fríggjadagur 23. juni 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
41
Hús í Klaksvík
til sølu
Um nóg gott boð fæst, eru sethúsini á Vágsgeil 5
til sølu.
Grundøki er uml. 300 fermetrar til støddar.
Sethúsini eru í 2 innrættaðum hæddum á ca 80
fermetrar hvør hædd.
Tlf. 455626 ella 275426
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Miðvágs kommuna søkir
námsfrøðingar
og hjálparfólk
til frítíðaransingina
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum og
einum hjálparfólki at arbeiða 25 tímar, at byrja
14. august 2006 ella eftir avtalu.
Frítíðaransingin hevur 2 ár á baki, og halda vit
til í hølunum hjá Filadelfia í Miðvági tætt við
fótbóltsvøllin, sandin og vøkru Viðalundina á
Tungu.
Har er í løtuni pláss fyri 17 børnum.
Námsfrøðingar: Væntað verður, at tann ið søkir,
hevur lokið námsfrøðiliga útbúgving, hevur
fakligan dugnaskap, hug og hegni at arbeiða við
børnum og dugir væl at samskifta og samstarva,
og í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk,
vil verða við til at skipa fyri einum mennandi og
stimbrandi gerandisdegi fyri børnini.
Hjálparfólk: Væntað verður, at tann ið søkir
hevur góð samstarvsevni, hug og hegni at
arbeiða við børnum, og í tøttum samstarvi við
leiðslu og starvsfólk, vil verða við til at skipa fyri
einum mennandi og stimbrandi gerandisdegi
fyri børnini.
Lønar- og setanartreytir
størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
leiðaran í Frítíðaransingini, á tel. 229446.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og
viðmælum, merkt »umsókn« skulu sendast til.
Frítíðaransingin í Miðvági
Miðvágs Kommuna
370 Miðvágur
Umsóknarfreistin er týsdagin 4. juli 2006 kl. 12.
Miðvágs kommuna søkir
námsfrøðingar
og hjálparfólk
til útibarnagarð
á Vatnsoyrum
Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum og
einum hjálparfólki at arbeiða ávíkavist 35, 30 og
25 tímar, at byrja 1. august 2006 ella eftir avtalu.
Í útibarnagarðsstovuni koma at ganga 15 børn,
sum skulu halda til í hølum og frálíku náttúruni
á Vatnsoyrum.
Børn og starvsfólk ferðast við bussi frá
Frítíðaransingini í Miðvági har børnini verða
avleveraði fyrrapart og avheintaði seinnapart.
Námsfrøðingar: Væntað verður, at tann ið søkir,
hevur lokið námsfrøðiliga útbúgving, hevur
fakligan dugnaskap, hug og hegni at arbeiða við
børnum og dugir væl at samskifta og samstarva,
í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk,
vil verða við til at skipa fyri einum mennandi
og stimbrandi gerandisdegi fyri børnini, og er
sinnaður at brúka náttúruna sum nátúrligan part
av arbeiðinum.
Hjálparfólk: Væntað verður, at tann ið søkir
hevur góð samstarvsevni, hug og hegni at
arbeiða við børnum, og í tøttum samstarvi við
leiðslu og starvsfólk, vil verða við til at skipa fyri
einum mennandi og stimbrandi gerandisdegi
fyri børnini, og er sinnaður at brúka náttúruna
sum nátúrligan part av arbeiðinum.
Lønar- og setanartreytir
størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
leiðaran í Frítíðaransingini, á tel. 229446.
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum og
viðmælum, merkt »umsókn«, skulu sendast til.
Frítíðaransingin í Miðvági
Miðvágs Kommuna
370 Miðvágur
Umsóknarfreistin er týsdagin 4. juli 2006 kl. 12.
Leiðari til Musikk-
skúlan í Vágum
Musikkskúlin í Vágum søkir eftir leiðara.
Musikkskúlin væntar at umsøkjarar skulu:
• Hava kunnleika til musikkskúlaarbeiði
• Vera kveikjandi
• Duga at skipa fyri
• Hava góð samstarvsevnir
Setanartíðarskeið: 1. august 2006 til 31. juli 2007
Løn sambært avtalu, ið skal góðkennast sambært § 5
stk. 5 í kommunustýrislógini.
Umsóknarfreist: 3. juli 2006
Musikkskúlin í Vágum er partur av Føroysku
musikkskúlaskipanini.
Umsóknir skulu stílast til Musikkskúlan í Vágum
og sendast til Sørvágs Kommunu merktar »leiðari
Musikkskúlin í Vágum«.
Løn v.m: Nærri fæst at vita við at venda sær til Sørvágs
Kommunu tlf. 332004.
Felags Kommunan í Vágum
Sørvágs Kommuna
Varðagøta 8 · FO-380 Sørvágur
LYSING AR