Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 119 - 23. juni 2006 ] Lutakast til innleiðandi umførini í Champions League var fyrr í dag, og føroyska umboðið í kapp­ ingini, B36, dró í fyrsta umfarinum lið av Malta. 22 lið eru við í fyrsta innleiðandi umfari av Champions League, og luta­kast fall soleiðis út fyri B36, at teir skulu spæla ímóti Birkirkara av Malta. Fyrri dysturin hjá B36 verður á útivølli 11. juli, og seinni dysturin á heima­ vølli 19. juli. Kemur B36 víðari frá fyrsta umfarinum, bíð­ar turkiska stórliðið Fener­ bahce í næsta um­fari. Dystirnir á vølli í Turka­ landi eru tiltiknir, og tað verður nakað av einum avbjóðing fyri B36, um havnaliðið kemur so langt. Lutakast var eisini í dag til UEFA Cup kappingina, har Skála og GÍ eru við, men tað var eftir evstamark her á blaðnum. Les meira um hetta á olivant.fo Lagnudystur í Vági VB/Sumba og B68 spæla sunnudagin týðandi botndyst í Vági. Liðini bæði liggja lið um lið í botninum, og taparin av dystinum sunndagin endar í eini keðiligari støðu. B68 hevur sama fólkið við hesaferð sum seinast. Arnbjørn Danielsen fór út við einum minni skaða seinast, og hann hevur vant lítið í vikuni, men hann spælir sunnudagin. Julian Johnsson spælir nú fulla tíð hvørjaferð, og hann er veruliga við at spæla seg heitan aftur. Hjá VB/Sumba er Hallur Dam Joensen tøkur aftur eftir leikbann seinast. Rógvi og teir fingu av at vita KR spældi í gjárkvøldið í íslendsku landskappingini í fótbólti, og tað endaði við einum eyðmýkjandi tapi til Rógva Jacobsen og liðfelagarnar. Grindavík vann heili 5-0 á KR, og tað er eitt tað størsta tapið í søguni hjá KR. Grindavík var á odda 2-0 í hálvleikinum, men innan eitt korter var farið av seinna hálvleiki, høvdu teir skorað trý mál afturat. Rógvi spældi allan dystin í álopinum hjá KR, sum hóast stórtapið framvegis liggur sum nummar 4 í íslendsku kappingini. KR liggur bert eitt stig aftanfyri nummar 2, sum nú er Grindavík. – Vit trúgva upp á møguleikan at vinna dystin, men vit skulu spæla klókt, um vit skulu vinna, sigur HB-venjarin Krzysztof Popczynski undan Intertoto- dystinum ímóti FC Dinaburg. Dysturin leygardagin er tann fimti hjá HB í 13 dagar Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygardagin spælir HB seinna dystin í Intertoto Cup ímóti FC Dinaburg. HB fekk frálíkt úrslit í fyrra dystinum, tí tað eydnaðist at koma heimaftur við ein­ um1-1 javnleiki í við­før­ inum. Nú kann HB seta prikkin yvir i’ið við einum góðum úrsliti á heimavølli, og harvið koma víðari í kappingini. – Tað er eingin løtt upp­ gáva, sum vit hava. FC Dinaburg er eitt gott lið. Teir eru kropsliga betur fyri enn vit, tekniskt eru teir allir góðir, og so hava teir nakrar sera skjótar spælarar. Harafturat hava teir eisini kunna fyrireika seg betur, tí teir hava fingið hvíld síðani seinasta dystin, sigur Krzysztof Popczynski, venjari hjá HB. HB hevur rættiliga verið í eldinum við nógvum dyst­ um seinastu vikurnar. Dyst­ urin leygardagin er fimti dysturin í 13 dagar, og tað er sera krevjandi fyri føroyskar spælarar. – Hetta krevur sera nógv av spælarunum, og vit eru komnir hartil, at møðin má fara at vísa seg. Tí skulu vit spæla sera klókt ímóti Dinaburg, um vit skulu koma víðari, sigur Krzysztof Popczynski. Bjóða av frameftir HB ætlar sær ikki bara at leggja seg aftur á