Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 120 - 26. juni 2006 tíðindi – Hetta er okkara lívs upplivilsi, siga tær tríggjar sangglaðu systrarnar, Vanja, Laila og Barbara. Sunnudagin fara tær til USA, har tær skulu luttaka við eina møtirøð hjá kendum prædikumanni, Rodney Howard Brown í samfullar seks vikur. Við eitt av tiltøkunum verða omanfyri 10.000 luttakarar Gospel Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Evangeliihúsið: – Nei, hygg her. Lat tónleikin bara koyra soleiðis eina løtu aftrat. – Eg haldi, at tað er so feitt at jamma eitt sindur, sigur kendi tangentspælarin, Kim Hansen. – Aftaná, so koma tit inn við “Verdur”. Kring hann eru tríggir aðrir tónleikarar, og teir tosa um lagið, teir beint nú eru steðgaðir í – Verdur. Verdur. Immanuel. Frammanfyri teir standa tríggjar vakrar kvinnur við hvør síni mikrofon í hondini og syngja. Er tað nakað hesar tríggjar systrarnar duga, so er tað at syngja saman ella hvør sær. Í gjárkvøldið vóru tær enn einaferð og vandu sam­ an við tónleikarum sínum. Henda venjingin miðar eftir eini konsert í Kelduni leyg­ arkvøldið, men hetta er bert byrjanin til nakað enn størri á sangleið teirra: Eini møtirøð í USA saman við einum kend­um prædikumanni, har tær sleppa at gera tað, sum teimum dámar allarbest, - at syngja um Jesus í samfullar seks vikur! – Tú kanst líka trúgva at vit eru bæði nervøsar og spentar til hesa ferðina, sigur elsta systurin, Vanja við Sosialin. – Men samstundis fara vit avstað við einum eyðmjúkum sinni, – eg meini, eru vit nóg góðar til tað? Hetta betýðir tí sera nógv fyri okkum á tí andaliga økinum. Tær tríggjar systrarnar – Vanja, Laila og Barbara – fara úr Føroyum sunnudagin og koma fyrst aftur í seinnu helvtini av august mánaði. Stórur andaligur stuðul At sleppa so langt út í heim við sangi sínum má sigast at vera sum ein óveruligur dreymur, sum brádliga gerst veruleiki. Men tá tað so kom til stykk­is, høvdu tær ilt við at trúgva tí, tá áheitanin kom til tær um USA-ferðina. – Hetta ljóðaði simpelthen ov gott til at vera satt. Mundi hann veruliga meina tað?, siga tær tríggjar, nú ein lítil steðgur er í venjingini í Evangeliihúsinum í gjár­ kvøldið. Tær sungu við stóru møtini hjá Rodney Howard Brown í mars mánaði, og eftir tað eina møtið ynskti høvuðstalarin sjálvur at tosa við tær um henda møguleikan. Rodney er ein andaligur maður við myndugleika og mildleika. Tey prátaðu saman eina góða løtu, og samrøðan endaði við at hann bað eina bøn fyri systrunum, og lýsti síðani vælsignilsið yvir tær og teirra tænastu í Guds ríki. – Hetta var ein stór løta fyri okkum, sigur Vanja. Seinni kom so endaliga áheitanin á tær um sang­lut­ tøkuna. Henda varð lis­in fyri samkomuni í Evangelii­hús­ inum, sum sjálvandi fegn­ aðist um tað. Tær vórðu bidnar um at koma upp til talarastólin, har biðið varð fyri teimum. – Samkoman hevur eisini skipað fleiri bønarbólkar, sum fara at biðja fyri okkum meðan vit eru í USA. – Eg má bara siga fyri meg, at tað er flott at tey gera tað, og tað følist samstundis sera trygt, sigur Vanja. Vísa ein veg Er tað nakað sum hevur eyð­ kent hesar tríggjar systrarnar so er tað sangur og aftur sang­ur. Tað er tí ikki at taka seg aftur í, at tær hava glett tús­ und­tals fólk við sangum sín­um. Tær hava altíð víst trú­festi móti samkomuni og hava sjáldan biðið seg undan at luttaka við andalig tiltøk. Men tað hava eisini verið tíðir, tá tær hava møtt mótstøðu. – Nei, tað hevur ikki altíð verið eins stuttligt, tá vit hava følt, at fólk ikki hava viðurkent okkara arbeiði. – Men so vil eg hinvegin siga, at vit altíð hava fingið ótrúliga stóra uppbakking higani úr samkomuni, sigur Vanja. Tær hava í eina tíð líkasum merkt, at okkurt hevur verið í umbúna við sangi teirra. Men fyrst nú tykist tað sum um Gud vísir teimum, hvat tað er. – Mamma okkara hevur mangan sagt við okkum: “Bíðið bara. Ein dag skal Gud reisa tykkum upp. Tá skal hann vísa tykkum ein veg, sum tit ikki kundu ímyndað tykkum!” – Eg haldi, at tað er hetta sum er hent nú. Vit taka hetta tí sum eina andaliga uppreisn, sigur Vanja, og hinar systrarnar nikka sam­ tykkjandi. Sunnudagin fara tær so út á eina nýggja sangleið, har bert Gud veit hvar hon endar! Til USA at syngja fyri - Hetta er okkara lívs upplivilsi, siga tær tríggjar sangglaðu systrarnar, Vanja, Laila og Barbara, sum nú fara til USA at syngja. Á ferðini ætla