevur) endaliga uppgivið at koma við eksistentiellum tilverutulkingum av nøkrum sum helst... byggir á bók­menta­ ástøði, ið aftur byggir á ta heimspeki, at einki sentrum er longur, at sjálvt subjektið er uployst...(postmodernaða yrkingin er) nihilistisk, skeptisk og eitt brongl av ógjøgnum­treingi­ ligum røddum. Ein kaka­foni av málspølum, teksti og talu uttan sentrum ella møguleika fyri referansu ella kontakt við um­­heimin..” (s.12-13 í Outsider Magazin 2/3-2006). Møguliga ein frálík gjøgnumgongd av post­ modernaðum yrkingum, men ikki av yrkingum Tórodd Poulsens ella Oddfríð Ras­mus­sens, ið báðir eiga sera ymiskar, men harí­millum bæði vakrar og til­ veru­tulkandi yrkingar, eins og Ó hinvegin er full av metareflektión, m.a. í tí lystiliga kelduspælinum. Tað er kanska her, spurningurin um hvussu mann lesur, gerst áhugaverdur. Hvat tú sært valdast hvørjum tú hyggur eftir og hyggur tú t.d. bert eftir postmodernsimu eyðkennum, so er tað kanska tey, tú sært. Fyri tað fyrsta er ógvu­liga stórur munur millum t.d. Tórodd og Odd­fríð, men báðir eru teir skaldsliga í ætt við gomlu modernistarnar; Mallarmé, Rimbaud, og krevja av lesaranum, at hann er tolin, opinskáraður og fyrikomandi, eisini yvir fyri tí, sum ikki gongur út uppá at líkjast poesi. Í summum yrkingum hjá Tóroddi Poulsen er mynda­ streymurin so tættur, at lesarin má lesa spaku­liga fyri at fáa alt við. Aðrar yrkingar eru so naknar og einfaldar, at tú hevur ringt við at góðtaka, at tær kunnu inni­halda nakað sum helst. Á sama hátt sum staddur yvir fyri myndlistini hjá Tóroddi, kennir áskoðarin seg ótryggan. Hetta sær so ómakaleyst út. Er hetta nakað? Svarið er sjálvandi upp til hvønn einkultan at avgera, men tað hjálpir at førka seg spakuliga yvirum orðini og lesa uttan undirlutakenslur og uttan at lata seg lumpa av bók­stavarími og bráðvakrum orðingum sum váttan um sanna poesi. Tað allarløgnasta er, at yrkingarnar hjá Kim Simonsen (umframt ein ásannaðan íblástur frá Thor Ulven) eru farnar at líkjast yrkingunum hjá Tóroddi og so er spurningurin - um vit venda aftur til freudiansku terminologiina – hvørt uppgerðin við tann eldra yrkjaran kann síggjast sum eitt slag av bók­ mentaligum faðirmorði. Kim Simonsen nýtir javnan Hugo Friedrich og Poul Borum sum heimildir í greinum sínum. Báð­ir eru teir framúrskarandi bók­mentafrøðingar, sum eg og Kim ivaleyst lesa á ymiskan hátt. Tí so frægt eg dugi at lesa, draga Borum, Friedrich og forrestin eisini Lars Bukdal (sambært Outsider eisini ein verri postmodernistur) somu modernistisku línu, sum Mallarmé, Rimbaud, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Rasmussen draga á hvønn sín eyðkenda hátt. Hóast Kim Simonsen í síni uppgerð móti postmodernismuni møguliga hevur sett kikarin fyri blinda eygað, eru fólk sum hann við orku og dirvi til at skriva, ummæla og viðmerkja fulla tíð, ein ómissandi partur av menningini og yrkisgerðini av einum føroyskum listaum­ mælaraumhvørvi. * Yvirskriftin er úr: Tóroddur Poulsen: Morgunbókin 2005. Greinin endurgevur eisini úr: Outsider Magazin 2/3 2006 v/Kim Simonsen. Myndirnar gjørdi Tóroddur Poulsen á Grafiska Verkstaði Føroya 2005/2006. orðini* ... flugurnar ið surra runt um sukurskálina verða bara naskari og naskari viðhvørt seta tær seg á armin og títt brosandi andlit til síðst eiga tær allan kroppin sum vit umsíður halda er vorðin heilur heimur nú himmalin ber seg at sum um vit hava sagt ov nógv ... (Tóroddur Poulsen. Morgunbókin, s.39) at fara inn í kirkjuna og bara trúgva uppá byggiharran tað tími eg ikki so seti eg meg heldur í eina gamla húsatoft og njóti ælini í takksemi til tann ið gav okkum tey so tekjurnar kunnu skolast reinar eins og trappurnar inn í kirkjuna og tostin gamli kann sløkkjast eins og eldurin í neðra sum eg heldur ikki trúgvi uppá er til aðrastaðni enn inni í okkum sjálvum tá tekjan tyngist niður á okkum (Tóroddur Poulsen. Morgunbókin, s.22) ... Ein firvaldur situr á mínum knæi í hvussu er annar okkara leingist eftir gudi tað er so gott at vita hvørjum ein skal takka fyri at skapanarverkið angar sum tað ger ... (Tóroddur Poulsen. Eygnamørk, s.44) Tey sum longu hava skrivað okkurt – hava logið á einum máli, tey ikki skilja - Eiga ikki orðini vita ikki, hvat tey siga tey, sum longu hava skrivað okkurt (Kim Simonsen. Yrking prentað í Outsider 2/3 s.173) Hvussu tónalagið fær okkum at minnast, at vit altið longdust sum børn meðan frostrósur á vindeyganum fjaldu útsýnið til staraflokkin uttanfyri (Kim Simonsen. Yrking prentað í Outsider 2/3 s.174) Trol 2001 Sloyfutræ 06