fríggjadagur 23. juni 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
35
ÍTRÓTTUR
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
– Tað ringasta er, at vit ikki kunnu flúgva heim
til Australia og feira hetta.
Guus Hiddink, venjari hjá Australia, eftir at landið kom víðari í HM
NSÍ kann
ota seg heilt
fram
NSÍ kann fyri
fyrstu ferð í hesum
kappingarárinum
veruliga blanda seg
upp í oddastríðið,
um liðið vinnur
sunnudagin.
Uppgávan er tó
trupul, tí NSÍ spælir
á útivølli ímóti
toppliðnum GÍ
GÍ-NSÍ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað verður eitt veruligt
brak á skránni í Gøtu
sunnudagin. GÍ, sum
hevur tikið øll á bóli í
ár, skal spæla ímóti NSÍ,
sum er við at koma fyri
seg eftir ivasama byrjan.
GÍ hevur verið áhald
andi í toppinum í For
muladeildini í ár, og eftir
sigurin á HB í Havn fyri
góðari viku síðani tyk
ist liðið veruliga hava
staðfesta
sína
styrki
og ætlan í hesum kapp
ingarárinum.
NSÍ hevur havt misjøvn
úrslitið, men teir hava
nú togað seg fram ímóti
toppinum, og um liðið
vinnur í Gøtu verða teir
við vissu nummar tvey á
stigatalvuni.
NSÍ hevur so at siga
allar spælarar tøkar til
dystin sunnudagin. Dan
ial Hansen hevur verið
sjúkur í vikuni, og hann
er ivasamur. Helgi L.
Petersen er staddur uttan
lands, men kemur heim
áðrenn dystin og verður
møguliga við.
GÍ hevur alt fólkið
tøkt til dystin. Eingi leik
bann eru, og eingir nýgg
ir skaðar eru heldur. Pól
Ennigarð, sum hevur ver
ið skaddur í eina tíð, er
farin at venja við bólti
aftur, men hann spælir
ikki sunnudagin.
Nú er tað moralski
sigurin og eftirmælið,
sum vónbrotnu
rógvararnir siga seg
hugsa meiri um enn
um FM heitið, ið teir
ikki duga at ímynda
sær, at tað skal bera til
at vinna
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Hóskvøldið gjørdi mann
ingin á Eysturoyingi upp
við seg sjálva, at teir fara
til Vágs at rógva í morgin.
Eftir klokkan níggju í
góðveðrinum hóskvøldið
var báturin aftur at síggja
á fjørðinum, og teir ætla
sær lítlan túr í kvøld.
Hvussu tað fer at hilnast
hjá teimum í morgin ímóti
væl trimmaða Klaksvíkingi
er
spurningurin,
sum
skuggar yvir allar aðrar
undan jóansøku róðrinum,
sum verður á Vágsfirði í
morgin.
– Teir hava verið í góð
ari venjing. Hesa síðstu
vikuna hevur talan tó ver
ið um ikki ætlaða niður
trapping. Teir vandu lítið
undan
Eystanstevnuni,
leygardagin
kappaðust
teir ikki, og í hesi vikuni
hevur venjingin verið lítil,
staðfestir
formaðurin
í
Kappróðrarfelagnum NSÍ,
Sámal Hansen.
Manningin
fundaðist
fleiri ferðir fyrrapartin av
vikuni. Tað var serliga
ákæran um, at tað var lítið
sømiligt av teimum ikki
at flota bátin aftur eftir
keðiligu hendingina síðsta
leygardag, sum var orsøk
til, at Eysturoyingur fer at
kappast í morgin. Hetta
eftirmælið vilja teir ikki
hava á sær.
– Vit kenna okkum burtur
dømdar, so tað stendur eftir
í. Vit halda, at RSF við
avgerðini týskvøldið um
broyting í ásetingum fyri
møguleikan at skjóta róðrar
av, týðuliga hevur givið til
kennar, at teir eisini halda
hetta, sjálvt um teir einki
vilja gera við kiksaran síðsta
leygardag, sum vit halda
var teirra og ikki okkara.