vøllin at verja við 11 monnum, hóast liðið kann klára seg við 0-0 javnleiki. – Føroysk feløg gera ofta tað mistakið, at tey leggja seg heilt aftur á vøllin og bara hugsa um at verja. Tað fara vit ikki at gera. Sjálvsagt fara vit ikki heilt fram á vøllin at trýsta teir, men vit ætla eisini at spæla álopsfótbólt, sigur HB-venj­ arin. – Teir hava eina stóra og sterka verju, men teir eru ikki so skjótir í verjupartinum, og tí kunnu vit hava ein møguleika við okkara skjótu spælarum. Vit skulu tora at leypa á, og spælararnir skulu tora at bjóða av í ein-móti-ein støðum, sigur Krzysztof Popczynski. Dysturin millum HB og FC Dinaburg verður spældur á Tórsvølli leygardagin kl. 18.00. Bæði á Skála og í EB/ Streymi skulu teir hesa ferð klára seg uttan lyklaspælarar, ið ikki eru tøkir SKÁLA-EB/ STREYMUR Jóannes Hansen Tað plagar at vera tætt, tá ið nýggjastu feløgini í Eysturoy í fremstu deildini telvast, og soleiðis tykist tað eisini fara at vera hesa ferð, hóast fjarstøðan á støðutavluni er stór. Skála hevur givið øllum odda­ liðunum skarpan gang, men úrtøkan hevur verið lítil. Hjá EB/Streymi hava avrikini og úrtøkan sam­ svara, og tí er felagsliðið ovast. Í fleiri ár hava Bjarni Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen ferðast úr Havnini og inn á Skála at venja og spæla. Í ár hava teir havt Levi Hanssen í ferðalagnum. Hesar sein­astu vikurnar hevur Levi verið einsamallur. Bjarni er vøddaskaddur, og Pætur er knæskaddur. Hvørgin teirra verður við sunnudagin. Eftir at hann leingi treiskaðist skal Bjarni nú binda frið, inntil skaðin er burtur. Hvussu tað verður hjá Pæturi fæst at vita mikudagin, tá ið teir fara at kanna knæið. Sorin ivamsamur Hjá EB/Streymi er tað ivasamt, um Sorin Ang­ hel verður við. Hann hevur ikki vant í vikuni orsaka av skaða. Ronnie Samuelsen verður ikki við, tí hann skal giftast í morgin. Arnbjørn Hansen er langtíðarskaddur. Móti VB/Sumba var Knút Vesturtún mið­vall­ ari, og Sorin Anghel var einsamallur á toppinum. Hvussu kabalin skal leggj­ ast hesa ferð valdast ikki minst um støðuna hjá Sorin Anghel. Ein møguleiki er, at Fróði Clementsen verður settur í miðverjuna og Marni Djurhuus á mið­vøllin, og ein annar er, at liðformaðurin og gamli málrevurin Egil á Bø verður fluttur úr mið­ verjuni og fram í álopið. Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 EB/S 13 8 - 3 - 2 29 15 14 27 2 GÍ 13 7 - 5 - 1 21 11 10 26 3 HB 14 7 - 4 - 3 33 20 13 25 4 NSÍ 13 7 - 3 - 3 27 16 11 24 5 B36 13 6 - 5 - 2 17 13 4 23 6 KÍ 14 5 - 7 - 2 29 17 12 22 7 Skála 13 3 - 2 - 8 14 16 -2 11 8 B68 13 2 - 2 - 9 11 22 -11 8 9 ÍF 13 2 - 2 - 9 13 31 -18 8 10 VB/S 13 2 - 1 - 10 12 45 -33 7 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AB 13 10 - 1 - 2 30 13 17 31 2 B71 13 9 - 2 - 2 61 14 47 29 3 LÍF 13 8 - 3 - 2 30 12 18 27 4 FSV04 13 7 - 1 - 5 29 15 14 22 5 TB 13 6 - 3 - 4 21 21 0 21 6 SÍ 13 6 - 1 - 6 39 33 6 19 7 HB 13 5 - 2 - 6 35 30 5 17 8 KÍ 13 4 - 2 - 7 27 44 -17 14 9 VB/S 13 2 - 0 - 11 10 55 -45 6 10 Royn 13 0 - 1 - 12 8 53 -45 1 Havnarmenninir venja ikki Fenerbahce bíðar eftir B36 Troytt HB-lið skal spæla klókt – Føroysk feløg gera ofta tað mistakið, at tey leggja seg heilt aftur á vøllin og bara hugsa um at verja. Tað fara vit ikki at gera, sigur HB-venjarin Krzysztof Popczynski undan Intertoto- dystinum leygardagin