Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-23, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2006síða 51

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 119 - 23. juni 2006 Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini eitt so fjarskotið stað sum Ný Sæland. Í hesum døgum sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitja aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsað sær at vitjað. Skapið framtíðina saman við okkum... til 1. juni 2006 Dreymaferð nr. 2: Kina Kina er eitt nokkso fasiner­ andi land. Henda elligamla mentanin, ið tó er so fram­ komin á summum økjum, men enn tykist at virða søguna og arvin frá gamlari tíð. Hetta landið er so afturlatið, og fólkið hevur verið kúgað í so nógv ár, av einum stýri, ið misbrúkar eina vakra hugsjón til at halda fast í valdinum. Eg vil fegin vitja Kina, ferðast kring landið og upp­liva mentanina. Eg vil smakka matin í sínum natúrliga umhvørvið. Mat­ urin í fjareystri er sera spennandi og fellur væl í mín smakk. Eg vil vitja Himmalska Friðartorgið og senda teim­ um nógvu, ið lótu lív har, ein tanka ella kanska eina bøn, um tað sømir seg. Eg vil ganga á kinverska múrinum og uppliva hetta stórsligna verk, sum er gjørt av mannahondum og sæst úr rúmdini. Kina ligg­ ur høgt á mínum lista yvir dreymaferðir. Kinverski múrurin er eitt av heimsins mest stórslignu bygningsverkum