fríggjadagur 23. juni 2006síða 50
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 23. juni 2006
53
Puntur nr.19
Suðurendin av
Hetlandi er ein
sonn nátt úruperla.
Lomvigi, lundar og
súlur í túsundatali
eru bert metrar frá
ferðafólkinum, og er
hepni við, kann onkur
stórhvalurin eisini
síggjast
Hetland
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vit
føroyingar
breggja
okkum ofta av at hava
okkurt petti av heimsins
vakrastu náttúru. Sjálvt
ein sumbingur, sum er
vanur at líta á útsýnið við
Beinisvørð, fær tó neyvan
mótmælt pástandinum um,
at hetlendska svarið upp
á Sumba – Sumburgh –
bjóðar eina eins stórsligna
sjón, sum forbergið við suð
urenda okkara.
Friðaðir fuglar
og stórhvalir
Hóast hæddin av útsýn
inum kanska ikki er eins
ørandi, so er talan ein
góðveðursdag um framúr
vakurt útsýni. Ikki minst
er talan um eitt mest sum
ófatiliga ríkt fuglalív, har
túsundtals lundar, lomvigar,
skarvar og súlur búgva lið
um lið á steyrrættu líðun
um, sum liggja skamt frá
flogvøllinum á oynni.
Eins og føroyingar, so
hava hetlendingar í síni
tíð tikið hópin av fugli,
men tann siðvenjan er nú
deyð. Fyri einum 30 árum
síðani varð gjørt av, at alt
fuglalív á oynnum skuldi
friðast, og í dag er als ikki
vanligt, at hetlendingar yvir
høvur vita, hvussu fuglur
smakkar. Men kemur tú í
prát við onkran av teimum,
sum uppvaksin uttan fyri
Lerwick, vita hesi tó helst
at siga fleiri spennandi rætt
ir, sum tey í síni tíð hava
roynt.
Yvir havið – har Norröna
eisini sæst sigla hvørja viku
summarhálvuna – er talan
eisini um frálíkt útsýni, og
her hevur Hetland nakað,
sum Føroyar sjáldan kunnu
bjóða ferðafólki. Frá til
endamálið uppsettu kik
arunum, ber til at leita eftir
fleiri sløg av stórhvalum,
og eins og ríka fuglalívið,
so kann talan so sanniliga
eisini vera um stórsligna
sjón. Ikki minst, um tú ert
so heppin, at ein bólkur
av kúlubøkum hevur lagt
leiðina framvið Hetlandi.
Fínar bilferðir
Og so er tað eisini stutta
fjarstøðan. Ferðast tú í Het
landi, so er skjótt at koma úr
stað í stað. Úr enda í annan
er ikki meira enn góður
tími at ferðast við róligari
ferð, og tí nýtist tær ikki
endiliga at hugsa so nógv
um, akkurát hvar í landinum
gist verður. Verður ferðast í
bili, ber altíð til at finna
eina góðveðursløtu, og tað
er so sanniliga ikki bara
suðurendin, sum er vakur.
Verður koyrt norðureftir
er náttúran til tíðar heldur
kargari, enn hon er tað í
Sumburgh, men á sín hátt er
hon fult so vøkur her, sum
nakra aðrastaðni á oynnum.
Tí er einki at ivast í, at ein
bilur – um hann so er egin
ella leigaður – avgjørt er
ein fyrimunur, tá ferðast
verður á grannaoyggjum
okkara. Hóast mjørki og
regn eisini her hava hug
at arga, so geva mongu
góðveðursdagarnir høvi til
nakrar fínar bilferðir, sum
leingi verða standandi í
minninum hjá tí ferðandi.
Perlan á suðurendanum
Suðurendin av Hetlandi – skamt frá flogvøllinum – er ein sonn náttúruperla
Mynd: Jens Kr. Vang
Ófatiliga ríka fuglalívið er úrslit av, at hetlendingar nú í eini 30 ár hava bannað allari veiðu eftir
fugli. Her sita lomvigarnir tættir
Mynd: Jens Kr. Vang