fríggjadagur 23. juni 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 119 - 23. juni 2006
Rasmus Lyberth
hevur ferðast kring
allan heimin og
bergtikið áhoyrarar
við sínum livandi
framførslum og
fantastisku rødd.
Sosialurin hitti
Rasmus Lyberth
seinnapartin
hósdagin til eitt prát
um grønlendskan
tónleik, globalisering,
Muhammed-
tekningar, forvitni
og framførsluna á
Jóansøkufestivalinum
JÓANSØKUFESTIVAL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.do
Rasmus Lyberth hevur í nógv
nógv ár framført og bergtikið
fólk við sínum tónleiki og
sangi. Hann er, uttan at taka
munnin ov fullan, tað størsta
grønlendska tónleikanavnið
nakrantíð. Men hvat er tað,
sum hevur gjørt, at Rasmus
hevur megnað at hugtikið
fólk líkamikið hvar hann
hevur verið?
– Eg eri av natúr eitt
ógvuliga forvitið menniskja,
og tað er hetta forvitnið, sum
hevur verið tað berandi í
mínum tónleiki. Eg spyrji
alla tíðina, og leiti alla tíðina
eftir svarum. Tá eg framføri,
so er tað ikki ein liðug vøra
eg gevi áhoyrarunum, men
eg arbeiði við teimum og
teirra kenslum alla tíðina
meðan framførslan er. Tí er
tað eisini, at fólkini siga huff
og anda djúpt nakrar ferðir,
aftaná eg havi verið á palli,
greiðir Rasmus Lyberth
frá.
Heimsborgari
Hetta forvitni Rasmus
Lyberth er inni á, er tað sama,
sum ger, at hann eisini kennir
seg sum ein grønlendskan
heimsborgara. – Eg havi
altíð kent meg sum ein
part av heiminum, altíð. Eg
kenni meg avgjørt eisini sum
grønlending, men ikki bara
sum grønlending. Men eg vil
fegin fortelja tykkum øllum,
at eg eri grønlendingur, og
tað má gjarna hoyrast, sigur
Rasmus Lyberth frá.
– Eg skrivi um tað, sum
nú einaferð nertur mínar
hjartastreingir. Soleiðis
fortelji eg um mín heim.
Ikki bara um meg sum
grønlending, men sum
heimsborgara, og tað haldi eg
er týdningarmikið. Vit mugu
altíð minnast, at alt tað, vit
einaferð gera ávirkar onnur,
um vit vilja tað ella ikki. Alt
tað, sum tú og eg gera hevur
ávirkan onkrastaðni, og tað
mugu vit vera tilvitaði um.
Eitt tað besta dømi um tað,
er Muhammedstekningarnar
í Danmark herfyri. Ongin í
Danmark hevði ímyndað
sær,
at
tekningarnar
fóru at fáa so ógvusligar
avleiðingar. Men orsøkin
til, at avleiðingarnar vóru
so umfatandi, er, at tey ikki
vóru tilvitaði um, at tað fór
at hava ávirkan aðrastaðni
enn í lítla Danmark.
Og júst til Danmarkar er
tað, at Rasmus Lyberth er
fluttur til í hesum døgum.
– Ja, eg flutti til Danmarkar
mikudagin. So henda
Føroyaferðin er hin fyrsta
ferðin úr mínum nýggja
landi, heldur Rasmus
Lyberth skemtandi fyri.
Rasmus Lyberth hevur
valt at flyta til Danmarkar
fyri at kunna brúka mest
møguliga tíð upp á tónleik,
tað sum eftir er av hansara
yrkisleið. Tí, sum hann sigur,
so nærkast hann teimum 55
alvorliga, og tí má hann seta
seg til sættis við, at hann
ikki hevur nógv ár eftir á
toppinum.
Tíðina, sum eftir er, vil
hann brúka saman við
góðum tónleikarum, soleiðis
at hann fær mest møguligt
burtur úr.
Sálina við
Sum áður sagt, so er Rasmus
tað størsta grønlendska
tónleikaranavnið nakrantíð.
Men aðrir kendir ella
hálvkendir grønlendskir
tónleikarar eru eisini, sum
vanligi føroyingurin kennir
til. Julie Berthelsen, sum
luttók í Stjerne for en Aften,
er grønlendsk, og henni
dámar Rasmus Lyberth
væl.
– Eg haldi at hon, og fleiri
at teimum ungu grønlendsku
tónleikarunum við henni, eru
sera dugnaligir tónleikarar.
Nú er tað ikki so, at eg fylgi
teimum dagliga, men mín
vanliga uppfatan er, at tey eru
sera dugnalig. Tað einasta
tey mugu ansa eftir er, at tey
ikki fella í pengafelluna, og
verða ein partur av einum
plátufelagið, sum fortelur
teimum, hvat tað er tey skulu
framføra og spæla. Sálin
skal altíð vera við, staðfestir
Rasmus Lyberth.
Akkurát hvussu týd-
ningarmikil sálin er, fært
tú eitt tað besta dømi úr
tónleikinum hjá Rasmus
Lyberth. Hann syngur jú
eina rúgvu á grønlendskum,
og hóast vit ikki skilja tað
allar minsta av tekstinum, so
fangar tað kortini. Tað er tí
sálin er við.
