fríggjadagur 23. juni 2006síða 44
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 119 - 23. juni 2006
Bygging av raðhúsum
við Bólstein
Í sambandi við útstykking við Bólstein í Leirvík,
hevur kommunan lagt tvey stykkir út til raðhús.
Víddin á hvørjum stykki er 1.420 m2 . Kostnaðurin
fyri lendið er kr. 150,00 pr. m2.
Kommunan hevur gjørt veg til stykkini og
innstallatiónir eru lagdar inn á stykkini.
Ætlanin er at byggja raðhús á stykkini, sum skulu
fella væl inn í lendið. Byggingin skal tó lúka áseting
ar í verandi byggisamtykt fyri Leirvíkar kommunu.
Við tilboðnum skal fylgja skitsuuppskot til
bygging.
Byggingin skal byrja í seinasta lagi ½ ár eftir
projektgóðkenning og verða liðug sambært ásettari
tíðarfreist.
Keyparin skal binda seg til at selja lidnu húsini
víðari til tann prísin, ið tilboðið til kommununa er
grundað á.
Áðrenn møguligur sáttmáli verður undirskrivaður,
skal fyriliggja váttan frá peningastovni um fígging.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum
innkomin tilboð ella einki at velja.
Nærri kunning um byggiætlanina og útbjóðingar
tilfar kann fáast við at venda sær til Leirvíkar
Kommunu tlf. 443 006.
Stykkini vera við hesum boðin út til bygging.
Boð saman við uppskoti um bygging skulu verða
kommununi í hendi í seinasta lagi 14. august 2006.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42
Kulibakki 15
520 Leirvík
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt gjørdu hjúnabandsdag okkara tann 30.
des. 2005, so gó›an og ógloymandi. Takk fyri
heilsanir, gávur, fjarrit og fyri alla ta gó›u
hjálp vit fingu.
Kærar heilsanir
Gu›ri› og Arnfinnur Jacobsen
Brúðarmyndir
Av øllum hjarta ynskja vit at takka øllum, sum á ymisk
an hátt gjørdu hjúnabandsdag okkara 16. juli 2005.
ógloymandi.Vit hava ikki orð fyri hvussu glað tit gjørdu
okkum .Takk, at tit vælsignaðu okkum við gávum, fjar
ritum, sangi og spæli. Vit búgva nú í Sweits og hava tað
super. Okkara adr. er: Linda og Godwin, Hauptstrasse
15 ch3266, Wiler B. Seedorf Switzerland. linda_hojg@
hotmail.com, Godwinsunder@hotmail.com, Linda, tlf:
+41774046202, Godwin, tlf: +41774130470. Vit ynskja
tykkum øllum Guds ríku signing.
Heilsan Linda og Godwin Sunder
Vit vilja takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara tann 19.
nov. 2005 so minnisríkan og góðan. Takk fyri gávur,
sangir, røður og fjarrit.
Bliðar heilsanir Beinta og Brian
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu olkkum á
hjúnabandsdegi okkara 13. mai 2006, takka vit hjartaliga.
Maibritt og Hjalmar Ingebrigtsen
Vit ynskja hjartaliga at takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
gleddu okkum á hjúnabandsdegnum 3. sept. 2005.
Heilsan Annbritt og Kim Klausen
LYSINGAR