mánadagur 26. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2006
5
Stutt sagt
tíðindi
Jóhan E Simonsen,
stjóri í Faroe Jet er
glaður yvir nú at
kunna hava javnstøðu
bæði frammi og afturi
í flogfarinum.
Sum Sosialurin
skrivaði fríggjadagin,
so skal 23 ára gamla
Kára Dam byrja sum
flogskipari hjá Faroe
Jet í juli
Flúgving
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
– Vit eru øguliga glað fyri
at hava fingið eina kvinnu
fram í cockpittið, sigur
stjórin í Faroe Jet, Jóhan E
Simonsen.
Kára Dam verður ikki
bara fyrsta kvinnan í einum
føroyskum cockpitti, hon
er eisini yngsti flogskipari
hjá Faroe Jet við sínum 23
árum.
Ongin serligur búni er
seymaður til Káru, uttan
hon fer at hava sama búna
sum mannfólkini.
– Tað verður so sjálvandi
upp til hana sjálva at gera av,
um hon vil hava turriklæð
ella slips um hálsin, sigur
Jóhan E Simonsen.
Tá Kára byrjar at flúgva í
juli verður hon stýrimaður.
Fyri at gerast skipari skal
ein hava 2.000 flúgvitímar
í skjáttuni, og tað hevur
Kára ikki.
Jóhan E Simonsen væntar
ikki at ein kvinnuligur
flogskipari fer at hava
nakra negativa ávirkan á
Faroe Jet.
– Fólk í Føroyum og
herumkring vita, at tað ikki
er hárlitur, stødd og kyn
sum hava nakað at siga,
men dygdin sum persónurin
hevur víst.
Fríggjakvøldið
hevði eldra
strúkaraorkestrið
í Tórshavnar
Musikkskúla konsert
í Listaskálanum. Fitt
av fólkið var komið
at lurta, og ikki kann
sigast annað enn,
at tað gjørdist eitt
frálíkt kvøld við
sera dugnaligum
tónleikarum
Tónleikur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tónleikur eftir millum
annað
Händel,
Bach,
Mozart og Schuberg var
framførdur. Tíggju ung fólk
í aldrinum 15-20 ár spældu
violin og cello. Fimm
gentur og fimm dreingir.
Leiðarin fyri strúkararnar
er Bernharður Wilkinson,
og hann var meira enn
nøgdur við næmingarnar
aftan á konsertina.
– Tey kláraðu tað avbera
væl, tey høvðu ongan
dirigent, so tað var ein sera
krevjandi konsert, segði
hann.
Stykkini,
sum
tey
spældu
vóru
ógvuliga
torfør at spæla, og nógv
hevur verið vant áðrenn
konsertina
Næmingarnir
sjálvir vóru sera nøgdir og
nevndu orð sum »alletiders«
og »betri enn nøgd«, tá tey
vóru spurd um hvussu tey
hildu tað hevði gingið.
Stjórin í Faroe Jet,
Jóhan E. Simonsen,
letur væl at gongdini
hjá Faroe Jet, men
hevði fegin vilja
havt fleiri ferðafólk
umborð á Sólju, sum
flogfarið eitur.
– Um eg skal rokna
leysliga, so eru
flogførini í miðal
hálvfull, sigur hann
Flúgving
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Nýggja føroyska flogfelagið
hevur nú verið á flogið í
eitt sindur meira enn ein
mánað.
Í
fjølmiðlum
hevur
seinastu vikuna staðið, at
bara átta fólk vóru við á
einum túri hjá felagnum.
Hetta váttar stjórin, Jóhan
E. Simonsen, men sigur
at ferðafólkatalið eisini
hevur verið uppi á 70
ferðafólkum.
– Sjálvandi høvdu vit
ynskt okkum eitt fult flogfar
allar túrar, men nógv fólk
hava bílagt sær ferðaseðlar
áðrenn vit vóru til, og tí eru
tað ikki so nógv sum flúgva
við okkum enn.
Í byrjanini var bara gjørligt
at
keypa
ferðaseðlan
gjøgnum ferðaskrivstovur,
men nú er hetta broytt til
at eisini lata seg gera á
heimasíðuni hjá Faroe Jet.
– Jú, fólk hava funnið
til síðuna hjá okkum, og
sølan
av
ferðaseðlum
gongur væl, sigur Jóhan
E. Simonsen.
Fyri
at
virksemið
skal mala væl runt, skal
flogfarið verða fult til 70
prosent. Higartil liggur
tað talið um 50 prosent.
