fríggjadagur 23. juni 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 119 - 23. juni 2006 ]
Saman við Formula.
fo fer Sosialurin
nú undir kapping,
har besti tipparin
í landinum skal
finnast. Tippast kann
á heimasíðu okkara,
sosialurin.fo, og
føroyskur fótbóltur
og HM-fótbóltur eru
fyrstu kappingarnar á
skránni
Tipping
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At tippa um ítróttarúrslit
er eitt ítriv, sum hevur røt
ur líka so langt, sum ítrótt
hevur verið íðkað. Ser
stakliga í Bratlandi og teim
um londum, sum hava verið
undir bretsku krúnuni, er
drúgv siðvenja fyri hesum,
men eisini her heima
hava fólk leingi tikist við
tipping. Veruliga skipað
viðurskifti komu nokk ikki,
fyrr enn Ítróttarvedding
fekk donsku Tipstænastuna
inn á føroyska marknaðin,
og síðani hevur ítrivið verið
ein fastur partur av tí, sum
ítróttarfólk og –áhugað hava
tosa, gitt og kjakast um.
Fleiri kappingar
í einum
Nú fer Sosialurin undir
at finna fram til, hvør
besti veddarin í Føroyum
er. Saman við Formula.
fo er ein serstøk skipan
gjørd, og við at tekna teg
á hesa, ert tú eisini við
í kappingini um at gerast
besti tipparin í landinum.
Ella kanska skuldu vit
sagt kappingunum, tí talan
verður um meira enn tí einu
av slagnum. Og hópatals
vinningar standa upp á spæl
í hesum.
Størsta kappingin fevnir
sjálvandi um dystirnar í
Formula-deildini, har fyrsta
tippingarumfarið er leygar-
og sunnudagin. Umframt at
besti tipparin verður funnin,
tá 27. og seinasta umfarið
er spælt, fær besti tipparin í
hvørjum mánaði sær eisini
ein vinning.
Og umframt føroyskan
fótbólt, verður talan eisini
um fleiri aðrar kappingar.
Nú HM-endaspælið kemur
til alt-ella-einki dystirnar,
har tey seinastu 16 kappast,
verður talan sjálvandi um
kapping, og í heyst fáa vit
millum annað Champions
League fótbólt á skránna.
So tað er eingin sum helst
vandi fyri, at fótbóltshugaði
føroyingurin fer at keða seg,
hóast heimliga kappingin
fer í dvala.
Tú tippaði 1-0
Eitt stig verður latið fyri máltalið hjá HB, sum tú hevði
rætt.
Tú tippaði 2-2
Eitt stig verður latið fyri máltalið hjá GÍ, sum tú hevði rætt
Tú tippaði 0-2
Fýra stig verða latin. Trý fyri at hava rætta vinnaran, og eitt
fyri máltalið hjá GÍ, sum var rætt.
Tú tippaði 3-4
Fýra stig verða latin. Trý fyri at hava rætta vinnaran, og eitt
fyri at hava rætta munin í málskoruni.
Tú tippaði 1-2
Seks stig verða latin. Trý fyri at hava rætta vinnaran. Eitt fyri
at hava rætta munin í málskoruni. Eitt fyri at hava máltalið
hjá HB rætt og eitt fyri at hava máltalið hjá GÍ rætt.
Formula-deildin
24.06 VB/S-B68
Petur Reinert
25.06 Skála-EB/S
Dagfinn Olsen
25.06 GÍ-NSÍ
Georg N. Rasmussen
25.06 B36-ÍF
Lassin Isaksen
1. deild menn
23.06 VB/S-Royn
Milan Cimburovic
24.04 B71-FSV04
Dan Højgaard
24.04 KÍ-HB
Rúni Gaardbo
24.04 TB-AB
Lars Müller
24.04 LÍF-SÍ
Jón Sigurd Gleðisheygg
2. deild menn
25.06 KÍ-NSÍ
Bárður Mortensen
25.06 Skála-ÍF
Vinjard Dam
25.06 EB/S-B68
Eugen Voda
25.06 Fram-GÍ
Thorvald Petersen
25.05 MB-B36
Hentza Johansen
1. deild kvinnur
25.06 EB/S-GÍ
Johnleif Gerðisá
25.06 B36-KÍ
Laurits í Króki
25.06 HB-NSÍ
Ørvur á Lag
25.06 SÍ-AB
FSV04
Ert tú
Føroya
besti
tippari?
