fríggjadagur 23. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
33
vikuskifti 33
Ummæli
Jürgen Habermas og Joseph Ratzinger,
Fornuft og religion – Sekulariseringens
dialektik.
Týtt: Søren R. Fauth
Forlaget Hovedland, 2006.
Tann 19 januar, 2004, hittast
Jürgen Habermas og Joseph
Ratzinger (alias pávi Benedikt
XVI) til eitt alment kjak á
katólska akademinum í Bayern.
Hesir javnaldrandi risar innan
hvør sín hugaheim høvdu aldrin
latið orð falla sínamillum í
einum almenum kjaki áðrenn
henda dag, sjálvt um teir báðir
eru av fremstu umboðsfólkum
fyri hvør sína “legu”. Høvuðs
spurningurin í kjakinum var:
hvørjar eru fortreytirnar fyri tí
verðsliga samfelagnum? Nærri
útgreinað – hvaðani stava tey
moralsku virðini, ið tað verðsliga
samfelagið byggir á? Er tað frá
skilinum ella átrúnaðinum?
Úrslitið er bóklingurin Fornuft
og religion – Sekulariseringens
dialektik; ein skuffandi pinkubók
um alheims evni, ið vil meira
enn hon megnar.
Risar úr hvør sínum horni
Sum eitt tað fyrsta má tað undra,
at eitt so sermerkt og týðandi
møti ímillum tveir teir mest
hugvekjandi persónarnir í farnu
øldini verður útgivið sum ein
ússaligur bóklingur. Ein bókarøð
uppá 10 bind hevði nokk verið
nærri tí ómetaligu dýpdini og
víddini, ið hesir hugsarar fevna
um. Jürgen Habermas – Risin
frá Frankfurtara-skúlanum,
“faðirin” at diskursivum etikki
og ein tann fremsti og mest virdi
týski heimspekingurin í hesi
og farnu øld. Joseph Ratzinger
– Risin frá Munich, og síðani
2005 ovasti leiðari fyri katólsku
kirkjuna. Ein sera framsíggin
guðfrøðingur, ið hevur lagt
lunnar undir eina endurskoðan av
fundamentalismu og dogmatismu
innan katólsku kirkjuna.
Maðurin, ið er mettur til at lyfta
arvin eftir Johannus Paul II.
Ov samankroyst
og grunnskygt
Hvat fær ein so burtur úr hesum
risa-tingi? Í roynd og veru – ikki
nógv! Kjakið er alt ov nógv trýst
saman. Hevur ein lisið Habermas
áður, so kennir ein sera nógv
aftur beinanvegin, men á ein
heldur grunnskygdan hátt, ið
ikki røkkur einum djúpari inniliti
í kritisku rationalismuna, ið
Habermas umboðar. Ratzinger,
harafturímóti, gevur seg betri
til kennar og er sera klárur og
einfaldur í síni próvførslu og
hugleiðing, tó uttan at stinga
nakað djúpri enn Habermas.
Habermas setur sítt álit á skilið
og ta demokratisku gongdina
fyri at varðveita samfelagið,
meðan Ratzinger heldur seg til
tey grundleyggjandi virðini í
kristnu trúnni. Báðir viðurkenna
tó dygdina saman við vansanum,
ið ástøðið hjá mótpartinum
inniheldur, og mæla teir báðir til
viðurkenning ímillum partarnar.
Tingini verða enn meira skorin
út í papp í eftirmælinum, ið
danski biskuppurin Jan Lindhart
hevur skrivað. Her kemur lítið
nýtt afturat tí undanfarna, og
ein situr eftir við einari heldur
innantómari kenslu.
Sameining
Tað er sera áhugavert, men eisini
sera skuffandi at síggja, hvussu
hesir báðir mætu hugsararnir
øllum alvi royna at verða so
diplomatiskir, sum møguligt,
sjálvt um teir umboða so ymisk
sjónarmið. Tað tykist, sum
risarnir báðir tilvitað sleppa
sær undan økjum, har harðast
leikar á, og í staðin søkja
friðarøkir, ið øll kunnu nikka
samtykkjandi til. Tað er kanska
heldur ikki so løgið, tá ein
hugsar um, hvussu heimurin sær
út í dag – yvirgangsbólkar við
islam sum iblástri, Muhammed-
tekningarnar, Irak-kríggið og
ein útbreidd endurføðing av
kristiligari tilvitan, ið trokar
seg inn á tann politiska heimin.
Tað er eyðsæð, at menn sum
Habermas og Ratzinger, ið hava
so týðandi pláss innan hvør sín
hugaheim, ikki kunna leggja ov
harðliga út, tí heimurin hevur
brúk fyri sameining, heldur
enn sundurskiljing. Tað er ein
góð og jalig hugsan at sita
eftir við, men tað svarar ikki
tí upprunaliga spurninginum:
hevur tað verðsliga samfelagið
brúk fyri eksternum moralskum
virðum fyri at yvirliva? Svarið
hjá risunum báðum er: bæði
og! Ein skal verða varin við at
skilja skilið frá átrúnaðinum,
tí hesi fyribrigdi hava verið
samantvinnað til allar tíðir. Men
útgreiningin av hesum svari
kemur ongantíð, tí bóklingurin er
rætt og slætt ov stuttur.
Bert ein brellbiti
Tá ein telur síðurnar, áðrenn
ein byrjar at lesa, væntar ein
neyvan, at bóklingurin fer at
uppfinna hjólið einaferð afturat.
Men eg var vóngóður hóast
alt. Bóklingurin er ein fínur
inngangur til hetta týðandi og
víttfevnandi evnið, men júst tá
tað veruliga gerst áhugvert og
avbjóðandi, so eru ongar síður
eftir. At hava tveir so tiltiknar
persónar leggja fram sínar
hugsanir, og so bert geva teimum
umleið 25 síður í part, er ikki
nóg gott! Tað, sum kundi verið
eitt veitsluborðhald, er, í roynd
og veru, bert ein brellbiti.
Tá risar hittast ...
Pætur
M. Dahl
Bóklingurin, ið skuldi samanfata
høvuðssjónarmiðini hjá ongum minni
enn heimspekinginum Habermas og
guðfrøðiginum Ratzinger um stríðið
millum verðsliga samfelagið og kirkjuna,
endar sum ein spinkul brellbiti, í staðin
fyri tann mettandi høvuðsrætturin, hann
átti at verið
Habermas vs.
Ratzinger – Tveir risar,
ið ikki megna at rista
jørðina hesuferð