– Eg lurti og dámi sera væl
enskan og føroyskan tónleik,
men eg skilji onki av tí. Men
sálin er við, og tá verður tað
gott, líkamikið um tú skilir
tekstin ella ikki.
Framførsla í
heimsflokki
Tí hava festivalluttakarar
í Suðuroy heldur onki at
stúra fyri í annaðkvøld.
Rasmus Lyberth hevur altíð
sálina við, og tí torir hann
at lova eina framførslu í
heimsflokki, og frálíkan
tónleik eisini. Við sær á
pallinum hevur Rasmus
Lyberth Christian Søgård, og
er konsertferðin teir nú eru á,
eitt slag av 30 ára jubileum
fyri teirra samstarvi.
Skúlin á Velbastað
Norðuri á Heyggi 19
176 Velbastaður
Tlf. 302505 - 228607 · Fax 302506
Lærarastarv
í Skúlanum á
Velbastað
skúlin liggur í Miðheiminum. Bert 10
min. úr Havn heim til Velbastaðar!
Søkt verður eftir einum lærara til fast starv skúlaárið
2006/2007.
Tann, ið settur verður skal:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði
skúlans
• duga at samstarva og vera fyrikomandi
• vera fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru á
skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
• kunna undirvísa fleirflokkað og næmingatillagað
Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt sambart sáttmála millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4
Umsóknir:
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera
skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggja-
dagin 7. juli kl. 16.00
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Manbjørn Mortensen, skúlaleiðara á tlf. 302505 ella
228607
Skúlin á Velbastað er ein 4 flokkaður skúli við undirvísing í
1.-7. árgang. Komandi skúlaár verða 5 lærarar og 49 næmingar
í skúlanum.
tíðindi
Eg eri grønlendingur og ein partur av heiminum
Tosað hevur verið
í eina tíð um
møguleikarnar fyri
samanlegging millum
grannakommunurnar,
Gøtu og Leirvík, og
nú er málið so komið
har til, at bygdaráðini
ætlandi taka
endaligu avgerðina
um vegleiðandi
fólkaatkvøðu
mánakvøldið
Samanlegging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á bygdaráðsfundi mán-
akvøldið
fara
kom-
munustýrini
í
Gøtu
og Leirvík at viðgera
eitt tilmæli, sum fíg-
gjarnevndirnar
hjá
kommununum hava gjørt
um at útskriva vegleiðandi
fólkaatkvøðu um saman-
legging
millum
Gøtu
kommunu og Leirvíkar
kommunu.
Fundurin í Gøtu verður
klokkan 18 og í Leirvík
klokkan 19.
Tilmælið byggir á, at
kommunurnar verða lagdar
saman frá 1. januar 2009 at
rokna, og navnið á nýggju
kommununi – um meiriluti
er fyri samanlegging í
Gøtu og Leirvík – verður
Eysturkommunan.
Tosað hevur verið í eina
tíð
um
møguleikarnar
fyri samanlegging millum
grannakommunurnar, Gø-
tu og Leirvík, og nú er
málið so komið har til, at
bygdaráðini ætlandi taka
avgerðina um vegleiðandi
fólkaatkvøðu mánakvøldið.
Høvuðsgrundgeving-
arnar fyri samanleggingini
eru –
1)
at kommunurnar
skulu gerast betri førar fyri
at veita borgarunum eina
góða tænastu
2)
at
samskipa
umsitingina og raksturin av
kommununum
3)
at kommunurnar
eru betur førar fyri at taka
av nýggjum avbjóðingum í
framtíðini
4)
at samskipa íløg-
urnar, so at betri nytta
fæst burtur úr íløgum – og
at forða fyri óneyðugum
íløgum
5)
at
skapa
betri
karmar fyri øktum virksemi
í økinum
Sambært
tilmælinum
verður kommunala fyrisit-
ingin hjá Eysturkommunu
ætlandi í Norðragøtu.
Gøta og Leirvík ætla at leggja saman
Rasmus Lybert skal framføra á Jóansøkufestivalinum
Mynd: Jens Kr Vang
Samráðingarnar millum
føroyingar og danir á
embætismannastigi vóru
fyrr í vikuni. Partarnir eru
komnir ásamt um allar
tættir, so greitt er at yvirtaka
fólkakirkjuna. Mikudagin
var fundur í Keypmannahavn
um yvirtøku av fólkakirkjuni.
Samráðingar hava verið í
fleiri umførum, og nú eru
øll viðurskifti í sambandi við
yvirtøkuna av fólkakirkjuni
komin undir land.
Danski
kirkjumála-
ráðharrin, Bertel Haarder,
og Jógvan á Lakjuni fara í
næstum at skriva undir eina
yvirlýsing, sum staðfestir, at
samráðingarnar eru at enda
komnar. Hetta merkir aftur,
og klárt er hjá føroyingum at
yvirtaka fólkakirkjuna.
sb.
Kirkjan kann yvirtakast um eitt ár