Faroe Jet fegnast um
kvinnuligan flogskipara
Kára Dam byrjar at flúgva hjá Faroe Jet í juli
Jóhan E. Simonsen, stjóri í
Faroe Jet
Vælljómandi strúkarakonsert
Strúkarar frá Tórshavnar Musikkskúla høvdu konsert
fríggjakvøldið
Faroe Jet ynskir
sær fleiri ferðafólk
Salmonella í sjokulátu
Soppaeitur í mjøli
S j o k u l á t u f y r i t ø k a n
Cadbury
hevur
tikið
miljónir av sjokulátu
av
handilshillunum
í Bretlandi. Vandi er
fyri at tær innihalda
salmonellu. Tó er hendan
sjokulátan ikki útflutt til
onnur lond enn Stóra
Bretland og Írland, so
føroyingar kunnu trygt
eta kremegg og annað
gott frá Cadbury.
Seinastu
tríggjar
mánaðirnar
hava
45
fólk havt akkurát hetta
slagið av salmonellu,
ið kann vera í Cadbury
sjokulátuni.
Fyritøkan
hevur
vitað
um
at
salmonella-smittan kundi
verið í sjokulátuni, men
sigur at tey hava bíðað eftir
úrslitinum av kanningini
frá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni í Bretlandi,
skrivar Daily Mirror.
Cadbury fær nú nógvar
atfinningar fyri at hava
bíðað í fleiri mánaðir frá
tí at fyrsta ávaringin um
salmonella kom, til tað at
fyritøkan tók sjokulátuna
av handilshillunum.
Sjokuláturnar, sum nú
er tiknar úr handlinum
eru hesar:
250g
Dairy
Milk
Turkish,
Dairy
Milk
Caramel og Dairy Milk
Mint, Dairy Milk 8
chunk, 1kg Dairy Milk,
105g Dairy Milk Buttons
Easter Egg og 10p Freddo
bar.
inna
Nýggjur Frítíðarskúli
í Hoyvík
Eftir summarfrítíðina
letur nýggi Frítíðarskúlin
í Hoyvík upp. Stovns-
leiðari er Levi Mørk,
og hann greiðir frá, at
dentur verður lagdur á
ítróttarligt og skapandi
virksemi, bæði innan- og
uttandura.
Frítíðarskúlin
hevur
møguleika
at
brúka
tvær
skúlastovur
og
fimleikahøllina
hjá
Hoyvíkar Skúla og eisini
Hoyvíkshøllina. Børnini
kunnu vera í frítíðarskúla
frá kl. 10.30 til 17.00.
Nýggi Frítíðarskúlin
er í tveimum hæddum. Í
ovaru hæddini skulu skúli
og frítíðarskúli vera, og
í niðaru hæddini heldur
frítíðarskúlin mest til.
Annars vera hølini brúkt
saman við skúlanum, tá
tørvur er og pláss er fyri
tí. Tað vera pláss fyri
126 børnum úr 1. og 2.
flokki.
Í ávísum sløgum av
rugmjøli
og
øðrum
mjølblandingum
er
soppaeitrið Ocharatoxin
A funnið. Tað eru
millum annað kendu
sløgini Amo, Schulstad
og Safir. Heilsufrøðiliga
Starvsstovan mælir fólki
til at ikki brúka mjølið,
men lata tað inn til
handilin aftur.
Ocharatoxin
A
er
íkomið
orsakað
av
soppavøkstri í korninum,
áðrenn tað er malið
til mjøl. Mest loyvda
mongd av eitrinum er 3
mg per kilo, og ávíst í
hesum mjølinum er 9 mg
per kilo.
Eiturið kann elva til
nýraskaðar um tað verður
etið gjøgnum longri tí.
Yvirlit yvir vørurnar,
sum ikki skulu brúkast
er at finna á heimasíðuni
hjá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni www. hfs.
fo
inna
EFTA-ráðharrar viðgera
føroyska áhugan í dag
Uttanríkisráðharrarnir í
EFTA-londunum halda
fund í Íslandi í dag og
í morgin. Í dag hittust
uttanríkisráðharrarnir í
EFTA-londunum í Höfn
á Hornafitði í Íslandi.
Íslendski
uttanríkis-
ráðharrin,
Valgerður
Sverrisdóttir, er vertur,
tí
Ísland
hevur
for-
mansskapin í EFTA í
løtuni.
Fleiri mál eru á skránni
á fundinum, og sambært
Morgunblaðnum skulu
ráðharrarnir eisini tosa
um
áhuga
føroyinga
fyri limaskapi í EFTA.
Landsstýrið hevur boðað
EFTA frá áhuganum,
og Jóannes Eidesgaard,
løgmaður,
hevur
fyri
stuttum verið í Liktinstein
og Sveis og tingast við
myndugleikarnar har um
møguleikar føroyinga fyri
limaskapi.
árni