fríggjadagur 23. juni 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
43
Heimarøktin øki 5 – Suðuroy
Almanna- og Heilsumálastýrið hevur avgjørt
at seta í verk eina royndarskipan við koyrandi
náttarvakt í Suðuroy.
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, at arbeiða
í skiftandi vaktum, skjótast gjørligt.
Ábyrgdarøki er heimabúgvandi fólk og tey ið búgva
á eldrasambýlunum í oynni.
Vit sóknast eftir røktarstarvsfólki sum
við røktarfakligum royndum
• hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd
• er før/ur fyri at loysa bráfengis uppgávur
• hevur góð samstarvsevni
• er før/ur fyri at arbeiða undir skiftandi
umstøðum
• hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
• eitt starv við møguleika at menna starvs
innihaldi
• eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum
røktarfakligum uppgávum
• eitt gott arbeiðsumhvørvi
Starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2006 tá
skipanin verður eftirmett.
Lønar og setanartreytir:
Starvið verður sett sambart sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar
Umsóknarfeist 7. juli 2006
Fast Starv
Heilsurøktari
Søkt verður eftir heilsurøktara frá 1. septermber
2006, at arbeiða 32 tímar um vikuna í skiftandi
vaktum.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Almanna og Heilsurøktar
felagið.
Umsóknarfreist: 1. august 2006
Um tú ynskir at vita meir um størvini, ert tú vælkom
in at ringja til: økisskrivstovuna, tlf. 373907
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Heimarøktin, øki 5
900 Vágur
Almannamálaráðið
og heilsumálaráðið
Løgfrøðingur
til Almanna- og
heilsumálaráðið
Eitt starv sum løgfrøðingur í Almanna– og heilsu
málaráðnum er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er
17. juli 2006. Nærri fæst at vita um starvið, við at fara
inn á heimasíðu okkara: www.ahr.fo, har nágreinilig
lýsing stendur.
Sosialráðgevi
til sosialu deildina hjá
Fuglafjarðar kommunu
Starvið sum sosialráðgevi á sosialu deildini hjá
Fuglafjarðar kommunu verður hervið lýst leyst til
setan í seinasta lagi 1. september 2006.
Førleikakrøv:
Kravt verður, at tú ert útbúgvin sum sosialráðgevi
ella hevur aðra líknandi hægri útbúgving, hevur
breiða vitan, góðan førleika at orða teg bæði
munnliga og skrivliga, og at tú hevur evni til at
arbeiða tvørfakligt. Tað er ein fyrimunur, um tú
hevur royndir innan almenna fyrisiting, góðan
telduførleika á brúkarastøði, kunnleika til skrá
setingararbeiði og góðan kunnleika í føroyskum
máli.
Arbeiðsøki:
Tú kemur í tøttum samstarvi við leiðaran á deildini
at taka tær av málsviðgerð av almannamálum,
sum sambært lóggávu eru ella koma undir
málsøki hjá kommununi, herundir málsviðgerð av
barnaverndarmálum.
Tú kemur saman við leiðaranum at hava
samskifti við almennar stovnar, skúla, dagstovn,
frítíðarskúla, kommunalu dagrøktina, tannlækna,
kommunulækna, heilsusystir, skúlaheilsusystir,
umsorgaranarbeiði vm.
Harumframt verður tú eisini við til at byggja sosialu
deildina upp, so henda kann verða førleikament á
nøktandi hátt.
Løn: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvs
mannafelagið í 6. lønarflokki.
Umsókn:
Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn
saman við prógvum og viðmælum til Fuglafjarðar
kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørður.
Umsóknin skal verða kommununi í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 30. juni 2006 kl. 15.00.
Nærri upplýsningarum um starvið fáast við at
venda sær til Irenu Olsen, leiðara á sosialu deildini á
telefon 445.006 ella 210.806.
Fuglafjørður, tann 22. mei 2006
Fuglafjarðar kommuna
Til sølu
Vegna konkursbúgv verða ymiskir lutir hervið
lýstir til sølu, so sum fartelda, printari, vøruhillar,
kassatól, kortterminalur, pylsugrill og annað.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Advokatskrivstovuna, Fr. Petersensgøtu 9, Tórs
havn, att: Jens Andrias Vinther, advokat, email
jav@jura.fo ella Birnu Joensen, email bij@jura.fo
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøta 9
Listafelag Føroya
framsýning
og umrøða
Sunnudagin 25. juni kl. 17.00 umrøðir Inger Smærup
Sørensen, listasøgufrøðingur, framsýningina hjá
Zacharias Heinesen í listahøllini á skipasmiðjuni í
Havn. Allir limir felagsins eru vælkomnir.
Listafelag Føroya
Hølir í Saltangará
til leigu
Hølir við Heiðavegin í Saltangará eru
til leigu. Vælegnað til skrivstovur.
Samlaða gólvvíddin er 150 m2 í tveim
um hæddum.
Nýtt teldukervi er til allan bygningin.
Til ber at leiga øll húsini ella at leiga
einstøk hølir við atgongd til hentleik
arnar í húsinum.
Áhugaði kunnu síggja hølini við at
venda sær til:
tlf. 58 08 34
LYSINGAR