Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2006 7 xxxxxxxx túsundum Fyri tær tríggjar systrarnar er hetta at sleppa at syngja í USA nakað, sum gongur langt út yvir teirra vit og skil. Í veruleikanum koma hetta í lag í samband við eina møtirøð, sum hildin varð í samkomubygninginum hjá Kelduni í Skálafirði fyrr í ár saman við andaliga felags­ skapinum Revival Ministries í USA. Í mars mánaði eydn­ að­ist tað nevniliga at fáa præd­iku­mannin, Rodney Howard Brown til Føroyar á vitjan. Undan møtirøðini var ein maður frá felagsskapinum á vitjan í Evangeliihúsinum, har tær tríggjar sangglaðu systrarnar luttóku við sangi sínum. Hesin maðurin varð í roynd og veru so hugtikin av sangi teirra at hann bjóðaði teimum til USA at syngja. Undir møtirøðini í Kelduni so Rodney tað sama, og soleiðis kom vitjanin í lag. Tær hava eina strævna skrá fyri framman: Leygarkvøldið skulu tær syngja við eina gos­ pelkonsert í Kelduni. Sunnu­ dagin fara tær til USA, og longu mánakvøldið skulu tær syngja við fyrsta møtið hjá Rodney Howard Brown, sum verður í býnum Tampa í Florida. Tær skulu eisini luttaka við eina summ­ar­ stevnu, har omanfyri 10.000 fólk fara at luttaka. Ikki er óhugsandi, at tær fara aftur til USA í somu ørindum komandi summar! Strævin skrá – Tað er trupult at finna betri tónleikarar enn teir vit brúka, eru tær tríggjar samdar um, her tær venja í Evangeliihúsinum í Havn. – Vit høvdu ynskt at Kim, James, Kristoffur og Rúni kundu komu við til USA, men tað verður so ikki hesaferð. Kanska næsta ár! tær eisini at greiða frá Føroyum. Tjóðsangurin er ein partur av sangskrá teirra Tórshavnar komm­ una hevur sett hálvt­ triðhundrað ung fólk í starv í summar, í høvuðsheitinum taka tey sær av at hampa um í bygd og bý Ung í arbeiði Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo 245 ung hava fingið starv hjá Tórshavnar kommunu í summar, í sambandi við verkætlanina Ung í ar­beiði. Fyri at so nógv sum møguligtfáa kjansin at arbeiða, hevur kommunan skipað arbeiðið soleiðis, at 10 arbeiðsdagar vera til hvønn, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. Tey ungu fara at starvast saman við 15 øðrum ungum dreingjum og gentum í aldrinum 14-17 ár. og tey fyrstu byrja longu at arbeiða mánadagin 26 juni. Arbeiðstíðin verður frá 8- 16, íroknaður er ein hálvur tími til døgurða. Arbeiðsuppgávurnar fara at fevna um fyrifallandi uppruddingar- og við­ líkahaldsarbeiði, so sum: hampa um og sópa gøtur, reinsa vegbrunnar, gera smátt málaraarbeiði, rudda í haga og fjøru, gera smærri umvælingar og mangt annað. Hjálmar Dam er sam­ skipari á ‘Ung í Arbeiði’ verkætlanini, og hann hevur góðar royndir við hesum. Hann sigur við torshavn.fo at fyrstu ferð hann luttók, vóru bert 30 ung, og hann gleðist um, at kommunan nú kann bjóða fleiri ung­ fólkum starv. Eitt gott ráð vil hann geva teimum ungu, áðrenn tey byrja, og tað er, at tey skulu lata seg í eftir veðrinum. Hann mælir til eina tjúkka troyggju og tunn­ an regntættan jakka, og eftir sum at sumt av arbeiðinum kann vera skittligt, svansut ella runut, mugu øll klæðini tola at blíva skitin. Verkætlanin ‘Ung í Ar­beiði’ endar 21 juli. Stórur áhugi í Ung í Arbeiði verkætlanini