fríggjadagur 23. juni 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 119 - 23. juni 2006
Heimarøktin øki 5 – Suðuroy
Almanna- og Heilsumálastýrið hevur avgjørt
at seta í verk eina royndarskipan við koyrandi
náttarvakt í Suðuroy.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, at arbeiða
í skiftandi vaktum, skjótast gjørligt.
Ábyrgdarøki er heimabúgvandi fólk og tey ið búgva
á eldrasambýlunum í oynni.
Vit sóknast eftir røktarstarvsfólki sum
við røktarfakligum royndum
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd
• er før/ur fyri at loysa bráfengis uppgávur
• hevur góð samstarvsevni
• er før/ur fyri at arbeiða undir skiftandi
umstøðum
• hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
• eitt starv við møguleika at menna starvs
innihaldi
• eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum
røktarfakligum uppgávum
• eitt gott arbeiðsumhvørvi
Starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2006 tá
skipanin verður eftirmett.
Lønar og setanartreytir:
Starvið verður sett sambart sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar
Umsóknarfeist 7. juli 2006
Fast Starv
Heilsurøktari
Søkt verður eftir heilsurøktara frá 1. septermber
2006, at arbeiða 32 tímar um vikuna í skiftandi
vaktum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Almanna og Heilsurøktar
felagið.
Umsóknarfreist: 1. august 2006
Um tú ynskir at vita meir um størvini, ert tú vælkom
in at ringja til: økisskrivstovuna, tlf. 373907
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Heimarøktin, øki 5
900 Vágur
Ung í Arbeiði
til
Vágs kommunu
Ung fólk sum ynskja sær okkurt at gera í
summarfrítíðini eru vælkomin at venda sær til
Vágs kommunu, sum í summar skal gera ymiskt
fyrifallandi arbeiðið á Tekniska Økinum.
Um hetta hevur tín áhuga eru tit vælkomin at
seta tygum í samband við umsitingina hjá Vágs
kommunu tlf. 373024 áðrenn 3. juli 2006 kl. 12.00
Vágs kommuna
Vágsvegur 22
Fo-900 Vágur
Kunngerðir í samband við ferðslu
á jóansøku:
Frá Vágs
kommunu
Meðan kappróður fer fram leygardagin kl. 13.00
– 18.00, er øll óviðkomandi sigling á og við
kappróðrarøki bannað.
Í tíðarskeiðinum frá fríggjakvøldið kl. 18.00 til
sunnukvøldið kl. 23.00, er ferðsla bert loyvd á
havnaøkinum í samband við fráferð og komu hjá
Smyrli. Ikki verður loyvt at parkera á økinum. Víst
verður til almennu parkeringsplássini.
Meðan skrúðgonga fer fram á vegastrekkinum frá
gamla skúla og út til Minnisvarðan, leygardagin kl.
13.00 – 14.30, verður heitt á bilførarar um ikki at
koyra eftir nevnda vegastrekkið.
Í samband við Jóansøkufestivalin á Vágseiði, verður
vegastrekkið frá Páll Bjarkhamar og vestur á Vágseiði
stongt fyri ferðslu, fríggjadagin og leygardagin,
báðar dagarnir frá kl. 16.30 til 01.00.
Eisini verður vegastrekkið frá Hans Paula Dahl og
vestur til rættina á Fjallinum, stongt fyri ferðslu,
sama tíðarskeið.
Vágs kommuna
Tilboð upp á
skúlabarnaflutning
Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið skúlabarna
koyringina HellurnarOyndarfjørð skúlaárið 2006
2007 leysa frá 14. august 2006 at rokna.
Talan er um flutning av einum næmingi av
Hellunum til skúlan í Oyndarfirði og flutningur
aftur til Hellurnar eftir skúlatíð.
Tað verður kravt, at tann ella tey, ið átaka sær
skúlabarnakoyringina lúka krøv um, at akfarið,
ið nýtt verður, skal verða góðkent og skrásett
til vinnuligan fólkaflutning, herundir tryggjað
til vinnuligan fólkaflutning, og at førarin hevur
galdandi koyrikort til vinnuligan fólkaflutning til
persónbil ávikavist buss.
Møgulig tilboð, ið skulu verða skrivlig, skulu
verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530
Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14.
juli 2006 kl. 15.00.
Nærri upplýsningar um flutningsdagar og tíðir
kunnu fáast frá Halli Ellingsgaard, skúlaleiðara við
Oyndarfjarðar skúla á telefon 252264.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomin tilboð ella einki at taka.
Fuglafjørður, tann 20. juni 2005
Fuglafjarðar kommuna
LYSINGAR
Lesið Sosialin - so eru tit við