Nýggju ásetingina eru vit
fegnir um, tí vit løgdu upp
til hetta á økisfundinum,
sum vit høvdu saman við
umboðum fyri RSF. Tá
vóru teir ikki sinnaðir í at
umrøða hetta, men tað eru
teir nú.
Hvat sipar tú til?
– Í fjør hekk Sølmundur
eftir í startinum, og tað
kostaði teimum róðrarárið.
Tað var spell, tí teir vóru
væl trimmaðir og vandir.
Vit skutu upp, at bátur,
sum tjóvstartar, skal koll
dømast beinanvegin, og
at róðurin skal skjótast
av, um bátur hongur eftir.
Tað er hetta síðsta, sum
nú er komið í ásetingarnar,
vísir formaðurin í Kappróð
rarfelagnum NSÍ á.
Tá ið tosið kemur inn
á útlitini fyri kappingini
millum 10-mannaførini, er
spádómurin hjá bátasmið
inum, roynda rógvaranum,
stýrimanninum og formann
inum í Kappróðrarfelagnum
NSÍ hesin:
– Klaksvíkingur rør væl,
og hann er stórfavorittur.
Vit vóna sjálvandi, at tað
fer at eydnast Eysturoyingi
at vinna. Manningin rør
fyrst og fremst ímóti sær
sjálvari. Eftir at teir síðani
leygardagin hava verið
heilt á botni, skulu teir nú
royna at prógva fyri sær
sjálvum, at teir sinniliga
kunnu lyfta seg uppaftur.
FM heitið hugsa teir ikki
um. Heldur snýr tað seg
um at vinna moralska FM
heitið. Vánirnar fyri tí eru
nógv treytaðar av, hvussu
tað fer at hilnast í Vági.
Allar
kappingarnar
í
Vági vera á túsund metrum.
Tað plagar at verða sagt,
at tað hevur týdning, um
bátarnir liggja undir grót
kastinum, ella um teir
liggja í siglingarrennuni.
Bestu bátarnir liggja borð
um borð. Hesa ferð verða
Klaksvíkingur og Eyst
uroyingur ikki undir liðini
á hvørjum øðrum. Eystur
oyingur verður nærri sigl
ingarrennuni, meðan Klaks
víkingur verður undir grót
kastinum.
At allir sjey róðrarnir
vera á 1000 metrum ber við
sær, at RSF hevur broytt
røðina, sum tað verður róð
í, eitt sindur. Hesa ferð
kappast 6-mannaførini við
monnum frammanundan
5-mannaførunum
við
dreingjum. Røðin verður
altso henda: 5-mannafør
gentur, 6-mannafør kvinn
ur, 5-mannafør kvinnur, 6-
mannafør menn, 5-manna
før dreingir, 8-mannafør og
10-mannafør.
Tølini tala
06
05
05
04
03
02
01
00
99
98
97
96
KÍ-HB
2-2
2-3
4-3
1-1
1-2
3-2
0-2
1-2
0-0
2-2
0-2
0-1
2-4-6
16-22
VB/S-B68
3-2
-
-
2-3
1-0
1-2
1-1
4-1
0-2
3-1
3-0
2-0
6-1-3
20-12
Skála-EB/S
-
1-1
-
2-3
3-2
3-1
-
-
-
-
-
-
2-1-1
9-7
GÍ-NSÍ
1-1
1-5
0-0
1-1
1-1
0-2
0-1
1-0
1-3
5-1
2-0
-
3-4-4
13-15
B36-ÍF
-
1-1
-
4-1
-
-
-
-
4-2
7-2
8-3
4-0
5-1-0
28-9
Í alt
Eysturoyingur kappast
ímóti sær sjálvum