24 ár síðani
ÍF fekk fult
B36 ætlar ikki,
at kiksarin á
heimavølli móti
einum av teimum
lægru staddu skal
endurtaka seg
B36-ÍF
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fuglfirðingar
plaga
ikki at trívast nakað ser
ligt í Gundadali. Tað
siga hagtølini. ÍF hevur
ikki vunnið móti B36 í
høvuðsstaðnum síðani
í 1982, tá ið teir vunnu
2-0. Í fjør eydnaðist tó
at røkka 1-1, eftir at ÍF
hevði verið á odda. Tað
man vera tað avrikið
ímóti meistarunum, sum
Petur Simonsen skal vísa
sínum spælarum á undan
ferðini til Havnar.
Í vár vann B36 3-1 í
Fuglafirði, men ta ferðina
var ÍF avgjørt ikki niður
spælt.
Fuglfirðingar
eru
skerdir, tí Bartal Eliasen
fyri aðru ferð í ár er leik
bannaður. Eyðun Ryggs
hamar var ikki við í mál
leysa javnleikinum móti
KÍ. Hann koykti fótin í
síðstu viku. Í hesi vikuni
hevur hann vant alt meiri,
og tað verður vónað, at
stríðsmaðurin verður á
miðvøllinum.
Iulian Florescu vandi
við ÍF mánakvøldið,
men síðani hevur hann
ikki verið at síggja í
Fuglafirði.
B36 spælir fyri tíðina
ímóti teimum niðastu á
støðutalvuni. Teir megn
aðu sunnudagin tepran
1-0 sigur á Toftum, eftir
at teir á heimavølli ikki
høvdu megnað meiri enn
2-2 ímóti VB/Sumba. Tað
avrikið ella ikki avrikið
ætla teir ikki skal end
urtakast nú sunnudagin.
Allir B36 spælararnir
eru tøkir uttan teir báðir,
sum eru langtíðarskaddir.
Men tað kann hugsast, at
samansetingin av teimum
fyrstu ellivu fer at verða
øðrvísi móti ÍF, enn hon
var á Toftum.
Reglurnar
Soleiðis er stiga
gevingin í nýggju
tippingarkappingini
hjá Sosialinum og
Formula.fo. Til
melding til kapp
ingina og sjálv
tippingin fer fram á
www.sosialurin.fo
Tipping
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hættirnir, sum tippað verð
ur eftir, eru ymiskir. Við
vanligu 13-kuponini hjá
Tipstænastuni skal rætta
útfallið í ymsu dystunum
finnast. Altso hvør parturin
vinnur, ella um talan kanska
verður um javnleik.
Hinvegin
innihalda
ymsu skipanirnar til odds-
veddingar hópin av tilboð
um. Alt frá hvør vinnur
dystin, til hvør fær fyrsta
ella seinasta hornasparkið í
dystinum.
Í skipanini, sum Formula.
fo hevur ment, skal úrslitið í
hvørjum dysti sær gitast. Og
tá staðfestingin fyriliggur,
eru fleiri hættir at fáa stig
uppá. Trý stig verða lætin
fyri at hava rætta vinnaran
ella møguliga javnleikin.
Eitt stig verður latið fyri at
hava munin í málum rættan.
Og somuleiðis verður eitt
stig latið fyri at gita rætta
máltalið hjá hvørjum liði
sær.
Sum dømi kunnu vit
taka dystin, sum HB og GÍ
spældu í Gundadali tann
16. juni. Tann dysturin
endaði 1-2, og niðanfyri
hava vit sett nøkur hugsað
dømi um, hvussu úrtøkan í
veddingarkappingini kundi
verið av hesum dystinum.