fríggjadagur 23. juni 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ben Arabo, stjóri fyri
Amerada Hess í Føroyum
Hvat lesur tú í løtuni?
– Eg lesi nógv. Eg ferðist í
arbeiðsørindum fleiri ferðir um
mánaðan, og brúki nógvar tímar í
flogførum og á flogvøllum, so eg
syrgi altíð fyri at hava okkurt at
lesa við hondina.
– Eg eri júst byrjaður uppá
bókina Auschwitz, The Nazis &
the Final Solution eftir Laurence
Rees. Bókin er útgivin av BBC
books og varð útrópt “History
Book of the Year” við British
Book Awards 2006. Eg havi altíð
havt stóran áhuga fyri søgu og
á leið onnurhvør bók, eg lesi, er
um søgu ella ein ævisøga. Man
kann læra nógv av søguni, og eg
haldi, at man er illa rustaður at
møta framtíðini, um man ikki er
tilvitaður um fortíðina.
– Tað er eisini ein sonn fragd
at fáa okkurt nýtt at vita um
fortíðina, sum man ikki visti
frammanundan. Tey flestu munnu
kenna Hudson River í New York
og Hudson Bay í Canada, men
tey fægstu munnu vita, at Henry
Hudson tann 30. mai 1609 tók
proviant og vatn í Føroyum á
veg á rannsóknarferð, ið skuldi
finna norðurvestur farleiðina.
Hesa upplýsning datt eg yvir
í frálíku bókini Nathaniel’s
Nutmeg eftir Giles Milton um
kryddaríhandilin í Fjareystri.
Bókin visti eisini at siga, at
Henry Hudson hevði fleiri ferðir
verið í Føroyum áðrenn túrin í
1609.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
– George Orwell er eftir mínum
tykki ein tann besti rithøvundurin
nakrantíð. Ikki bara hansara best
kendu bøkur Animal Farm og
1984 hava gjørt stórt inntrykk á
meg, men eisini tær eitt sindur
minni kendu sum Burmese
Days og Coming up for Air.
Málburðurin er lættur, og tað er
ein sonn fragd at lesa bøkurnar
hjá honum, sum altíð hava ein
nokkso markantan boðskap.
Brave New World hjá Aldous
Huxley man eisini hoyra til ein
av mínum favorittum.
– Ein tann besta bókin innan
søgu, ið eg havi lisið, og ein
tann besta bókin yvirhøvur,
er In the Heart of the Sea hjá
Nathaniel Philbrick. Hetta er
sanna søgan um ein hvalabát
úr Nantucket USA, sum verður
sokkin í Stillahavinum av
einum augusti í 1820. Søgan
hjá teimum, sum yvirlivdu hesa
hending inspireraði Herman
Melville til at skriva Moby
Dick, sum forrestin burdi verið
obligatoriskur lesnaður hjá øllum
skúlaungdómi.
– Annars dámar væl humorist
iskan lesnað. Bøkurnar hjá
Ben Elton – m.a. kendur sum
teksthøvundur á Blackadder
sjónvarpsrøðini – eru frálíkar.
Flashman røðin, skrivað av
George Macdonald Fraser,
um Victoriansku antihetjuna,
officerin Harry Flashman,
sum hevur muruna á einum
slaktarahundi og dirvið hjá eini
haru, stendur eisini høgt í metum
há mær.
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
– Eg lærdi meg at lesa við
Anders And, men fyrstu veruligu
barnabøkur, ið eg minnist at hava
lisið, vóru Emil úr Lønnebergi og
harafturat Nils Holgarsson, sum
lærarin hjá mær í fyrsta flokki
gav mær at lesa. Eg helt so áfram
til bøkur sum Gummitarzan,
De 5 bøkurnar, fyri síðani
sum tannáringur at pløja meg
ígjøgnum allar Stephen King
bøkurnar. Tað var tá, eg byrjaði
at lesa á enskum.
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú
hevði lisið?
– Diplomacy hjá Henry
Kissinger. Eg keypti henda
múrsteinin fyri nøkrum
árum síðani, men hon er ikki
komin longur enn til at síggja
imponerandi út í bókareolini hjá
mær. Í ár skal tað verða!
Hvat fær teg at velja tær bøkur,
tú lesur?
– Onkrar keypi eg eftir viðmæli
frá vinfólki, ið vita, hvat mær
dámar, men tann besti mátin hjá
mær er at fara inn í ein bókhandil
og ganga og mala og keypa
tær bøkur, ið fella mær inn at
keypa. Nú eri eg so heppin, at eg
ofta havi høvi til at støkka inn
Bøkurnar og eg
Stilla gentan
gevur ljóð
Tað er líka við at ein fer at halda,
at tað hvílir eitt forbannilsi yvir
bøkurnar hjá Peter Høeg. Omaná
vánaligu ummælini av Den stille
pige, fúka ákærurnar um eina
fjalda dagskrá nú um oyruni á
høvundanum.
Nýggja skaldsøgan hjá Høeg
er nevniliga fjald reklama
fyri nýreligiøsu sektina kring
Vækstcenteret, har rithøvundurin
hevur sína dagligu gongd, vil
ein fyrrverandi limur í sektini,
Annette Leleur vera við.
Sambært henni er tað ongin ivi
um, at høuðspersónurin í bókini
er ein lýsing av stovnaranum og
leiðararnum á Vækstcenteret, Jes
Bertelsen.
Fyri at gera tað heila enn meir
litríkt, er ein kvinna nú traðkað
fram, sum sigur seg vera tann
stilla gentan, Høeg byggir sína
søgu á. Kvinnan vaks upp á
Vækstcenteret, har leiðarin
plagdi at kalla hana sína “andligu
dóttir”. Sambært kvinnuni
minnir sambandið teirra millum
illgrunasamt nógv um tað, sum
fer fram ímillum høvuðspersónin
og ta stillu gentuna í bókini hjá
Høeg. Um orsøkina til at hon
traðkar fram, sigur hon, at hon
vil ávara ímóti at lata børn vaksa
upp eitt slíkt stað, tí tað skaðar
teirra samleikamenning. Tað
ber illa til at sameina tað at leita
djúpt inn í seg sjálvan andliga
við tað at vera foreldur, sigur
kvinnan, sum sjálv mest sum
varð slept uppá fjall av sínum
foreldrum, meðan tey búðu
Vækstcenteret.
Peter Høeg hevur enn ikki gjørt
viðmerkingar í málinum.
Meistaraverk um
“Meistaran”
Colm Tóibín
Í farnu viku fekk írski rithøv
undurin Colm Tóibín heimsins
størstu bókmentavirðisløn fyri
skaldsøguna The Master um
mæta amerikanska høvundan
Henry James.
Tað krevur sín høvund at
kasta seg út at skriva bøkur um
heimsins mætastu høvundar.
At royndin hartil vann Tóibín
IMPAC bókmentavirðislønina á
100.000 euro sigur ikki so lítið.
Ummælarar eru eisini á einum
máli um, at bókin um James ella
meistaran, sum hann ofta varð
kallaður, er eitt meistaraverk í
sær sjálvum.
Bókin byrjar í 1895 við
vónleyst miseydnaðu royndini hjá
James sum sjónleikahøvundur,
og endar beint áðrenn hann rakk
hægstu tindar sum rithøvundur
í 1899. At Tóibín hevur valt júst
hetta tíðarskeiðið kemst av tí
innara drama, sum eftir hansara
tykki eyðkendi lyndið hjá James.
Henry James var í allar mátar ein
sera privatur persónur. Hann vildi
fyri alt í verðini ikki viðganga,
hvussu vónbrotin hann var av
síni fyrstu roynd sum høvudur,
ella at hann var samkyndur, sum
tey flestu gittu. Tað er heldur ikki
avdúkingin sum er umráðandi
fyri Tóibín. Heldur brúkar hann
óvissuna at løða søguna við
týdningum og undirtýdningum,
og letur restina vera upp til
lesaran.
The Master er ikki ein vanlig
skaldslig ævisøga, men ein
skaldsøga, sum skapar sítt huglag
við at lýsa tankar, samrøður og
inntrykk, sum á ongan hátt kunnu
skjalprógvast. Soleiðis verður
bókin eisini ein hugtakandi mynd
av, hvussu lív verður sáldað,
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Vit gera bøkur frá uppseting til liðugtgerð. Við drúgvastu royndunum
innan bókaprent er tín bók í góðum hondum hjá okkum
tel. 314 555, www.foroyaprent.fo
– Tað góða við lesnaði er, at júst tá man heldur seg hava funnið bestu
bók nakrantíð, so kemur man altíð fram á eina aðra, sum gevur tí fyrru
skarpan gang, heldur Ben Arabo
34 vikuskifti